Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mars 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 59 - 26. mars 2003 Nr. 59 - 26. mars 2003 7 Stuttan steðg Týsku landsliðs- leikararnir ætla ikki at vera í Før- oyum longri enn hægst neyðugt DYSTUR Heri á Rógvi Besta týska landsliðið í fótbólti skal spæla á Tórsvøll mikudagin hin 11. juni. Men týsku leikararnir ætla ikki at steðga longri enn í Føroyum enn hægst neyðugt. Ìsak Mikladal, aðal- skrivari hjá FSF, upp- lýsir, týsku leikararnir koma til Føroya úr Skotlandi, har liðið leygardagin hin 7. juni skal spæla móti Skot- landi. Týskararnir fara at venja týskvøldið kl. 18 á Tórsvølli, har øll kunnu koma at hyggja, sum hava hug. Mikudagin verður eitt stutt venjing fyri at gera leikararnar klárar til dystin mikukvøldið. Ísak Mikladal sigur, at týska landsliðið vil sleppa avstað longu sama kvøld, men tað er ikki vist, um hetta ber til. Annars fara týsku stjørnurnar avstað hós- morgunin 12. juni. Føroyar v Týskland: Prísurin og áhugin í topp 7. apríl byrjar at- gongumerkjasølan til landsdystin millum Føroyar og Týskland á Tórsvøll. Atgongu- merki kunnu bíleggj- ast, og kostnaðurin fyri vaksin verður 250 kr. í forsølu DYSTUR Heri á Rógvi 11. juni umleið klokkan sjey á kvøldi hittast A- landsliðini hjá Týsklandi og Føroyum á Tórsvølli. Hetta er helst størsta ítróttahending í Føroyum, og áhugin er longu stórur. Hetta er kanska eisini or- søkin til, at prísurin fyri at- gongumerki eisini røkkur nýggjar hæddir. Ert tú seytjan ár ella eldir, skalt tú gjalda 250 kr. fyri eitt atgongumerki til dystin í forsølu. Tey, ið eru sekstan ár og yngri, sleppa inn fyri hundrað krónur. Hetta er væl meira, enn vanligi kostnaðurin hevur verið seinastu árini, men tá hevur tað heldur ikki verið Týskland, sum hevur vitjað. 7. apríl byrjar forsølan til dystin. Eisini her eru broyt- ingar gjørdar í mun til und- anfarnu dystir. Til ber ikki longur bara at fara á post- húsið at keypa sær eitt at- gongumerki. Til dystin móti Týsklandi kunnu at- gongumerkini bíleggjast frá FSF. Ísak Mikladal upplýsir, at frá 3. apríl at rokna verður gjørligt at heinta bílegging- arskjal av heimasíðuni hjá FSF. Forsølan heldur fram til 5. mai. Verður útselt verður sjálvandi steðgað áðrenn. Bíleggingar verða bert góðtiknar, um tær verða sendar beinleiðis til FSF og upplýst verður navn og bústað á hvørjum persóni fyri hvørt atgongumerki. – So hvørt sum bílegg- ingar verða góðkendar, fær bíleggjarin fráboðan um hetta, við upplýsing um plássini og við áheitan um at rinda fyri atgongumerk- ini, ein freist verður sett fyri nær rindast skal, um ikki verður goldið til tíðina, verða atgongumerkini seld øðrum. Tey, sum hava rinda fyri atgongumerkini, fáa hesi sendandi 10 dagar áðrenn dystin, sigur Ísak Mikladal. Til ber at biðja um ávís pláss, men tað er ikki vist, at alt letur seg gera. 4650 Tórsvøllur hevur í alt eini 6.000 setur. Vitjandi liðið fær 10% av atgongumerkj- unum at selja til sínar áskoðarar, t.e. 600 áskoðarar. Ísak Mikladal sigur, at hesi atgongumerki langt síðani eru seld. Fótbólts- sambandið vil hava upplýst frá týska fótbóltssamband- inum, DFB, navni á hvørj- um áskoðara, og ferðingin til og úr Føroyum skal upp- lýsast, og innivist í Føroy- um skal kunna ávísast. – Vit gera hesi átøk fyri betri at kunna stýra gongd- ini, soleiðis at tað ikki koma ov nógv fólk, sum ongastaðni hava at vera, sigur Ísak Mikladal. Afturat teimum seks- hundrað atgongumerkjun- um til áskoðarar fær DFB 150 atgongumerki til sínar stuðlar. Týskararnir fara eftir ætl- an at sita við húsið á lang- síðuni vestureftir, soleiðis at týskarar fara at fylla tað mesta av hesi síðuni. FSF fer væntandi at nýta 600 atgongumerki til sínar stuðlar v.m., og