fríggjadagur 30. august 1991síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fríggjadagin kl. 19.00:
Magnum P.I.
Magnum fjeppast uppi í tí vekru Jenni-
fer Champman, men hon hevur sterri á-
huga fyri Higgins. Ein dagin leggja tveir
menn á Magnum, og hann kann ikki
vænta nakra stórvegis hjálp frá Higgins,
tí hann gongur í síni verð — púra býttur
av Jennifer. Men mundi tað vera av til-
vild, tey hittust?
Fríggjadagin kl. 21.00:
Oklahoma
Oscarlentur filmur frá 1955. Segan fer
fram í Indianaragkinum, núverandi Okla-
homa, har cowboyin Curly verður for-
elskaður í bóndagentuni Laurey. Hon er
eisini góð við hann, men tey vísa ikki
hverjum eðrum kenslurnar. Ein cowboy,
sum júst er komin higar, fer at fjeppast
uppi í henni, og tá noyðist Curly at gera
okkurt, skal hann ikki missa hana
Leikarar: Shirley Jones, Gordon
MacRae, Rod Steiger, Gloria Grahame
og Eddie Albert.
Leygardagin kl. 14.30:
Fly mig en greve
Svenskur filmur frá 1959. Ullacarin
Knaake setir sær fyri at skipa fyri eini
operettu til frama fyri listarfólk. Hon
hevur sjálv skrivað verkið, og amaterar
skulu framfera. Men so berst frá hjá tí,
sum skal spæla greivin. Og samstundis
bróta tveir mans, pápi og sonur, inn í
íbúðina hjá Ullacarinu. Orsakað av mis-
skiljingum og eðrum verður annar tjóv-
urin valdur at spæla greivi
Leygardagin kl. 16.30:
The Disappearance
Amerikanskur familjufilmur við heims-
kenda hundinum Lassie.
Leygardagin kl. 21.33:
Klute
Oscarløntur amerikanskur filmur frá
1971. Detektivurin John Klute roynir at
finna útav, hvat er hent vinmanninum,
Tom Gruneman, sum hvarv fyri fleiri
mánaðum síðani. Legreglan hevur enn
einki funnið, og teir hava bert eitt bræv
at ganga eftir, sum Tom skrivaði til Bree
Daniels, eina skekju í New York. Tí leitar
Klute Bree upp, og í fyrstani aftrar hon
seg at hjálpa honum. Men so við og við
blíðkast hon og fortelur, at hon leingi
hevur ynskt at halda uppat við hesum
lívinum. Tey uppdaga, at onkur heldur
eyga við Bree, og meðan tey leita eftir
hesum manninum, koma tey nærri loysn-
ini. Bree heldur, at vinkona hennara
Arlyn Page, kanska veit hverjum tey
leita eftir, men tá ið tey fáa fatur í henni,
rennur hon undan. Dagin eftir verður hon
funnin myrd og síðani hvervur eisini
Bree
Leikarar: Donald Sutherland, Jane
Fonda, Charles Cioffi, Roy Scheider,
Nathan George, Dorothy Tristan, Rita
Gam.
Lagt til rættis
Ella Smith Clementsen
Hittist á tif. 156 16
tíðindablaðið Sosialurin
Sunnudagin kl. 13.55:
Presturin í Uddarbo
Svenskur filmur frá 1958. Max von
Sydow spælir hevuðsleiklutin sum
Gustaf, hin ungi prædikumaðurin, sum
fegin vil verða prestur. Men á síni leið
fær hann nógvan mótgang. Men at enda
góðkennir biskuppurin hann sum prest.
Fyrsta starv hansara verður í Uddarbo.
Har skal hann vera »adjunkt« og skúla-
prestur. Men trupulleikarnir halda fram,
og í Uddarbo er eingin kirkja.
Sunnudagin kl. 17.00:
Bring'em Back Alive
1
>, dx
Cindy Moran, Bruce Boxleitner og
Clyde Kusatsu
Amerikonsk sendirød frå 1982 um ævin-
tyraran og rithøvundin og film-mannin
Frank Buck. Søgan fer fram i Singapore,
Malaysia áðrenn seinna heimsbardaga,
har Frank livir av at fanga vill dýr og
selja tey til djóragarðar og sirkus. Hann
býrá einum hotelli, Raffles Hotell. Hann
gerst kendur, tí hann er ferur fyri at fáa
fatur á ellum dýrum livandi.
