mikudagur 26. mars 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 59 - 26. mars 2003
Nr. 59 - 26. mars 2003
9
Nóg mikið er av fiskakassum
Tá ið fiskurin var
mestur í síðstu viku,
og trupulleikarnir hjá
landingarmiðstøðunu
m vóru størstir vegna
kassatrot, hevði
Kassamiðstøðin
35.000 kassar eftir á
goymslu, sigur Kári í
Garði
KASSATRUPULLEIKIN
Vilmund Jacobsen
Kári í Garði, stjóri á Kassa-
miðstøðini á Toftum, er
sannførdur um, at trupul-
leikin við kassum, sum ver-
ið hevur í langa tíð, stendst
ikki av, at ov fáir kassar eru
í skipanini hjá Kassamið-
støðini.
- Hóast fiskiskapurin er
vaksin sera nógv seinastu
árini, og ein veksandi part-
ur av fiskinum fer heilur av
landinum, hevur Kassamið-
støðin megnað at havt kass-
ar tøkar, sigur stjórin, sum
hevur sent fjølmiðlunum
eitt skriv um hesi viður-
skifti.
Hann vísir á, at í seinastu
viku stóðst mikið rok av, at
ov fáir fiskakassar skuldu
vera, og at útróðrarfiskur
sostatt mátti seljast óskyld-
ur – við tí úrsliti, at prísurin
lækkaði.
- Men tá ið mest fiskur
kom uppá land hesar dagar,
hevði
Kassamiðstøðin
35.000
kassar
eftir
á
goymslu.
Tí er tað ikki rætt, sigur
Kári í Garði, tá ið Fiska-
marknaður Føroya førir
fram, at neyðugt var at selja
útróðrarfisk óskildan vegna
kassatrot.
Hvar er trupulleikin?
- Fiskamarknaður Føroya
hevur seinasta árið gjørt
íløgur í stór skiljibond,
bæði í Klaksvík og á Toft-
um. Sum skilst, kunnu hesi
skilja 8 kassar um minuttin
í part ella 1.000 tons um
samdøgnið - í smáar kassar.
Kári heldur, at um hetta
ikki er nóg mikið, standa
nógv skiljibond runt á
virkjunum, sum uttan iva
kunnu leigast, tá ið ástend-
ur.
- Kassarnar skal Kassa-
miðstøðin koma við, leggur
stjórin dent á og spyr, hvar
trupulleikin er??
Kári í Garði heldur, at tað
hevði verið meira hóskandi
hjá Fiskamarknaði Føroya
at fyrireikað seg til støðuna
og verið við at loyst upp-
gávuna – heldur enn bara at
koma við atfinningum.
250.000 kassar
Í skrivinum, vísir stjórin á,
at Kassamiðstøðin er eitt
partafelag, sum er stovnað
av vinnuni í 1995. Endamál-
ið er at hava tøkar fiska-
kassar til fiskivinnuna, og at
halda hesar viðlíka.
- Síðan byrjanina, hava
vit keypt 250.000 kassar
fyri 56 milj. krónur, og bert
seinasta árið eru keyptir
50.000 kassar fyri 16 milj.
krónur, sigur Kári í Garði.
- Fiskamarknaður Føroya
átti heldur at fyrireikað seg
til støðuna og verið við til at
loyst trupulleikarnar enn
bert at funnist at, heldur
Kári í Garði, stjóri á Kassa-
miðstøðini. Í Útvarpinum í
mánakvøldið segði John
Nielsen, stjóri á Fiskamarkn-
aðinum, at tey fara at skipa
so fyri, at allur fiskur verður
skildur.
Hetta er líka nógv,
sum øll botnfiska-
veiðan undir Føroy-
um. Ein kanning vísir,
at bæði norskir,
svenskir og bretskir
brúkarar eru positivir
mótvegis aldum toski,
men teir vilja treyð-
ugt gjalda líka nógv
fyri alda fiskin sum
fyri tann villa
TOSKAALING
Vilmund Jacobsen
Herfyri skrivaðu vit, at eitt
felag í Noregi, Villa Cod
Farm, sum fæst við toska-
aling, hevði fingið í miðal
43 norskar krónur fyri kilo
av aldum toski. Hetta vóru
12 tons av avhøvdaðum og
ísaðum fiski, sum fór til
keyparar í Fraklandi.
