fríggjadagur 30. august 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sovjet tørvar
hjålp
FÅUR ella eingin hevdi bert fyri ein-
um ella tveimum årum sidani kunn-
að ímyndað sær, at so nógvar og
stórar broytingar skuldu fara at
henda í Sovjetsamveldinum uppá
so stutta tíð sum veruleikin nú er.
Frá at vera eitt av heimsins stór-
veldum, er Sovjetsamveldið nú við
at syndrast — fara í upploysing.
GONGDIN hesar seinastu dagarnar
eftir miseydnaðu kvettroyndina
hevur ikki sørt ørkymlad allan um-
heimin, tí frá einum degi til annan —
hava vit verið vitni til at síggja Sov-
jetsamveldið verða sent 50 ár aftur í
tíðina við harðrendum kommunist-
iskum einaræði til síðani at verða
miðdepil fyri demokratiskum rørsl-
um, ið vilja slíta einaræðisleinkjur-
nar.
NEYVAN finst nøkur einfald patent-
loysn uppå trupulleikarnar i hesum
stóra ríki. Fólkaslag, sum hava ver-
ið kúgað og tvingað at liva undir
kommunistiskum einaræði í meira
enn 70 ár, hava sjálvandi ilt við at
fóta sær, nú tá henda totalitera
skipanin fer í spønir. Demokrati og
fólkaræði skal nú avloysa hesa
skipan, men tað er ikki uttan forð-
ingar. Hesar finna vit í tí sannroynd,
at fleiri av lýðveldunum nú vilja ger-
ast sjálvstýrandi og ráða yvir egn-
um landamørkum. Tað sentralstýr-
ið í Moskva higartil hevur megnað,
skulu stýrini í teimum einstøku lýð-
veldunum nú klára, t.v.s. at tryggja,
at tað ikki tekur seg upp veruligt
borgarakríggj millum tey einstøku
lýðveldini, eitt nú um ásetan av
landamarki.
VIT hoyrdu nú um dagarnar, at stýr-
ið í Ruslandi tilskilar sær rætt til at
innlima partar av grannalýðveldun-
um, har nógvir russarar búgva, upp í
Rusland. Hetta fekk alt fyri eitt leið-
arar í oðrum lýðveldum at hótta við
veruligum kríggi, um Rusland fór at
gera álvara av síni hóttan. Vit hóma
tí her ein vanda, sum kann fáa álv-
arsligar fylgjur fyri demokratiið og
royndirnar at reformera búskapin.
TAÐ er greitt, at Gorbatjov í verandi
støðu hevur ongan lættan leiklut
sum forseti Sovjetsamveldisins.
Hann hóttir nú við at leggja frá sær,
um tey einstøku lýðveldini ganga
ov langt í sínum krøvum um sjálv-
stýri. Gera tey tað kortini og Gorba-
tjov ger álvara av hóttan síni, tá er
spurningurin um, hvat ein maður
sum Jeltsin megnar og um leiklutur
hansara í dag í heila tikið er nógv
ødrvisi enn tann hjá Gorbatjov. Vit
síggja, at Jeltsin nú bráddliga hevur
tikið somu støðu sum Gorbatjov,
w
NO
sum miðar móti at varðveita okkurt
slag av sentralstýri og samveldi. So-
statt eru hesir fyrrverandi múót-
stødumenninir nú brådliga samdir
um at varðveita eitt Sovjetsamveldi
tó í broyttum líki. Og tekur ein
Jeltsin við eftir Gorbatjov, skulu vit
heldur ikki taka sum givið, at allar
súðir harvið eru syftar. Neyvan
verður hann førur fyri at fylla mat-
hillarnar og at fáa lýðveldini at
makka rætt. Spurningurin er tí, um
ikki einasta gongda leiðin er hon, at
hesir báðir royna at samstarva.
EITT av málunum, sum kann elva til
stórar trupulleikar, um øll lýðveldini
skulu fara hver til sítt, eru kjarn-
orkuvápnini. Hesi eru at finna í fleiri
av lýðveldunum, og verður øll sen-
tralstyring iðurløgd og harvið eis-
ini felags hernaðarliga eindin, so
stingur spurningurin seg upp, hver
skal standa við ábyrgdini av kjarn-
orkuvápnunum. Ein kann bara í-
mynda sær vandan, um tað brestur
á borgarakriggj í landinum, og at
fleiri av lýðveldunum tá hava at-
gongd til hesi oyðandi vápnini.
ØLL ynskja vit einaræðið og totali-
tera kommunistiska stýrið í Sovjet
har piparið grør. Spurningurin er
bara, hvussu íbúgvarnir í hesum
stóra landi sleppa best burtur úr
eini broytingartíð! Tað, sum um-
ræður nú, er at fáa búskapin aftur á
føtur. Men til tess er helst neyðugt
við eini grundleggjandi broyting í
allari samfelagsskipanini, og hetta
vita vit tekur tíð. Tvs. at sovjet-
búgvar eru noyddir til at vísa tol og
at kjósa sær tey bestu fólkini, teir
eiga, at standa á odda í hesi tillag-
ingartíðini til demokrati og sunnari
búskap.
