Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mars 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 59 - 26. mars 2003 Nr. 59 - 26. mars 2003 11 Nú norðingar og onnur við hava vant seg til tað góða og komfortabla skipið sum Dúgvan er, sær út til, at skipið nú bráddliga verður tikið frá teimum. Strandferðslan ger bart og sigur bart út, at pengar eru ikki til at reka skipið fyri. Tí verður tíðin skrúvað aftur og Ternan verður sett í siglingina. Ikki skal nakað ilt sigast um Ternuna, sum er sjó- góð og gott skip. Men tá hugsað verður um, hvussu stórt tal av fólki hvønn tann einasta dag ferðast um Lorvíksfjørð, so dugur ein og hvør at síggja, at verður Dúgvan løgd og farið verður aftur til Ternuna, so er tað eitt risastórt afturstig fyri øll, sum leggja leiðina um Lorvíksfjørð. Og tey eru so sanniliga ikki so fá. Fyri ferðafólkini er Dúgvan eitt frálíkt skip. Har umborð situr tú væl og sitipláss eru til øll. Ferðin – er gott verður – er ein njótan. Tú fær frið í sálina, nú tú kanst steðga á eina løtu. Haraftrat kemur, at Dúgvan tekur eisini fleiri bilar enn Ternan, hóast talið ikki er so nógv størri. Ternan harafturímóti er als ikki gjørd til ferðafólk, so fá og samanstúvað eru sitiplássini. Samanumtikið: Dúgvan er nógv betri skip fyri bæði ferðafólk og flutning av farmi og bilum enn Ternan. Takið ikki Dúgvuna úr sigl- ing. Strandferðslustjórin hevur helst ikki nógv at velja í, nú almennu játtaninar eru skerdar. Og eftir politiska viljanum, í hvussu er hjá tungtvigandi ella harðmæltum tingmonnum í Fíggjarnevndini, so skal henda játtan haldast fyri einhvønn prís. Tað er væl skiljandi, at politikarar ynskja og krevja, at verandi játtanir verða hildnar. Men eru mistøk gjørd, hava kalkulatiónir og metingar verið skeivar, tá fíggjarlógin varð gjørd og sett saman, so eiga hesar at verða rættaðar so ella so. Hevur man als ikki hugsað um komfortin hjá øllum teim- um, sum brúka Lorvíksleiðina, tá man fór undir at smíða fíggjarlógina, so má man rætta uppá tað nú. Og tað er ein skeiv meting og kalkulatión – tá hugsað verður um fólkið, ið skal brúka almennar tænastur – um Dúgvan verður tikin úr sigling og Ternan sett ístaðin at røkja eina ta mest trafikeraðu farleiðina í landinum, leiðina, sum bindur saman Norðoyggjar við restina av landinum. Tað skal vera okkara áheitan á politikararnar og myndugleikarnar um ikki at taka Dúgvuna úr sigling. Hetta hava norðingar og aðrir føroyingar, ið ikki kunnu vera hesa leið fyriuttan uppiborið. Fyri tað um ein undirsjóvartunnil er í eygsjón, so skal henda farleið kortini troytast í eini 5 ár aftrat. DAGSINS MEINING Sosialurin Dúgvan og Ternan VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Reidar Nónfjall Eg fari við hesum at gera nak- rar viðmerkingar til tíðindini í fjølmiðlunum, um avmark- aðar møguleikar hjá lands- stýrismonnum og stovns- leiðarum at fáa eykajáttanir í framtíðini, og at tær skulu verða útreiðsluneutralar. Politisk leiðsla Politiska leiðslan, her løg- tingið, hevur ábyrgdina av at seta karmar fyri landsstýris- menninar og taka avgerðir, sum hava týdning fyri virk- semi hjá landi og kommun- um uppá longri sikt. Síðan eiga landsstýrismenn og stovnsleiðarar at arbeiða út frá teimum givnu