Sum skilst í Noregi, eru
stórar vónir til toskaaling-
ina. Gongst, sum ætlað,
fara norðmenn helst at selja
eini 100.000 tons av aldum
toski um árið um eini tíggju
ár. Tað er líka nógv, sum øll
botnfiskaveiðan undir Før-
oyum í eitt heilt ár!
Í Bretlandi, har tey so
smátt eisini eru farin undir
at ala tosk, vænta tey, at
stórur marknaður er fyri
alda toskinum. Ivi er tó um
prísin – og hvussu væl tað í
framtíðini fer at loysa seg at
ala tosk.
Norðmenn fegnast um
góðu søluútlitini fyri aldum
toski í Bretlandi.
Brúkarar positivir
Í Bretlandi hava tey nú ein-
ar 4-5 smoltstøðir til tosk
og tvey alibrúk. Mett verð-
ur, at fyrstu toskarnir verða
sendir á marknaðin í 2005-
2006. Helst verður talan
bara um eini 400 tons av
aldum fiski tað fyrsta árið,
men bretar vænta, at talið
verður tvífaldað longu árið
eftir, at fyrstu aldu toskar-
nir eru sendir á marknaðin.
Ein kanning vísir, at bæði
norskir, svenskir og bretsk-
ir brúkarar eru positivir
mótvegis aldum toski, men
teir vilja treyðugt gjalda
líka nógv fyri henda fiskin
sum fyri tann villa.
Minsti prísurin fyri villan,
avhøvdaðan tosk hjá norska
ráfiskafelagnum er í løtuni
15 norskar krónur fyri kg.
Hevði hesin fiskurin ver-
ið aldur, hevði kiloprísurin
bara rokkið til kostnaðin av
smolti, fóðuri og arbeiðs-
lønir.
Feskleiki og dygd
Bretar ugga tó norðmenn
við at siga, at ymisku hand-
ilsketurnar í Bretlandi eis-
ini geva ymiskar prísir fyri
vøruna. Í Marks & Spenser
kostar eitt kilo av toski 13
pund, meðan prísurin er
eini trý pund lægri, har
fiskurin er bíligast.
- Tí er tað týdningarmik-
ið, hvønn marknað tú vend-
ir tær til. Toskurin er fyri al-
menningin, og villi toskur-
in er hóttur. Hetta merkir, at
tørvur eisini verður á aldum
fiski.
Bretskur
fiskakeypari
sigur, at teir, sum ala og
selja tosk, eiga at leggja
dent á trygga leveransu,
feskleika og góðan fisk.
- Tá fara keypararnir at
síggja, hvussu týdningar-
mikil hesin fiskur er, sigur
bretskur fiskakeypari.
Um 10 ár framleiða norðmenn
100.000 tons av aldum toski
Villi toskurin er hóttur. Tí eru brúkarar í Noregi, Svøríki og Bretlandi positivir mótvegis alda
toskinum
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Mánadagin keypti Fiska-
virking í Saltangará upsan
hjá partrolarunum, Smar-
agd og Safir. Báðir vóru
fullir. Veiðan hjá skipun-
um vá eini 200.000-
220.000 pund tilsamans.
Av
hesum
var
eini
170.000 pund upsi. Restin
var hvítur fiskur.
Tá
ið
mánadagurin
byrjaði, hevði Fiskavirk-
ing í Saltangará eini
80.000-90.000 pund nið-
urfyri frá vikuni fyri.
Jaspis og Ametyst land-
aðu nevniliga síðsta hós-
dag. Teir vóru aftur hesa-
ferð fullir undir líkurnar,
eini 220.000 pund tilsam-
ans. Meginparturin av
veiðini var upsi, eini
180.000 pund, sum virkið
í Saltangará keypti.
Skipini høvdu eisini
nakað av hvítum fiski,
sum onnur virki keyptu.
