Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. august 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 158 — 30. august 1991 Niels uel Mortensen, Tvøroyri: Tað hevði verið rættari at latið virkinum fiskin - men hvat skal ein gera tå ein fær betri pris adrastadni? Niels Juel Mortensen å Tvøroyri eigur trolaran Rasmus Effersøe. Hann fer framyvir ikki at lata flakavirkinum í bygdini fiskin, men heldur sølu- felagnum Eurofish. Hesum felag, sum tvøramenn annars tveittu út av flaka- virkinum fyri trimum mánaðum síðani. Teir 14 mánaðir, hetta felag stóð leigaði flaka- virkið, minkaði arbeiði munandi, tí feskur fiskur varð fluttur av landinum. Onga viðmerking Niels Juel hevur fingið fleiri ábreiðslur fyri av- gerðina. M.a. hevur Bjarti Mohr, fiskasølustjøri, harðliga átalað tað í sjónvarpinum, og í gjár sigur Egil Olsen, Niels Juel Mortensen: Hvat skal ein gera tá ein fær betri prís frá Eurofisk enn frá Tvør- oyrar Flakavirki? stjóri á flakavirkinum, við Dimmalætting, at hetta kemur teimum »illa við<. Hann hevði vónað at virkið fekk um ikki allan, so ið hvussu er ein part av fiskinum frá Rasmusi Effersøe. Men sjålvur hevur Niel Juel ikki nógvar viðmerk- ingar til málið. Hann við- gongur fyri Sosialinum at tað >nokk hevði verið rættari at latið flaka- virkinum fiskin«, men hann letur kortini Eurofish fáa hann, tí >hvat skal man annars gera tá man fær betri pris frá teimum<. Hvgr munur er á prísinum hann fær frá Eurofisk og tí hann hevði fingið frá flakavirkinum vil hann íkki siga, men hann sigur seg ætla at . leggja tølini fram eftir at hann hevur avreitt næstu ferð. S-S- Dánjal av Rana, formaður í Fylking: Forkastiligt! - at Niels Juel Mortensen letur fiskin fara beinleiðis av landinum. Men tað er ikki nógv vit kunnu gera við tað. Hetta er eitt frítt land. - Og tá maður ger sum hann vil, ger hann sum hann er til! Arbeiðsmannafelagið Fyl- king mótmælir ikki al- ment at Rasmus Effersge avreiðir fisk sín ul Euro- fisk. Men Dánjal av Rana, formaður, hevur kortini sína hugsan um tað: - Tað er forkastiligt! sigur hann. - Tað hevur verið illa dámt at fiskur verður útfluttur sum ísað flak - men hetta líkist ongum. Nicls Juel Mortensen førir fram, at hann fær betur pris frå Eurofisk enn frå flakavirkinum. Til hetta sigur Dånjal av Rana: - Fyri einum 25 årum sidani var Niels Juel Mortensen einasti fiska- keypari å Tvøroyri - og tå læt hann altid lægri pris enn aðrir. - Og í dag avreiða bát- arnir hjá honum sjálvum hvønn stert uttanfyri bygd- ina. Tað er harmiligt, men tað er ikki nógv vit kunnu gera við tað. Hetta er eitt frítt land. - Og tá maður ger sum hann vil, ger hann, sum hann er til! Átti at hugsa um handilin Dánjal vísir eisini á, at Dánjal av Rana: Framferðin hjá Niels Juel Mortensen er forkastilig! Niels Juel hevur fleiri handlar á Tvøroyri, og at hann tí átti at hugsað um keypiorkuna hjá fólki. - Tað er jú eisini fólkið á flakavirkinum, sum keypir frá honum. Við at taka arbeiði frá teimum á hendan hátt minkar hann ikki bara teirra keypiorku, men eisini sína egnu inntøku. tíðindablaðið Myndin, sum kom skeivt í blaðið í gjár, og sum einki hevur við rættarmálið, ið varð umrett, at gera. Treytaleys umbering Í blaðnum hósdagin hava vit av ósketni sett í eina mynd av ávísum persóni í samband við eitt rættarmál, uttan at tilskila, at hon var til- vildarlig. Myndin er tikin á verkstaðnum hjá Ívan Johannesen og hevur púrt einki við umredda mál úr rættinum at gera. Hetta er aðru ferð, at júst henda myndin kemur skeivt í blaðið, og biðja vit verkstaðið hjá Ivan Johannesen og umredda persón á myndini um treytaleysa umber- ing fyri hetta sera keðiliga mistakið. Betur enn at Men hóast hann er ónggd- ur við hetta, so minnir Dánjal av Rana á, at lands- stýrið í vár beyð Niels Juel 12 milliónir fyri at leggja Rasmus Effersøe. - Fyri Niels Juel persón- liga var tað eitt gott til- Blaðstjórin boð, sum vit eiga at fegn- ast um at hann segði nei takk til - hóast alt. S-S-