fortreytun- um, sum ásettar eru og taka sær av at útinna virksemi best og bíligast. Trupulleikar Staðfestast kunnu hesir trupulleikar í politisku skip- anini í sambandi við fíggj- arstýring hjá landinum: • Innsatsøkini verða broytt alt ov ofta. Ongin greiður boðskapur og ætlanir, men stýring frá ár til ár. • Fíggjarlógararbeiði tekur nakrar fáar vikur í løgting- inum – ósamanhangandi viðgerð, og tann, sum dugur gott lobby-arbeiði fær nøktandi játtan. • Ongin politisk semja um langtíðar fíggjarætlan - rakstur og íløgur. • Fíggjarlógin er mest ein talviðgerð og er ikki ein viðgerð, har farið verður afturum tølini við handl- ingum og ætlanum. • Ongar rætningslinjur verða settar upp fyri tað almenna – bara stovn fyri stovn, hvør sær. • Samgonguskjalið er ov yvirordnað til strategiska fíggjarstýring. • Vantandi samskipan av fíggjarpolitikkinum mill- um land og kommunur (er betra nakað seinastu árini). • Leiðslukunningarskipanin hjá Gjaldstovuni fram- leiðir nógvar roknskapar- upplýsingar – spurningur- in er, um hesir upplýs- ingar verða brúktir til at fremja neyðugar broyt- ingar og betringar. Tað er ikki nóg mikið, at upplýs- ingar bara verða brúktir til at føra eftirlit og aftur eftirlit – og ikki neyðugar broytingar. Tað gevur ikki framburð fyri samfelagið og landskassan at koyra frameftir við nógvari ferð og hyggja mest í bak- spegli. • Løgtingið kann sjálvt ikki halda sína egnu íløgujáttan – sera óheppið signal um disiplinerandi atburð fyri onnur. Víst verður á, at setast skulu stór krøv til landsstýrismenn og stovnsleiðslur – hetta er ein sjálvfylgja. Samstundis er veruleikin tann, at somu fólk eru bundin "aftan bak" og hava als ongar veruligar heimildir at handla ella gera umdisponeringar. Næstan hvørja fer gerast skulu sparingar ella rationaliser- ingar, uttan mun til slag og stødd, verður sjálvt tað mest banala máli flutt á hægsta politiska stig niðan í løg- tingið. Tað ber tí heilt einfalt ikki til at fíggjarstýra út frá hesum fortreytum Avleiðingar Omanfyri nevndu trupul- leikar viðvíkjandi vantandi heimildum og vantandi polit- iskum málsetningum elva m.a. til, at landsstýrismenn og stovnsleiðarar í ávísum førum føla seg noyddan at flýggja undan ábyrgd og trupulleikum - mangement by peace. Hesi fólk kunnu koma illa fyri við at fremja skilagóðar broytingar og kunnu eisini lættliga fatast sum illoyal móti skipanini við at leggja upp til broyting- ar ella betringar. Loysn Tað er ein treyt fyri muna- dyggari fíggjarstýring hjá landinum í framtíðini, at bæði landsstýrismenn og stovnsleiðarar fáa eins stórar heimildir at taka avgerðir, sum tann ábyrgd, sum er áløgd teimum – eitt nú fáa greiðar heimildir at fremja sparingar og rationalisering- ar fyri at liva upp til ábyrgd- ina at halda játtanina, betra tænastuna o.a. Fyri nakrar størri landsstovnar eiga at verða settar nevndir millum landsstýrismannin og stjóran ella gjørdar umleggingar til partafelag. Viðmerkjast kann, at neyðugar heimildir til lands- stýrismenn og stovnsleiðarar tryggjar "slagstyrki". Eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum løg- tingið, landsstýrismenn og stovnsleiðslur, sum nevndar eru her, hava m.a. við sær, at innihaldið í politiska ar- beiðinum hjá løgtinginum broytist