VIT í vesturheiminum, sum so
leingi hava ynskt kommunistiska
einaræðið avtikið í Sovjet, hava
fingið ynski okkara uppfylt. Henda
skipan er um at fara í søguna. Men
eisini vit hava ábyrgd mótvegis sov-
jettiska fólkinum. Vit eiga at vera
við til at fáa land og fólk á fótur aft-
ur og tað gerst best við at lata fólk-
inum hjálp til sjålvhjålp. Kanska
nýggjasta amerikanska uppskotið
um at skerja útreiðslurnar til ameri-
konsku verjuna og brúka peningin
til at hjálpa sovjetbúgvum ístaðin,
er eitt tað besta uppskotið í langa
tíð, og tað, sum einabest lýsir veru-
ligu støðuna. Hetta uppskotið áttu
vit í Europa at tikið til eftirtektar.
Tað var Gorbatjov, sum broytti sov-
jettisku kósina og fór undir avvápn-
að, latið okkum í vesturheiminum
nú vísa úrslitum hansara so mikið
av virðing, at vit halda fram við av-
vápnaðinum og m.a. brúka pengar-
nar til at byggja upp aftur Sovjet.
Undirhúsið má
Dimma og polit-
iskt einaræði
Dimmalætting skrivar í
oddagrein í gjár um polit-
iska einaræðið, sum er í
landinum. Blaðið skrivar:
»Politiska einaræðið,
sum í løtuni er í hond-
um tú landsstýrisins,
sum Javnaðarflokkurin
og Fólkaflokkurin hava
skipað, hevur enn ikki
fingið upp í lag at royna
at bjarga landinum frá
at koma uppaftur úr
botninum. Javnaðar-
parturin í landsstýrin-
um, sum annars ongan-
tíð hevur verið vælsinn-
aður fyri raumagnsfe-
lagnum SEV, hevur nú
skift steðu og saman
við Fólkafloksfelaga
sínum gjert hetta felag
til eitt enn sterri mono-
polfelag enn áður við at
styrkja tess monopol
við ljósi og makt til eitt
einaræði av so at siga
sama slagi, sum sitandi
landsstýri sjálut hevur:
einki raumagnsljós utt-
an úr føroyskum vatni
og útlendskari olju, og
einki ískoyti til ljós og
framleiðsluvirkir ókeyp-
is uttantfrå fyri einki
(vindmyllur), tí at hetta
er ókeypis. Sjálut før
oysk vindmylnuvirki
telja eygsjónliga einki!
At fara undir at nýta
streymmegina í Vest-
mannasundi til at økja
um SEV hevur ongan á-
huga tú at tað kann
kosta rættiliga nógu at
fáa tað í lag, hevur sín
kostnað, men at fáa
ókeypis vindmylnur til
el-framleiðslu verður
vrakað, ti at hon kostar
einki! Tað er politikkur
SEV's, og tað er nakað
tað sama, sum er ráð-
andi politikkur hjá
Javnqdar- „ag Fólka-
Í
flokspolitikarum í Før
oyum í dag — á sama
hátt, sum monopolpoli-
tikkurin, sum galdandi
var í t& handilsmono-
poli, galdandi fyri Før
oyar í gomlum degum!
Nú henda dagin læt
varaløgmadur lands-
stýrisins, Jógvan Sund-
stein lýsa, at landsstýr-
ið var hugað fyri, at
stórar og smáar komm-
unur í landinum eiga at
ganga saman, so at
kommunutalið kundi
fara munandi niður.
Hetta ljóðar einfalt og
væl Men um smáar
kommunur greiða
skyldur sínar væl, men
sterri kommunur illa
hvussu kemur so at fáa
betri skil á hjá báðum?
Ein veit, at slíkt ber illa
til figgjarliga, ti at
smærri kommunur við-
hvert eru fíggjarliga
væl fyri men hinar
Ik ort SSA FO
størru ikki! Skilið i skík-
um landsstýrisuppskoti
man vera lítið og einki.
Men undir ellum viður-
skiftum tænir tað neyu-
an landsstýrinum, tað
stillar foroysku komm-
unurnar sjålvstyrisliga
illa«.
varðveitast
Tað munnu finnast fá
ella helst eingi tiltøk
her á landi, sum hava
verið so vælumtókt og
so gevandi fyri eldri
og onnur sum Undir-
húsið í Havn. Tað
verður sagt um staðið
í Vágsbotni, at eingin
sosialur stovnur kann
metast ájavnt við tað.
Ongastaðni verður
gjørt so gott og stórt
arbeiði fyri eldri fólk
sum her — við egnari
hjálp. Nú frætta vit
so, at vandi er fyri, at
Undirhúsið verður nið-
urlagt. Hetta er tí at
leigarin, Shell, sum
hevur hýst Undirhús-
inum, nú hevur sagt
Upp, og tí at eigarin
av helunum, ein heil-
sela í Havn, ikki veit,
hvat helini skulu
brúkast til. Vit mugu
80 bara vóna, at tað
finst gott fólk, sum
ynskja at Undirhúsin-
um skal vera lív lagað.
Hetta er eitt so týdn-
ingarmikið tiltak, ja er
sogar ein partur av
Havnar segu — farn-
ari menn ikki minst
núlivandi, so har
mugu allar góðar
kreftir nú savnast um
at tryggja, at Undir-
húsið ikki verður nið-
urlagt. Tórshavnar
Kommuna átti eisini
at tikið eina hond í.