Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. august 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. „158 — 30. august.1991 Nevndin fyri Menningargrunnin hevur ikki so nógvar lániumsóknir at taka stóðu til í løtuni. Frá vinstru: Kaj Johannesen, stjóri fyri grunnin og neyndarlimirnir Martin Nielsen, Ólavur Samson, Julius Poulsen, Niclas Foldbo og Sverri Hansen, formaður. Mynd: Kalmar Menningargrunnurin hevur sera avmarkadar møguleikar Menningargrunnurin er hart kroystur av stórum tapum, og hevur tí sera avmarkaðar møguleikar at veita nýggj lán. Men lániumsóknirnar eru helur ikki nógvar Hvussu galantir nevndar- limirnir í Menningar- grunninum annars kundu hugsa sær at verið til lániumsóknir, forðar fíggj- arstøda grunnsins hesum. Sverri Hansen, formaður í nevndini fyri grunnin sigur, at lánibyrðan hjá grunninum liggur um 260 milliónir, og hesi lán kosta sjálvandi í rentum og av- dráttum. Serliga tá hugsað verður um, at grunmnurin letur út lán til so mikið lagaliga rentu, at eingin rentuvinningur verður til grunnin. Haraftrat hevur grunnurin mist rættiliga fitt av pengum seinastu árini. Í ár misti grunnurin millum 40 og 50 milliónir, og Sverri Hansen roknar við, at grunnurin í ár missir umleið 40 milliónir. Frá landsstýrinum fær grunnurin 15 miliónir, men hesar muna ikki til stórt annað enn at grunnurin sum er, kann svara sínar skyldur. Nevndarformað- urin sigur, at tað er grunnurin eisini førur fyri í ár og næsta ár, men av- markað er hvat grunnurin kann lána út. Fáar umsóknir Sverri Hansen sigur, at í seinastuni hevur grunnurin ikki fingið tað nógva av lániumsóknum. Nakrar umsóknir koma um um- fígging, men hesar hevur grunnurin víst frá sær. Formaðurin heldur, at grunnurin átók sær sera stórar skyldur í åttatiår- unum, og fleiri av hesum eftirstøðum frá teirri tidini koma ikki inn. Hetta nerv- ar framtíðina hjá grunn- inum at virka eftir sínum upprunaliga endamáli. Nýggjan málsetning Í ársfrágreiðing grunn- sins fyrr í ár verður millum annað sagt, at varð fíggjar- orkan styrkt við játtanini á fíggjarlógini vildi Menn- ingargrunnurin beinanveg- in aftur fingið tann týdning sum tað týdningarmesta ídnaðarpolitiska amboðið, ið hann var ætlaður at vera. Men hesum er í fyrstu atløgu ikki líkt til. A fíggjarlógini í ár eru avsettar 15 milliónir, og sama tal stendur aftur á fíggjarlógini fyri næsta ár. Vit spurdu Tummas Ara- bo, landsstýrismann i ídnaðarmálum, um hann ikki vil hava Menningar- grunnin at virka sum ídnaðarpolitiskt amboð, sum tikið verður til i frá- greiðingini hjá grunninum. Hesum er landsstýris- maðurin ikki í iva um. Tummas Arabo sigur, at um settar verður tvær milliónir færri ella fleiri á fíggjarlógina ger lítlan mun. Hann hevur tí biðið grunnin um at seta sær ein málsetning fyri nýtiárini, og lata sær eitt yvirlit yvir tapsvandan komandi árini. Landsstýrismaðurin sigur, at Menningargrunnurin eigur helst at leggja ser- ligan dent á annað enn tað, higartil hevur verið gjørt. tór.- Liðugt til síðsta túr Um føroyingurin er føddur við ár í hond, kann vera, men við klokku í hond er hann so ikki føddur. At halda tidarfre'stir tykist at vera heilt Ggjør- ligt. Soleiðis var eisini við ferðafólka méttøkuhusin- um og nýggju landgongu- breytini inni á Bursatanga í Havn. Tá farið varð undir arbeiðið í vår var ivasamt, um at landgongin varð liðugt til ferðamannaskip- ini byrjaðu at sigla. Nakrar fáa vikur fóru helst at ganga frå Norrøna hevði verið sín fyrsta túr, varð hildið. Men vikurnar gjørdust til mánaðir. Men tá Norrøna miku- dagin kom av sínum seinasta túri úr landsuðri, var landgongdin so frægt liðug, at hon kundi royn- ast. Sagt verður, at hon riggar væl. Uppaftur verri hevur gingist at fáa móttóku- hølini liðug. Har er enn okkurt smávegis eftir fyri at málararnir kunnu sleppa framat. Roknað verður við, at hølini eru liðug einaferð í næstu viku. Har skal m.a. toll- og passeftirlitið vera. Men tí verður íkki nógv brúk fyri á hesum sinni. tór.-