fríggjadagur 30. august 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fríggjadagin kl. 20.30:
Dýrafilmur
— um fuglar
Dýr tosa saman upp á nógvar ymiskar
mátar. Tað er sera áhugavert at síggja
fuglar, tá teir í paringstíðini gera seg
upp, at fáa ein maka.
Vit skulu í hesi sendingini síggja pá-
fuglin, likkur o.a. fuglar.
Fríggjadagin kl. 20.55:
Tvær familjur — 3:52
ve
Áðrenn Mike Thompson fer at leita eftir
Dianu, hugnar hann sær á baðistrondini í
Sydney.
Heima í Onglandi er dóttir hansara,
Amanda, farin at passa brúðarkjóla.
Fríggjadagin kl. 21.45:
Teir sum yvirliva
Hetta er amerikanskur filmur og er ikki
hóskandi fyri smærri bern. Ein dagin
hevur Donald (Robin Williams' fingið
nóg mikið av amerikanska samfelagnum.
Hann fer upp í herlið, sum heldur til í
fjøllunum, har teir bara bíða eftir at teir
kunnu taka valdið í landinum. Sonny
(Walter Matthau) er maðurin, sum roynir
at fáa hesar stríðshugaður garparnar at
hugsa eðrvísi.
Zorro alias Don Diego
Leygardagin kl. 20.30:
Gandakallur
Foucard, ein ferðandi gandakallur úr
Fraklandi, kemur til Los Angeles, og øll
fegnast um hann. Victoria gerst púra
býtt av honum og vil fegin fara við hon-
um at ferðast út í heimin. Men samstund-
is sum Foucard kom til Los Angeles,
vórðu nógv innbrot framd
Leygardagin kl. 20.55:
Bardagin um
tilveruna
Í dýraheiminum eru nógvir mátar at út-
vega sær ein bústað. Vit skulu m.a.
síggja eremitkrabbar, hvussu teir bera
seg at. Tað er David Attenborough, sum
ger sendingna.
Leygardagin kl. 21.45:
Guinness heimsmet
David Frost tosar við heimsins minstu,
vaksnu: tvíburðarnar John og Greg. Teir
eru 91 cm til hæddar. Vit skulu eisini
síggja Alan Jones loypa í ein hyl fullan
av slangum.
Sunnudagin kl. 14.35:
Allir mínir góðu
landsmenn
Tjekkiskur filmur frá 1968 um sosialism-
una, sum kom til Tjekkoslovakíið í 1948.
Frantisek: | Radoslav Brzobohaty.
Jozka Pyrk: Vladimir Mensik. Ocenas:
Vlastimil Bordsky.
Amariel Norðoy
Sunnudagin kl. 20.55:
Amariel Norðoy
— ein litverð
Familie Journalen og tann stóra mynda-
bíblian vóru full av myndum og hesar
vóru tað sum fyrst og fremst tendraðu
áhugan fyri listini. Seinni komu Lesi-
bekurnar og málningarnir hjá grannan-
um og Amariel Norðoy fór til endans
sjálvur at tekna og mála. Og beint nú
livir Amariel í einari litverð, sigur Ing-
álvur av Reyni listamálari og hvusu hon
sær út fara vit at vísa í sendingini um
Amariel Norðoy.
Sunnudagin kl. 22.10:
Bleak House - 3:4
Ensk sendirød við Denholm Elliot og
Judy Elrington.
Tað eydnast ikki sendiboðnum hjá
Lady Dedlocks at fáa fatur á brevunum.
Heldur ikki Tulkinghorn hevur eydnuna
við sær. Megnar hon at fáa sakferaran at
tiga? Og vil hon?
Týsdagin kl. 20.30:
»Rikin úr paradisi«
Fin sending, sum islendska sjónvarpið
gjørdi í fjør um ræðuligu viðurskiftini á
rumenskum barnaheimum.
Árni Snævar, sum hevur lagt sending-
ina til rættis, vitjar trý barnaheim har og
sjúkrahúsið, har bern við eyðkvæmi
liggja. Sendingin hevur verið víst á einari
sjónvarpsstevnu í Europa, og var so væl
umtókt, at hon fekk eina heiðurslen.
Týsdagin kl. 21.10:
Perry Mason
Blaðstjórin á einum gelublaði verður
funnin myrdur í svimjihyli sínum, og ein,
sum fyrr hevur arbeitt hjá honum, verður
handtikin. Tað er Michelle Benti. Hon
hevði góðar grundir at gera av við hann,
men Perry Mason hevur sterri áhuga fyri
hinum fýra, sum arbeiða á blaðnum.
Týsdagin kl. 21.15:
Arkitektar í Europa
— 18
Írski arkitekturin Sam Stephenson
hevur meira enn nakar annar skapað >ný-
mótans< Dublin.
Hósdagin kl. 22.00:
Tríggir kærleikar - 88
Gesta og Lilian
Vinkonan hjá Lilian, Anna Sederberg,
fær Lilian innlagda, tá ið hon er komin til
at eiga. Gesta ger próvtekuna lidna, og
verður eftir boðum frá Sederberg obersti
flogin til sjúkrahúsið, har Lilian liggur.
Heima á Boda-garðinum gongst væl
hjá pápa Gesta. Hann væntar framvegis,
at Gesta yvirtekur garðin, men mamma
hansara ivast.
Hósdagin kl. 22.50:
Konsert úr Holmen-
kollen
Vit skulu m.a. hoyra tónleik frá Bizets
Carmen, de Falla og Albeniz. Oslo Fil-
harmoniska Orkestur spælir undir leiðslu
av Rafael Fruhbeck de Burgos.