Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. august 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 158 — 30. august 1991 Hans Tausen Olsen, býráðsformaður í Runavík: Vit hava ikki latið Star eitt einasta oyra -f&n hvussu nógv hevur Havnar Kommuna latið Skipafelagnum, spyr Hans Tausen Olsen, býráðsformaður í Runavík. -Klaksvík, Runavík og Kollafjørður hava í longri tíð latið Star stórar kreditt- ir í samband við vørugjald, hóast kommunurnar als ikki hava loyvi til tess. Vit fara ikki bert at sita sum eygleiðarar meðan onnur brúka 6légligar metodir móti okkum-. Hetta segði Poul Mic- helsen við Sosialin í síðstu viku í samband við kapp- ingina at flyta út laks, mill- um skipafelggini Star og Skipafelagið Føroyar. Or- søkin til, at kappingin mill- um hesi bæði skipafelggini eisini hevur ein ávísan kommunalan áhuga í Runavík og í Havn er, at Star fermur í Runavík og Skipafelagið í Havn. Hans Tausen Olsen, bý- ráðsformaður í Runavík sigur, at hetta vil hann ikki lata sita á sær. -Vit hava ikki latið Star eina einastu krónu. Hvørki so ella so. Heldur tvørtur- ímóti. Vit hava borið orð fyri at vera ógvuliga ídnir at krevja tað inn vit eiga til góða. Eisini frá skipafeløg- unum, og vidhvørt er hetta farið gjógnum fútarættin, sigur býráðsformaðurin í Riunavík. Star keypti pakkhúsið Hans Tausen Olsen sig- ur, at kommunan hevur heldur ikki latið ngkrum nakað í samband við pakkhúsini á bryggjuni í Runavík. Runavíkar Kommuna lat á sinni byggja eitt pakk- hús, sum seinri varð selt Skipafelagnum Føroyar fyri eina milli6n. Tradarline bygdi eitt annað pakkhús. Eftir at Traderline var farið í likvidatión keypti komm- unan pakkhúsið fyri tað hetta stóð í. Tað vil siga 4,8 milliónir. Síðani kom Star í pakk- húsið, og leigaði tað fyrstu tíðina. Leigan var 64.000 krónur um mánaðan, sum svarar til rentur, avdrátt og vanligt viðlíkahald. Seinri keypti sama skipafelag pakkhúsið fyri fult virði - 4,8 millión. Síðani hevur Star bygt sær kuldagoymslu í pakk- húsinum, sum Star hevur goldið hvørt einasta oyra av. Verugjald sambært lóg Sama er viðvíkjandi vørugjaldi. -Vit hava altíð hildið okkum til galdandi lóg og reglur, og hava hvorki slakað mótvegis Star ella nøkrum ødrum. Tað er tí tað reina vrøvl tå Poul Michelsen sigur, at vit hava brúkt kommunalar midlar at styðja eitt ávíst skipafelag, sigur Hans Tausen Olsen, og spyr hvussu nógv Havnar Kommuna hevur latið Skipafelagnum Føroyar beinleiðis ella óbeinleiðis. sSiðo3 Vit ein - Havnin tveir kassar -At býráðsformaðurin kann fáa seg til siga, at Tórshavnar Kommuna einki hevur við tað sum hendir á keigkinum í Havn at gera, er eisini heilt burt- urvið. Tórshavnar Havn hevur sjålvstødugan rokn- skap, men fyri tann skuld er sjálvsagt neyvt samband millum kommunukassan og havnakassan. Báðir kassarnir viðkoma skatt- gjaldarunum í Havn. At siga, at býráðsformaðurin einki hevur við Tórshavnar Havn at gera er einki minni enn at kasta ábyrgdina frá sær, sigur Hans Tausen Olsen. Hann leggur aftrat, at Poul Mic- helsen, sambært komm- unalógina, er heilt úti at koyra, sum hann tekur til. Frystihúsið eisini í vanda Í Runavík er eisini eitt triðja pakkhús. Hetta er frystigoymslan hjá Jóan J. Jacobsen á Glyvrum. Hans Tausen Olsen sig- ur, at Runavíkar Komm- una bygdi hesa frysti- goymslu í 1985 fyri 11,5 milliónir og seldi Jóan J. Jacobsen hana fyri tað hon kostaði at byggja. Her verður ein stórur partur av alilaksinum goymdur áðrenn hann verður avskipaður. Skal nú alifiskurin til Havnar í staðin, er eisini framtíðin hjá frystihúsinum í vanda. Hans Tausen Olsen vísir á, at hetta fyrstihúsið var tað fyrsta av sínum slag í Føroyum. Húsið kann taka ímóti 4-5000 tonsum. Kemmunalur útjavringargrunnur Hans Tausen Olsen er Hesa frystigoymsluna bygdi Runavikar. 3 Kommuna, sum tað fyrstu av sínum slag í | landinum. Fer allur alifiskur nú til Havnar, er framtíðin hjá frystigoymsluni í vanda, sigur býráðsformaðurin í Runavík. Mynd: Kalmar Hans Tausen Olsen vil ikki lata sita á sær, at Runavíkar Kommuna brúkar ólógligar metodir, sum starvsfelagið hansara í Havn, Poul Michelsen, vil vera við. Mynd: Dimmalætting sannførdur um, at vit eiga at hava ein kommunalan útjavningargrunn í Føroy- um. Hann vísir á, at allur landsumsetningurin liggur í Havn, og tað sindrið, sum í løtuni er av almennum virksemi uttan fyri Havn- ina, helst endar í Havn, heldur verandi gongd fram. -Eitt er so tað, at Havnin fær ágóðan av allari almennari umsiting, men skal Havnin nú eisini taka tað frá okkum, sum verður framleitt uttan fyri Havn- ina, er ovboðið, sigur býráðsformaðurin í Runa- vík. Á tór.-