Nýggi amerikanski varakonsulin í
Singapore, hin vakra Gloria Marlowe,
skal hitta ein mann, sum hevur smuglað
skjol úr Japan um krígsætlanir. Flog-
farið, maðurin kom við, noyddist at neyð-
lenda í frumskóginum, og Gloria fer at
royna at fáa samband við Frank Buck,
sum er tann einasti, sum kann hjálpa
henni til flogfarið áðrenn japanararnir
koma
Cindy Moran og Bruce Boxleitner
Nr. 158 — 30. august 1991
Sunnudagin kl. 19.00:
Home to Stay
Amerikanskur sjónvarpsfilmur frá 1978.
Kensluborin filmur um ein gamlan bónda
frá Illinois. Abbabarn hansara hjálpir
honum at berjast móti ákærum um senili-
tet og royndum hjá soninum at fáa
garðin og pápan sendan á ellisheim.
Leikarar: Henry Fonda, Michael
McGuire, Frances Hyland, David Stam-
baugh, Kristen Vigard.
Mánadagin kl. 18.55:
Ishockey
Canada Cup — Sovjet — Sveríki. Bein-
leiðis sending.
Týsdagin kl. 18.30:
Grannar
Harry kemur til eina veitslu, og kennir
seg ikki væl komnan. Geil hittir fyrrver-
andi mann sín.
Tysdagin kl. 19.55:
Kvinnuklinikkin
Eve hittir ein mann, sum als ikki er tad,
hann letst at vera, og Nathan roynir at
hjálpa einum eldri hjúnum, sum hava
trupulleikar við kynslívinum.
Tysdagin kl. 20.50:
Tycker Till
Ein kendur persónur fær møguleika i 5
minuttir at ynskja tað, hann vil.
Útvarp Føroya
Michael Deluise, Peter de Luise, Holly
Robinson og Michael Benedetti
Hósdagin kl. 19.00:
21 Jump Street
Amerikonsk sendirød, sum byggir á eitt
»løgregluprojekt«, sum er fleiri staðni i
USA. Hetta snýr seg um serligar log-
reglumenn, sum geva seg út at vera stu-
dentar. Á henda hátt vóna teir at minka
um ungdómskriminalitetin. Teir halda til
í 21 Jump Street og leiðarin er Fuller
kapteinur
Hósdagin kl. 0.55:
Ishockey
Canada Cup
Kanada—Sveríki. Sendingin
fram, til dystur er liðugur.
heldur
Sunnudagin kl. 10.05:
Barnaútvarpið
Vit skulu hoyra Poulinu av Steinum lesa
4. part av seguni >Tann lítla gentan og
tann stóri tjóvurin< eftir Kari Vinj. Odd-
mar á Steig hevur týtt.
Sunnudagin kl. 13.40:
»Kirkju og máli
stimbur og studul«
Herfyri vóru liðin 100 år, síðani Gud-
mund Bruun, próstur og skald varð borin
í heim.
Gudmundur var sonur danska prestin
Emil Bruun, sum starvadist í Føroyum
síðst í 19. eld, fyrst i Jansagerði í Mið-
vági og síðani í Havn.
Gudmundur fór ungur til Danmarkar,
men alla ævi sína varð hann verandi for-
oyingur i sál og sinn. Gjørdi megnarverk
millum føroyingar i Danmark, m.a. vid at
stovna St. Olavs føroyska kirkjulið og
Hitt føroyska studentafelagið. Hann helt
tær flestu føroysku gudstænasturnar,
sum vóru í Keypmannahavn líka til sín
deyð í -56.
Í sendingini sunnudagin minnast vit
skaldið Gudmund Bruun, og tað verður
við nekrum av hansara kendastu sálm-
um og sangum, t.d. »Fedranna kirkja«,
og Guð signi vårt fólk“, og »Norrøna
mål«.
| Janus Mohr leggur sendingina til rætt-
is.
Morgunlestrar
i Utvarp Føroya
2.—7. september
Hesa vikuna lesur Bjørg Fjalsbak i
Klaksvik
Sálmar og bíbliuorð:
Mánadagur 2. september
nr.91 Nú komu boð við einglum
dýr
Jes. 9,6
nr. 201 Grevin sterka rivnað er
Týsdagur 3. september
nr. 162 Ver heilsað, fagra morgun-
, stund
Áp. 10,38
Mikudagur 4. september
nr. 151 Í oyðimerkum fram við
vatnsins strendur
Jóhs. 6,35
Hósdagur 5. september
nr. 161 Tyngir á teg sorgin harða
Jóhs. 11,25
Fríggjadagur 6. september
nr. 139 So ymis fellur lívsins tíð
Jóhs. 2,11
317 Hverja hugsan og hvert orð
Leygardagur 7. september
nr. 265 Ur neyðardýpi, Guð, til tin
Jónas 2,3