Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. august 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Norrønt davsverk I iF = Sjálvboðin arbeiðsmegi til frama fyri skular í Chile og Brasilia Arbeiði, konsert, lutasedlasøla og upplýsing um á viðurskiftini í londum er innihaldið tveimum suðuramerikanskum tiltakinum Norrønt Dagsverk, sum verður í september Mikudagin 25. september verður eingin vanligur skúladagur hjá føroyskum næmingum. Hendan dagin leggja allir føroyskir skúla- næmingar bókina til síðis, og taka sær av øllum hugs- andi og óhugsandi fyrifall- andi arbeiði til frama fyri skúlaviðurskifti í Chile og Brasilia. Hetta er í sam- bandi við tiltakið Norrønt Dagsverk. Sum heitið á tiltakinum sigur, fer tiltakið fram í øllum norðanlondum. Hendan dag ber til hjá fólki at heita á skúlanæm- ingar, skótar 0.0. um at gera eitthvørt arbeiði. Yngstu flokkarnir fara at selja lutaseðlar, postkort og spjøldur. Eisini verður skipað fyri fleiri bingo- spølum, og ætlanir eru eisini um at skipa fyri eini stórari konsert. Pengarnir sum inn koma, fara óskerdir til tiltakið Norrønt Dagsverk, sum í samstarvi til Neyðhjálp Fólkakirkjunnar letur hjálpina til åvis tuiltøk, sum hava við skúlaviðurskifti í Chile og Brasilia at gera. Tað eru tær triggjar, Malla Dam, Katrin An- dreasen og Annilisa Peder- sen, sum standu fyri fyri- reikingunum, við LFÚ sum høvudsstød. Malla greidir frå, at hon var sum umboð fyri LFU á ráðstevnu í Svøriki, har hon fekk at vita um ætlaða tiltakið. Komin heimaftur legði hon ætlaninar fyri LFU, sum setti Katrina og Annilisu at arbeiða við tiltakinum burturav í eina tíð. Og tær hava havt og hava enn úr at gera, tí ætlanirnar við tiltakinum eru stórar. Upplýsing Tað at savna inn pengar er bert ein partur av ætlanini. Hin parturin er at upplýsa um viðurskiftini har yviri. Í hesum sambandi verður ymiskt tilfar sent skúlun- um. Søgur hesum við- víkjandi vera til yngru flokkarnir, og teir eldru sleppa at arbeiða við hesum evni m.a. í samband við stílauppgávur. Tveir brasilianskir gestalærarar Nr. 157 — = 22 august 1991 Malla Dam og Katrin Andreasen pe tilfari um dagsverkid uttan pøj gr skrivstovuna. Mynd: Kalmar eins og umboð fyri tiltakið úr Danmark og Noregi fara saman við Annilisu og Katrini at vitja so mangar skúlar sum gjørligt og greiða frá. Vikuskiftið 7. og 8. september hittast eitt ella tvey umboð úr 84 skúlum í Føroyum á skeiði, har verkætlanin verður løgd til rættis. Fyrireikararnir fara eisini at senda eitt blað út til allar skúlar, har greitt verður frá teimum praktisku tiltøkun- um og fyrireikingunum i Føroyum, og haraftrat verður greitt frá viðurskift- unum í suðuramerikansku londunum, har hjálpin skal veitast. Ein spurningur, sum mangan er frammi í sam- band við at lata tílíka hjálp er, um pengarnir koma á rætta stað. Tað hava fyrireikararnir fingið vissu fyri. Millum annað gjøgnum samstarvið við Neyðhjálp Fólkakirk- junnar og frá royndunum av líknandi tiltaki fyrr. Norrønt Dagsvek hevur eina ferð fyrr verið í Føroyum samstundis tað var í hinum norðanlond- unum. Tá vístu føroyingar tiltakinum stóran ans, og inn kom sløk hálv millión. Í mun til fólkatalið var hetta væl meira enn tað, sum kom úr hinum norðan- londunum. Fyrsta almenna tiltakið í samband við Norrønt Dagsverk verður eitt bingo í Róðrarneystinum á Argj- um. Hetta verður nú mána- kvøldid kl. 19.30. Fyrireik- ararnir siga, at er onkur, sum vil hava bil út á Róðrarneystið månakvøld- ið, kunnu tey ringja 10220. tór.- Sjórættarfrágreiðing um ásiglingina: Hugdi seg ikki fyri Í 9.-10 min. Sjófrágreiðingin er nú send fútanum sum eftir tilmæli frá Handilsmálaráðnum skal taka stóðu um ákæru Sjófrágreiðing um hend- ingina, tá ein seksæringur sigldi á eitt fýramannafar ein hálvfjórðing suður úr Skorðini herfyri, var fríggjadagin á sýsluskriv- stovuni í Klaksvík. Karsten Hansen, formað- ur í sjórættinum sigur, at beinleiðis orsøkin til til- burðin var, at maðurin á seksæringinum, sum var einsamallur, ikki hevur hugt seg fyri. Hann var á veg til lands og stóð og kruvdi aftan fyri maskin- húsið. Sjálvstýrarin stýrdi. Maðurin hevur í sjórætt- inum greitt frá, at seinast hann hugdi frameftir var millum fimm og tíggju minuttir áðrenn tað brast. Tá kann hann hava siglt umleið ein fjórðing. Sjálv- ur greiddi maðurin frá, at veðrið var hitt besta og sýnið gott. Tá hann seinast hugdi seg fyri var eingin bátur at síggja á kósini. Annars skilst, at tær frágreiðingar, sum givnar vóru í sjórættinum sam- svara sera væl við tað frá- greiðing, Sosialurin hevði frá hendingini. tór.- Seksæringurin Vesturlíð, sum rendi á i fýramannafarið, við teimum trimum monnunum, sum allir vóru bjargaðir. Mynd: Kalmar