mikudagur 26. mars 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 59 - 26. mars 2003
Nr. 59 - 26. mars 2003
5
Jógvan Norðbúð
mátti bíða í meiri enn
eitt ár eftir at sleppa
til viðgerð á Lands-
sjúkrahúsinum. Tí
endaði hann á Suður-
oyar Sjúkrahúsi og14
dagar aftaná var hann
frískur aftur
HEILSURØKT
Áki Bertholdsen
– At liggja á Suðuroyar
Sjúkrahúsi er sum at vera
nøkrum hotelli.
Tað er niðurstøðan hjá
Jógvani Norðbúð, nú hann
er útskrivaður aftur og er
farin til arbeiðis eftir at hav
ligið á Suðuroyar Sjúkra-
húsi í nakrar dagar.
Hann er ein av teimum
heilt fáu norðoyingunum,
sum hava ligið á Suðuroyar
Sjúkrahúsi.
Men tað var ikki upp-
runaliga ætlanin, at Jógvan
Norðbúð skuldi avgreiða
sína sjúkralegu í Suður-
oynni.
– Eg var hjá lækna, har
tað varð staðfest, at eg
hevði brokk, greiðir hann
frá.
Av tí sama skuldi hann
leggjast undir skurð og
læknin gjørdi sum vant - og
skrivaði
hann
upp
til
Landssjúkrahúsið.
– Men tá ið eg so spurdi,
hvussu long bíðitíðin var,
svaraði hann, at tað fór at
ganga eitt til hálvtannað ár
til eg slapp framat.
– Tað helt eg ikki, at eg
kundi liva við og spurdi um
tað veruliga var so, at tað
ikki kundi gerast skjótari.
Tá spurdi læknin um
hann hevði tikið av, fekk eg
í boðið at fara á Suðuroyar
Sjúkrahús.
– Tað var eitt tilboð, sum
eg hjartans fegin tók av, tí
eg hevði als ongar trupul-
leikar av at fara til Suður-
oyar at verða lagdur undir
skurð. Tað einasta, sum
ráddi um hjá mær, var at fáa
tað frá hondini sum skjót-
ast.
Jógvan Norðbúð sigur, at
tað gingu ikki meiri enn 10
dagar, so fekk hann bræv
frá Suðuroyar Sjúkrahúsi
um at møta vikuna eftir.
Sostatt varð hann inn-
lagdur týsdagin í vikuni
eftir, varð lagdur undir
skurð mikudagin, varð út-
skrivaður fríggjadagin og
fór aftur til arbeiðis mána-
morgunin.
Sum ein stór familja
Jógvan Norðbúð er ógvu-
liga fegin um at hann tók av
tilboðnum at fara á Suður-
oyar Sjúkrahúsi, tí nú fekk
hann
sjúkraleguna
av-
greidda upp á 14 dagar,
heldur enn at hann skuldi
ganga í Havn og bíða í upp
til hálvtannað ár fyri at
sleppa á Landssjúkrahúsið.
– Og eg má siga, at eg
hevði ikki fingið betri mót-
tøku á nøkrum hotelli, sum
eg
fekk
á
Suðuroyar
Sjúkrahúsi. Tað var sum at
koma í eina stóra familju
og eg varð pleygaður og
passaður so væl sum tað
yvirhøvur kann lata seg
gera.
Hann heldur ikki, at tað
finnast
betri
umstøður
nakrastaðni enn tær, sum
eru á Suðuroyar Sjúkra-
húsi.
– Alt er nýtt og snotiligt
og vakurt og vælhildið, so
umstøðurnar eru fullkomn-
ar.
Hann heldur eisini, at
starvsfólkið var ómetaliga
fryntligt og fitt og hartil
dugnaligt.
– Hjá mær var hetta av
sonnum ein sólskinssøga,
sigur havnarmaðurin.