hetta merk- ir, at 4.650 atgongumerki verða seld almenninginum, sigur Ìsak Mikladal. Vinningur Dysturin móti næst besta landsliðnum í heiminum fer væntandi at kasta heilt fitt av peningi av til Fótbóltssambandið. – Vit rokna við, at tað verður útselt til dystin. Àbendingar siga okkum, at áhugin er stórur. Vanliga plagar luttaka í undankapp- ingum at geva hall, men nú hava vit møguleikan at gjalda okkurt skuld aftur, sigur Ísak Mikladal, aðal- skrivari í Fótbóltssambandi Føroya. Hann sigur, at hetta er besta lutakastið hjá før- oyska landsliðnum, síðani farið varð upp í altjóða kappingar fyri skjótt fimtan árum síðani. – Tað gongur ikki, at vit skulu bíða fimtan ár aftur- at, sigur Ísak Mikladal. Kostnaðurin fyri atgongumerki er: Forsøla: Børn 0 - 16 ár kr. 100,00 Vaksin 17 ár og eldri kr. 250.00 Við inngongdina: Børn 0-16 ár kr. 140,00 Vaksin 17 ár og eldri kr. 300,00 Atongumerkini verða seld í forsølu frá mána- degnum 7. apríl. Almenningurin hevur møguleika at keypa 4.650 atgongumerki. Bíleggjast skal við navni og bústaði á hvørjum einstøkum persóni, ið ynskir at ogna sær atgongu- merki Fakta Dysturin millum Føroyar og Týskland á Tórsvølli er størsti fongurin hjá FSF, síðani farið varð upp í altjóða fótbólt, og hetta sæst eisini aftur á atgongumerkjaprísunum. Mynd: Àlvur Haraldsen Umskipan á Tórsvølli Til dystin móti Týsk- landi sleppa fólk ikki longur at ganga á as- faltinum rundanum vøllin. Fólk skulu í framtíð- ini venja seg við, at hvør tribuna hevur sína inngongd. Tórsvøllur hevur fingið játtað pening frá Tórshavnar komm- unu til at gera hetta ar- beiðið, og samstundis verða eisini nøkur nýggj WC sett upp til hvørja tribunu. – Hetta hevur verið meiningin alla tíðinia, men vit hava ikki havt pengarnar fyrr enn nú, sigur Poul Michelsen, formaður í grunninum fyri Tórsvøll. DJ Freedom kemur nú aftur til Føroya. Komandi vikuskiftið fer hann at hava tvær konsertir. Eina í Klaksvíkar Klubba og eina í mentanar- húsinum í Fuglafirði KONSERT Solby A. Eliasen DJ Freedom verður nú aftur at síggja í Føroyum. Hann kemur til Føroyar at hava tvær konsertir komandi vikuskiftið. Tað er Hav- grímur Johannesen og Plat- form, sum hava heitt á hann at koma aftur hendanvegin. Hann var herheima í fjør. Tá var hann í TB húsinum og í Platform. Báðar kon- sertirnar tá vóru útseldar, og fólk lótu væl at. Men havnafólk verða tó ikki heilt snýtt fyri Freedom hesuferð. Hann kemur upp- aftur til Føroya um einar tvær ella tríggjar vikur, og tá fer hann at hava tvær konsertir í Platform. Freedom kemur til Før- oya í kjalarvørrinum at sín- ari fyrstu fløguútgávu, sum hevur fingið heitið Hang On. Hann hevur júst lagt ta seinastu hondina á útgáv- una, sum uttan iva hevur fleiri góð hitt, sum fara at dundra út úr hátalarum í flestu diskotekunum í ríkin- um. Hang On var somuleiðis tað fyrsta hittið, sum hann kom fram við. Hann hoyrdi henda sangin fyrstu ferð í einum lítlum býi, har hann var DJ, og hann hoyrdi beinanvegin, at her var ein sangur, sum kundu verða eitt stórt hitt, um ein gjørdi okkurt við hann fyri at poppa hann upp eitt sindur. Og rætt fekk hann, tí Hang On reyk beinleiðis upp á toppin á danska dans-chart listanum og varð liggjandi har í heilar 21 vikur. Síðani gav hann eitt annað lag út, sum eitur Susanna, og tað fekk líka so góða móttøku, og var atkvøtt beinleiðis inn á eitt 10. pláss á danska dans-chart listanum, sum DJ-arar í Danmark atkvøða til. Sum sagt, so verður Free- dom at síggja í Klaksvíkar Klubba fríggjakvøldið og í mentanarhúsinum í Fugla- firði leygarkvøldið. At- gongumerki fáast við dyrn- ar, sum verða opnar frá klokkan 23 til 04. Tá umboð fyri Strandferðsluna og Føroya Landsstýri høvdu verið úti og etið døgurða saman við teimum á skipa- smiðjuni