Í Saltangará siga tey seg
hava nóg mikið av fiski
fram til hósdagin.
Trolarar fullir
av upsa
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kristina Jespersen
í Hvalba 85 ár
Í dag, 26. mars, verður
Kristina Jespersen í Hvalba
85 ár. Foreldrini vóru
Mikkalina og Niels Pauli
Norðberg. Hon er elst av 11
systkjum, har eftir á lívi eru
Archibald, Evald, Dánjal,
Jacob og tvíburarnir Kári
og Róald. Tey fýra, sum
farin eru, eru Niman, Karin
Jens og Óli. Sum ung ar-
beiddi Kristina í fiski í
Vági, og hon tænti eisini
eitt skifti hjá bóndahjún-
unum í Kirkjubø. Í 1946
giftist hon við Høgna Jesp-
ersen, sum eisini var úr
Hvalba. Saman høvdu tey
handil, til Høgni doyði í
1986, 68 ára gamal. Krist-
ina átti fimm børn, tvær
døtur eru í Havn og ein-
sonur í Hvalba. Hini bæði
eru deyð. Í dag, føðingar-
dagin, verður Kristina at
hitta heima frá klokkan
11–16.
Dagurin
26. mars. Gabriel. Beint eftir mariumessu er nevndur
høvuðseingilin Gabriel, sum bar tey góðu tíðindi. Navnið
merkir guðsmaður.
Kristina saman við yngsta ta ommusoninum, Jónas
85 ár
Í dag, 26. mars, verður Kristina Jespersen, Hvalba,
85 ár. Hon verður at hitta heima frá kl. 11.00 til
16.00.
80 ár
Í dag, 26. mars, verður Esther Davidsen, Æðuvík, 80
ár. Dagurin verður hildin hjá dóttrini í Æðuvík kl.
20.30.
Sjálvstýrisflokkur
in nýggjan lands-
felagsskrivara
6. februar varð Jónas
Johnsson valdur til skrivara
í landsnevnd Sjálvstýris-
floksins, har hann eisini er
varalimur fyri umboðið úr
Suðurstreymi, Ásu Olsen,
ið er næstformaður flok-
sins. Hann er eisini næst-
formaður í Suðurstreym-
oyar Sjálvstýrisfelag, stýr-
islimur í ALV, kontaktper-
sónur fyri fysioterapeautar
í praksis, nevndarlimur í
Fysioterapeutfelag Føroya,
umboð fyri Føroyar í um-
boðsráðnum hjá Danske
Fysioterapeuter og varalim-
ur í sama felag.
Jónas er føddur í Reykja-
vík 20. apríl 1949, sonur
Hallgerð og John Sivertsen.
Hann er næstur av seks
brøðrum. Jónas er útbúgvin
fysioterapeutur og rekur
sína egnu fysioterapistovu í
Kollafirði, har hann saman
við familjuni hevur búð
seinastu 23 árini. Hann
giftist í 1977 og eigur eina
dóttir og ein son.
Foreldrini
hjá
Jónas
vuksu bæði upp við Gjógv,
tó at móðurættin er av Eiði.
Foreldrini hjá Hallgerð,
Kristianna og Jóhan Kall-
soy, búðu 25 ár við Gjógv,
har Jóhan var lærari. Hann
var eisini løgtingsmaður
fyri Sjálvstýrisflokkin í
nógv ár. Hin abbin var
Kristjan á Fløtti (Sivert-
sen), skipari, og omman var
Andrea, sum livdi til hon
bleiv 101 ára gomul.
Hóast Jónas búði í Havn
sum ungur, búði hann við
Gjógv skúlaárið 1958-59.
Tá upplivdi hann bygda-
samfelagið sum tað var tá.
Skúladagurin byrjaði við at
reka kúnna av básinum í
kjallaranum,
ígjøgnum
bygdina, niðan eftir geilini
og um garðaliðið. Tá galt
eisini nógv um at stíga
uttanum nógvu mykjuna.
Har var ein serligur roykur
allastaðni, sum nú er horv-
in.