Hann sigur tí, at er talan
um eina vanliga viðgerð av
onkrum slagi vil hann upp
á tað heitasta mæla fólki til
at lata seg leggja inn á
Suðuroyar Sjúkrahúsi.
– Viðferðin sjúklingar fáa
har er fyrsta floks, bæði so
og so og er talan um eina
vanliga skurðviðgerð, í er
tað als ongin orsøk til at
bíða eftir at sleppa framat í
Havn, har tað er ovurfylt
frammanundan.
– Men er talan um við-
gerð, sum krevur stóra ser-
vitan, er sjálvandi neyðugt
at fara á Landssjúkrahúsið,
tí har hava tey bæði útgerð
og serlæknar, sum ikki eru
á teimum smáu sjúkrahús-
unum.
Jógvan Norðbúð sigur, at
hann skilir ikki, hvussu tað
ber til at, at tey smáu
sjúkrahúsini ikki verða
brúkt til fulnar, tá ið bíði-
listarnir eru so langir til
fleiri
sjúkraviðgerðir
á
Landssjúkrahúsinum.
Tað er ein sannroynd, at
eitt sjúkrahús, sum Suður-
oyar Sjúkrahús, kann við-
gera nógv fleiri fólk, enn
tey gera í løtuni, verður tað
útnyttað til fulnar.
– Tað er heilt ótrúligt og
líkist ongum at ganga eftir
teirri snotiligu gongini á
Suðuroyar sjúkrahúsi og
kaga inn á stovur og síggja
tómar sengur, samstundis
sum
fólk
norðanfjørðs
ganga og pínast og bíða í
mánaðir og ár eftir at
sleppa framat á Lands-
sjúkrahúsinum, leggur
hann afturat.
Verða tey smáu
sjúkrahúsini brúkt til
fulnar, kann bíðilistin
til nógv sløg av
sjúkraviðgerðum
minkast niður í onki
BÍÐILISTAR
Áki Bertholdsen
At tað í nógvum førum ber
til at sleppa nógv skjótari
til viðgerð á Suðuroyar
Sjúkrahúsi enn á Lands-
sjúkrahúsinum er ikki nak-
að nýtt.
Soleiðis hevur tað verið
leingi!
Kortini eru tað ógvuliga
sjáldsamt, at sjúklingar
norðanfjørðs verða lagdir
inn á Suðuroyar Sjúkrahús
til viðgerðar , heldur enn at
bíða í mánaðir og ár eftir at
sleppa framat á Lands-
sjúkrahúsinum.
Og Jógvan Norðbúð í
Havn, sum vit hava sam-
røðu við í greinini oman-
fyri, er ein av heilt fáum
norðoyingum, sum hava
tikið av tilboðnum um at
verða innlagdur á Suður-
oyar Sjúkrahúsi. Úrslitið av
tí var, at sjúkralega hansara
varð avgreidd upp á 14
dagar, ístaðin fyri at hann
skuldi ganga sjúkur í upp
til hálvtannað ár, tí so
leingi hevði tað tikið hjá
honum at sloppið framat á
Landssjúkrahúsinum.
Á Suðuroyar Sjúkrahúsið
hava tey 1200-1300 sjúk-
lingar um árið. Einar 400-
500 skurðviðgerðir verða
gjørdar á sjúkrahúsinum
um árið.
Tá ið limir í fíggjarnevnd
løgtingsins vitjaðu á Suður-
oyar Sjúkrahúsi herfyri,
fingu teir at vita, at tað ber
væl til at skurðviðgera eina
200 sjúklingar afturat á
Suðuroyar Sjúkrahúsi um
árið.
Ongin veit, hvussu tað
ber til, at sjúklingar norð-
anfjørð heldur bíða í mán-
aðir eftir at sleppa framat á
Landssjúkrahúsinum, sam-
stundis sum tað ikki meiri
enn kemur fyri, at teir
verða vístir til Suðuroyar
Sjúkrahús.