í Spania, gjørdust fleiri av teimum sjúk. Gitt verður, at talan er um salmonella-eitran MAT-EITRAN Solby A. Eliasen Av fimm føroyingum gjør- dust fýra sjúkir eftir at hava etið døgurða aftaná, at kjøl- urin var strektur. Ein av teimum, sum bleiv rættiliga illa fyri, var landsstýris- maðurin Bjarni Djurholm. – Eg havi ikki verið so sjúkur í lívinum, sigur Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnu og samferðslumálum, tá Sosi- alurin fær fatur á honum hansara fyrsta arbeiðsdag, síðani hann kom heimaftur hósdagin. Hann greiðir frá, at tá alt við kjølinum á nýggja suð- uroyarskipinum var liðugt og teir fundir, sum skuldi verða, høvdu verið, fóru fólk út at eta. Tað var ein púra vanligur døgurði, har onkur bílegði sær fisk, meðan onnur heldur vildu eta kjøt. Sjálvur át lands- stýrismaðurin kjøt. Forrætt- urin var skeljadjór, og omaná fingu tey okkurt slag av køku, og tað er møguliga har, tey hava fingið eitranina frá, heldur Bjarni Djurholm, men hann veit tað ikki fyri vissu. Hann kennir ikki smálut- irnar í sambandi við hetta, men hann veit, at Strand- ferðslan fer at ella hevur gjørt vart við, at fólk gjør- dust sjúk av matinum hetta kvøldið. – Tað vóru møguliga rá egg í køkunum, sum tey fingu omaná, sigur hann. Í øllum førum gjørdust øll sjúk, sum høvdu etið av teimum. Um náttina vaknaði hann og var heilt illa fyri. Magin var púra oyðilagdur, og hann hevði fepur. Tá hann fór heim við flúgvaranum dagin eftir var støðan fram- vegis líka ring. Hann hevði yvir 39 í fepuri og var illa fyri. Tað var alt annað enn stuttligt hjá honum at noyð- ast at sita í flúgvara og vera so sjúkur. Heimkomin, fór hann beint í songina at liggja og varð liggjandi í fleiri dagar. Týsdagin var støðan so mikið batna, at hann kundi fara aftur til arbeiðis – nærum eina viku eftir døgurðan. Strandferðslan ger vart við, at fólk gjørdust sjúk eftir døgurðan, og hvat síð- ani hendir, veit Bjarni Djur- holm ikki at siga. Hann veit tó, at tað ikki bert vóru før- oyingarnir, sum gjørdust sjúkir. – Nøkur frá skipasmiðj- uni hava eisini ligið hesa vikuna, sigur hann. Tað var bert tann eini føroyingur, sum slapp við skrekkinum og ikki bleiv sjúkur. Mikudagin í seinastu viku varð kjølurin til nýggja suðuroyar- skipið strektur á skipasmiðjuni í Spania SKIPASMÍÐ Solby A. Eliasen Tvey umboð fyri Føroya Landsstýri og trý fyri Strandferðsluna vóru til- staðar, tá kjølurin bleiv strektur mikudagin. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í samferðslu- málum var ein teirra, sum var har. Hann sigur, at tað var eitt ynski frá skipa- smiðjuni, at umboð úr Før- oyum vóru tilstaðar. Eftir at fyrsta sektiónin av kjølin- um var strekt, var ein kunn- andi fundur. Síðani var ein døgurði fyri teimum, sum vóru tilstaðar. – Tað var fyri so vítt tað, sum gekk fyri seg harniðri, greiðir Bjarni Djurholm frá. Hann leggur afturat, at hetta var ein blandingur av einum arbeiðstúri og einum túri til strekkingina av kjøl- inum. Tí Strandferðslan og fyritøkan Knud Hansen, sum hevur projekteringina av nýggja suðuroyarskipin- um, nýttu høvi til at hava nakrar fundir eisini, har tey fingu ymisk viðurskifti upp á pláss aftur. Leiðin gekk heimaftur longu dagin eftir. Freedom aftur til Føroyar Landsstýrismaður fekk mateitran Kjølurin á nýggja suðuroyarskipinum strektur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, var tilstaðar, tá kjølurin á nýggja suðuroyarskipinum varð strektur mikudagin í seinastu viku DJ Freedom verður aftur í Føroyum komandi vikuskiftið. Fríggjakvøldið í Klaksvík og leygarkvøldið í Fuglafirði Bjarni Djurholm var ein av teimum, sum bleiv rættiliga sjúkur eftir ein døgurða í samband við, at kjølurin á nýggja suðuroyar- skipinum varð strektur C M Y K 7 6