Ferðasamband
við
bygdina var tvær ferðir um
vikuna – um tað viðraði. Til
dømis komu Smiril og
Brittons Pride. "Lítli Hvíti"
hjá Stóra Peturi førdi fólk
og farm í land, fullfermdur
til stokkin, ofta sleipandi
tunnur við petroleumi og
øðrum. Síðan var hivað,
lorað og borið úr gjónni.
Men fólk høvdu tað sera
gott, sæð úr barnaeygum.
Jónas hevur eisini aðrar
royndir, sum t.d. sjómaður,
postmaður,
húsasmiður,
múrari og sum barnavernd-
arlimur.
JH
Føroya Elliskafør
aðalfund
Leygardagin
22.
mars
hevði áhugafelagið Føroya
Ellisakfør aðalfund í fe-
lagshølunum Yviri
við
Strond 22. Áðrenn aðal-
fundin sá nevndin soleiðis
út: Ingi Justinussen for-
maður, John William Old
næstformaður, Jens Reinert
skrivari, Hans Jørn Nielsen
kassameistari, Jóhan Beder
nevndarlimur,
Júst Sivertsen og Helgi
Magnusarson
eykalimir.
Fyri vali stóðu Jens Reinert
og John William Old. Jens
Reinert bar seg undan, og í
hansara stað bleiv Rúni
Nielsen valdur.
Ingi Justinussen,
formaður í Føroya
Ellisakførum
C
M
Y
K
9
8
Fullfíggjað bókhalds-
skipan á alnetinum
ger bókhald lættari
BÚSKAPUR
Tíðindi frá Kervinum
Á www.e-conomic.fo hava
øll atgongd til eina sera
snildisliga skipan, sum
kann brúkast uttan mun til,
hvar í heiminum ein er
staddur, bara ein hevur at-
gongd til alnetið. E-conom-
ic er ein nýskapan, sum vís-
ir at føroyskar fyritøkur eis-
ini kunnu verða við í
fremstu røð, tá talan er um
at gagnnýta nýggjastu tøkn-
ina.
Sera brúkaravinarlig
Skipanin, sum er ment av
grannskoðarum og reklam-
ufólki í Danmark, við før-
oyskum samstarvi. Stórt ar-
beiði er lagt í at gera skip-
anina so einfalda at brúka
sum gjørligt, og hon verður
mett sum tann besta og
mest feilfría skipanin á
marknaðinum. Skipanin er
ummæld í bløðum sum PC
World og Alt om Net, og
fær sera góð skoðsmál.
E-conomic er heildar-
loysn, har kundin rindar eitt
mánaðargjald fyri nýtslu av
skipanini. Kervi spf. rekur
skipanina, undir sera trygg-
um viðurskiftum. Skipanin
er gjørd við SSL-tøkni eins
og netbankar. Raksturin fer
fram undir tryggum og
skipaðum
viðurskiftum
undir eftirliti av grannskoð-
arum.
Nýggir møguleikar
Internetbókhald við E-con-
omic gevur nógvar møgu-
leikar í mun til vanligar
bókhaldsskipanir.
Við E-conomic ber til at
býta arbeiðið sundur, og
lata fleiri fólk hava atgongd
til hvønn sín part av bók-
haldsskipanini, til dømis
lata sølufólk sjálv faktur-
era, bókhaldaran bóka.
Stjórin hevur altíð eitt dag-
ført yvirlit og granskoðarin
kann hava regluligt eftirlit,
alt í somu skipan, uttan
mun til tíð og stað
E-conomic er fullfíggjað
við øll tí sum hoyrir til fin-
ans-, debitor-, kreditor- og
prosjektbókhald. Eisini er
elektronisk innskanning av
skjølum og beinleiðis sam-
skifti við MS-Excel.
Royni sjálvi
Til ber at skráseta seg sum
brúkara og at royna skipan-
ina ókeypis. Er ein nøgdur
aftan á royndina, so kann
ein skráseta hald fyri einans
úr 195 krónum um mánað-
in.
Kervi spf. býður e-cono-
mic út í Føroyum, og hevur
øll rættindi til skipanina.
www.e-conomic.fo:
Nýskapan innan bókhald