Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mars 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 59 - 26. mars 2003 Nr. 59 - 26. mars 2003 3 Landsstýrismaðurin í heislumálum ynskir, at tiltøkini viðvíkj- andi fólkaheilsu og heilsufremjan verða málrættaði. Tí bjóð- aði hann mánamorg- unin til fundar í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum um hetta sera týðandi evni. Í fyrstu syftu verður fokus sett á børn og ung í skúla- aldri FYRIBYRGINGAR- FUNDUR Rúna Sivertsen Landsstýrismaðurin byrjaði fundin við at siga, at hans- ara fatan er, at fyribyrging í sær sjálvum er kríggj. - Tað er sum at fara í hernað móti skeivum heilsuatburði og atburði yvirhøvur, segði Bill Justinussen, tá hann beyð øllum at vera hjarta- liga vælkomnum til fundin um fyribyrging. Ætlanin við fundinum var í fyrsta lagi at geva landsstýrismanninum íblástur til eina fyribyrg- ingarætlan fyri Føroyar. Økini, sum familju- og heilsumálaráðið heldur hava størstan skund, eru: Kostur, rørsla, harðskapur og rúsevnir. Við hesum fyri eyga, hevði Bill bjóðað Fyribyrg- ingarráðnum, Ítróttarsam- bandi Føroya, Økonom- felag Føroya, Tollvaldinum og Løgregluni at hava framløgur fyri politikarum, heilsustarvsfólki, fráhalds- feløgum, kirkjum og sam- komum. Rúsdrekkasøla Landsins og bryggjaríini vóru eisini umboðaði á fundinum, saman við pedagogum og øðrum sum hava tilknýti til børn og ung. Rúsevnini floyma Regin Jørgensen, sum burturav arbeiðir við narko- málum hjá løgregluni, helt fyrilestur um rúsevnismis- nýtslu. - Rúsevnini floyma inn yvir okkum, segði Regin. Hann legði dent á, at hash, sum av summum verður sagt at vera meina- leyst, er eitt sera vanda- mikið evnið. Regin helt ein serstakliga viðkomandi fyrilestur, har hann vísti á, at rúsevnis- trupulleikar ofta kunnu førast heilt aftur til tíðina, tá eitt barn varð gitið í móðurlívi. Hann segði m.a., at fyrst, eitt barn er gitið, byrja for- eldrini at hugsa um, hvussu tey skulu sleppa av við barnið. Við tí sipaði hann til lívsmynstrið, vit hava í dag við stóru krøvunum, sum gera tað neyðugt hjá báðum foreldrum at arbeiða. Tað ger, at spurningurin, hvør skal ansa barninum, tá tað er komið til verðina, heldur er ein trupulleiki enn ein sjálvfylgja. Tað er umráðandi fyri børn at verða lagrað posi- tivt heilt frá byrjan av, legði løgreglumaðurin áherðlsu á. Góðir fyrilestrar Hini, sum hildu fyrilestrar vóru, Jenny Lydersen fyri Fyribyrgingarráðið, Sølvi Reinert Hansen fyri ÍSF, Bente Kjær fyri Økonom- felagið, Kjartan D. Joensen fyri Tollvaldið. Og fyri løg- regluna helt Jens Jensen, eisini fyrilestur um ar- beiðið hjá løgregluni í sam- band við rúsevnir. Vit fara í komandi bløð- um at viðgera nakað av tí, sum kom fram á fundinum. Fólkaheilsa og heilsufremjandi tiltøk fyri børn og ung Heilsan hjá børnum raðfestast høgt Hash er eitt vanda- mikið evni, sum í allarflestu førum førir til nýtslu av enn sterkari rúsevnum, sigur Regin Jørgensen, løgreglumaður, sum burturav arbeiðir við narkomálum hjá løgregluni Mynd: Rúna Sivertsen Eftir fundin fingu fólk høvi at síggja og lukta rúsevnini, sum løgreglumennirnir høvdu við sær. Í kassanum lógu pípur og onnur amboð, ið nýtt verða til rús av ymiskum slag Mynd: Rúna Sivertsen C M Y K 3 2