Men onkusvegna vísir
tað seg at vera trupult at fáa
læknar norðanfjørðs at
senda
sjúklingar
suður
hendavegin,
hóast
har
standa sengur tómar.
Tá fingu politikararnir
eisini at vita, at Lands-
sjúkrahúsið sendir ikki ein
tann einasta sjúkling til
Suðuroyar, hóast bíðilistar-
nir har eru langir og tað ber
til at sleppa framat í Suður-
oy upp á nakrar fáar dagar.
Tær stóru skurðviðgerð-
irnar, sum krevja nógva
servitan, ber sjálvsagt ikki
til at gera á Suðuroyar
sjúkrahúsi.
Men tá ið talan er um
smærri skurðviðgerðirnar
av ymsum slagi, er tað í
nógvum førum at tað ber til
at sleppa framat á Suður-
oyar
Sjúkrahúsi
nógv
skjótari enn á Landssjúkra-
húsinum fyri sostatt at
stytta sjúkraleguna niður í
ein brotpart av tí, hon ann-
ars hevði verið.
Leiðslan á Suðuroyar
Sjúkrahúsið heldur ikki, at
tey trý sjúkrahúsini í
heilsuverkinum eru sam-
skipað nóg væl og verða
tey samskipað, kunnu bíli-
listarnir til ávísar viðgerðir
lættliga fáast munandi nið-
ur.
Tó leggja tey á Suður-
oyar Sjúkrahúsi dent á, at
tey eru sera væl nøgd við
tað dagliga samstarvið við
Landssjúkrahúsið.
Kunnu viðgera einar
200 sjúklingar
afturat um árið
Pleygaður og passaður
í allar endar og kantar
– Hetta var ein rættilig sólskinssøga fyri meg, tí hetta er sum
at vera á nøkrum hotelli, sigur klaksvíkingurin í Havn, Jógvan
Norðbúð, úr sjúkrasongini á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Ræðisavmarkingin á
útróðrarbátinum
Nakki, sum fer úr
flotanum fyri Jógvan
S, er strikað av Fiski-
málaráðnum. Tað var
eitt mistak, at bátur-
in, sum síðan 1991
bert hevur havt loyvi
at fiska við snellu,
kortini fiskaði við
línu í eini átta ár,
sigur landsstýrismað-
urin við fiskivinnu-
málum. Báturin fær tí
fult fiskiloyvi aftur
FISKIVINNUUMSITING
Edvard Joensen
Fiskimálaráðið hevur tann
21. februar í ár boðað eig-
arunum av útróðrarbátinum
Nakki frá, at ræðisavmark-
ingin frá 21. mars 1991,
sum álegði bátinum bert at
fiska við snellu, er avtikin.
Báturin hevur í hesum
tíðarskeiði, hann var ræðis-
avmarkaður til snelluveiðu,
verið skrásettur hjá Fiski-
veiðieftirlitinum við 80 til-
lutaðum línudøgum á inn-
aru landleiðini og 30 døg-
um á Bankanum. Talan er
um eitt umsitingarligt mis-
tak, sum nú er gjørt lógligt,
sigur landsstýrismaðurin.
Í skjølum, Sosialurin
hevur fingið innlit í, sæst,
at Fiskimálaráðið tann 21.
februar 2003 hevur boðað
Sp/f Nakki í Klaksvík frá,
at Fiskimálaráðið hevur
gjørt av at strika ræðisav-
markingina, sum bert gevur
bátinum, sum tá æt Glottin,
lovyi at royna við snellu,
eins og hon slær fast, at
báturin:
.........»ikki má seljast
uttan so, at keyparin góð-
kennir hesa avmarking í
nýtsluni av farinum. Hend-
an ræðisavmarking er eisini
galdandi, um fiskifarið
tekur lut í fiskiveiðu av
fiskakvotu hjá Føroyum
uttan fyri føroyskt sjóøki«.
So er kvirt um Glottan,
sum kortini hevur fingið
línudagar tillutaðar, hóast
hann ikki má fiska við
línum
sambært
somu
ræðisavmarking.
