hósdagur 29. august 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TANGI RT HO ENGI AAA AAA AAA AA AAA AAA AAA AA AAA AA Aee
Nr. 157 — 29. august 1991
Betri g6åska,
Fyri hálvaaðru millión hevur Handils &
Frystivirkið fingið eina flakalinju sum bæði
sparir lónarútreiðslur og bøtir um góðskuna á
framleiðsluni
Eingin bakki verður
nýttur.
Maskinan stýrir fisk-
inum beinleiðis til
pakkingar.
Einki skal vigast.
Maskinan sær sjálv
hvussu góðskan er.
Eingin nýtast at hava
eftirlit við hvussu
skorið verið - tað
hevur maskinan
sjálv.
Flakakvinnurnar av-
gera sjálvar um tær
standa ella sita.
Tað er Handils &
Frystivirkið í Fuglafirði
fyri einari viku síðani fekk
flakalinjuna við gllum
hesum eginleikum upp-
setta.
Hon er keypt frá ser-
verkstaðnum NORFO á
Bornholm fyri hálvaaðru
millión.
Rationalisering
- Og vit halda møgu-
leikarnar vera góðar fyri at
vinna iløguna inn aftur,
sigur Egil Toftegaard,
stjóri á virkinum.
- Í fyrsta lagi spara vit
fólk, nú alt arbeiðið við
kassum og vasking av
kassum dettur burtur, sigur
hann.
- Og i ødrum lagi verður
góðskan á framleiðsluni
betur, tí tað ikki ganga
meira enn einir 5-10
minuttir frá tí at fiskurin
kemur úr maskinuni, til
hann liggur pakkaður sum
liðug vera.
Lættari at arbeiða
Men tað er ikki bara virkið
sum fær fyrimun av
nýggju linjuni. Egil
Toftegaard vísir á, at
arbeidsumstødurnar hjá
teimum 20 flakakvinn-
unum sum fara at arbeiða
við linjuna eisini verða
munandi bøttar.
- Tær sleppa bæði undan
at lyfta kassar og at viga,
og tær avgera sjálvar um
tær arbeiða sitandi ella
Men onkur fer eisini at
missa arbeiðstíð orsakað
av nýggju linjuni. Til tað
sigur Egil Toftegaard:
- Tað er sjálvandi
harmiligt, men skalt tú
klára teg í dag, er neyðugt
at rationalisera.
S-S-
Bert fáar minuttir eftir
at hon er komin úr
maskinuni, fer tann
lidna vøran eftir
samlibandinum
Egil Toftegaard,
stjóri: Møguleikarnir
eru góðir fyri, at vit
vinna iløguna inna
aftur
20 flakakvinnur ar-
beiða - sitandi ella
standandi - við nýggju
flakalinjuna
Grundstykki
í Havn
til solu.
Av grundstykkinum, sum liggur »Inni
á Gøtu«, er sera gott útsýni.
Ringið á tlf. 22368
Lýsið i Sosialinum