Tann 29. apríl 2002
hómast Glottin aftur, tá
biðið verður um, at hann -
nú undir navninum Barið -
saman við Skørini sleppur
at lata síni fiskiloyvi til
Ågot 1, sum seinni fær
navnið Jógvan S.
Við hesi strikan av ræðis-
avmarkingini flytir Fiski-
málaráðið í veruleikanum
eitt fiski- og veiðiloyvi
millum tveir bólkar, og
leggur lunnar undir, at ein
útróðrarbátur undir 40 tons
í veruleikanum letur loyvi
síni til eitt línuskip, sum er
umleið 330 tons til støddar.
Tó saman við einum øðrum
útróðrarbáti undir 80 tons.
Sama dag, sum Sosialur-
in tekur málið upp og biður
um skjalainnlit, váttar ver-
andi eigari av Glottanum,
sum nú eitur Barið, eina
nýggja ræðisamarking, sum
sigur, at báturin ikki má
verða
nýttur
aftur
til
fiskiskap undir føroyskum
flaggi. Báturin má heldur
ikki seljast, uttan ein møgu-
ligur keypari eisini gongur
undir somu treyt, stendur í
váttanini.
Hendan gongdin við, at
báturin fram til 1. septemb-
er 2002 hevur fingið línu-
dagar tillutaðar, háost hann
bara hevur havt loyvi at
fiska við snellu, og so
knappliga tá fær snellu-
dagar og ongan línudag,
fyri síðan aftir at fáa ræð-
isavmarkingina heilt strik-
aða á vári 2003, kemst av
einum
umsitingarligum
mistakið í Fiskimálastýrin-
um í 1994, sigur Jacob
Vestergaard,
landsstýris-
maður við fiskivinnumál-
um.
Hann greiðir frá, at tá
lógin um vinnuliga fiski-
skap kom í gildi, varð ikki
ansað eftir, tá fiskiloyvið til
Glottan varð skrivað út, at
hann bert hevði loyvi at
fiska við snellu. Hann fekk
tí eitt vanligt fiskiloyvi,
sum gav rætt til bæði línu-
og snelluveiðu undir Føroy-
um.
Hetta loyvið var so end-
urnýggjað á hvørjum ári
fram til fiskiárið 2002-
2003, tá umsitingin varð
varug við, at her var skeivt
atborið.
Men nú bar iki til at
krevja bátin ræðisavmark-
aðan aftur til snelluveiðu,
sigur landsstýrismaðurin.
Tí løgfrøðiligar metingar
bæði í Fiskimálaráðnum og
frá óvildugum løgfrøðing-
um søgdu, at nú hevði hetta
staðið so leingi uppá, at
báturin hevði hevdsrætt
upp á eitt vanligt fiskiloyvi.
Sostatt varð gjørt av í
Fiskimálaráðnum at gera
sítt egna mistak lógligt.
Ræðisavmarkingin
hjá
Glottanum, sum nú eitur
Barið, varð strikað, og bát-
urin kann lata sítt fiskilovyi
til eitt línuskip, sum verður
bólkað í bólki 4B, uttan at
talan kortini er um at flyta
millum høvuðsbólkar.
Fiskimálaráðið ger egið mistak lógligt
Fiskimálastýrið gloymdi, tá lógin um vinnuliga fiskiskap kom í gildi í 1994, at Glottin var ræðisavmarkaður til snelluveiðu. Báturin fekk tí í sjey ár vanlgt
fiskiloyvi við rætti til at rógva út við línu undir Føroyum
Landsstýrismaðurin við
fiskivinnumálum, Jacob
Vestergaard, sigur, at
løgfrøðingarnir hava gjørt av,
at orsakað av, at so long tí er
gingin nvið mistakinum, ber
ikki til at geva bátinum
annað enn vanligt fiskiloyvi í
frmatíðini
C
M
Y
K
5
4