munandi – politisku leiðsluuppgávurnar fara at seta nógv størri krøv um at duga planlegging og organi- sering av samfelagnum, og krøv um setan av samfelags- ligum langtíðarmálum. Tað verða ikki politisk persón- mál, lokalmál ella smámál, sum fara at eyðkenna áhugan hjá vinnuni og borgaranum fyri politiska arbeiðinum í nærmastu framtíð. Fíggjarstýring hjá landinum – stór ábyrgd og vantandi heimildir Kassamiðstøðin P/F Kassamiðstøðin er eitt parta- felag, stovnað av vinnuni í 1995, at hava tøkar fiskakassar til fiskivinnuna og halda hesar viðlíka. Kassamiðstøðin hevur síðan byrjan keypt 1/4 mill. kassar fyri eitt virði av 56 mill. kr., og bert seinasta árið eru keyptir 50.000 kassar fyri eitt virði av 16 mill. kr. – ein vøkstur uppá 35-40%. Hóast fiskiskapurin er vaksin sera nógv seinastu árini og ein vaksandi partur av fisk- inum fer heilur av landinum í fiskakøssum, hevur Kassa- miðstøðin megnað at hava kassar tøkar. Í seinastu viku stóðst mikið rok av at fiska- kassar skuldu mangla, og at útróðrarfiskur sostatt mátti seljast óskildur, við lægri prísi til fylgju. Tá mest fiskur kom upp á land í seinastu viku, hevði Kassamiðstøðin 35.000 kassar eftir á goymsluni. Tá Fiskamarknaður Føroya hevur ført fram, at út- róðrarfiskurin má seljast óskildur vegna trot á fiska- køssum, er hetta sostatt ikki rætt. Fiskamarknaður Føroya hevur seinasta árið gjørt íløgur í stór skiljibond, bæði í Klaks- vík og á Toftum. Hesi kunnu sum skilst skilja 8 kassar um minuttin í part, ella 1000 tons um damdøgrið – í smáum køssum. Um hetta ikki er nóg mikið, standa nógv skiljibond runt á virkjunum, sum uttan iva kunnu leigast tá á stendur. Køssunum skal Kassamið- støðin koma við! Hvar er trupulleikin??? Tað hevði kanska verið meira hóskandi hjá Fiskamarknaði Føroya at fyrireika seg til støðuna fyri at verið við til at loyst uppgávuna, ístaðin fyri bert at koma við atfinningum. Tað hevur verið og er nóg mikið til av fiskakøssum FøroyaNátturu- verndarfelag / FNU Tórshavn 19. mars Orkufelagið SEV setti ár 2000 føroyska verkfrøð- ingafyritøku at gera kann- ing av hvar framhaldandi og nýggj vatnorkuverk kundu byggjast kring landið. Frágreiðingin nevnist "Vatnorka – yvirlit yvir útbyggingarmøguleik- ar" og vísir á útbyggingar av verandi verkum í Strandadali, í Árnafirði, Á Eiði, í Saksunardali og í Botni í Suðuroy. Nýggj vatnorkuverk eru í upp- skotinum at verða bygd innan fyri Kaldbaks bygd har Týggjará verður byrgd inni, í Vagoynni við byrg- ing um Tjørndalsá oman fyri Vatnsoyrar, og í Suð- uroy har Kirkjuvatn verð- ur innibyrgt. Samlitunnlar verða borðaðir til dalar og áir kringum, og so at siga alt nýtiligt vatn verð- ur tikið til goymslurnar. Kostnaðurin av ný- byggingum og víðkan av verandi verkum er mettur til 1.518 mill.krónur og skal geva góð 113 GWt um árið. T.d. kostar nýbygging við Kirkjuvatn við samli- tunnlum til allar áir í Fámjinsdali, Dalsá í Øra- víkardali og Stórá í Trongisvágsbotni 166 mill. krónur og framleiðir 5,6 GWt um árið. Fram- leiðslukostnaðurin pr. kilowatt er kr. 29,82. Í samrøðu í Útvarp Føroya um jóltíðir segði stjórin fyri SEV, Klæmint Weihe, at hildið bleiv á fram við vatnorkuútbygg- ingum. Ætlanin er allar- helst fyrst at halda á fram við Eiðis verkætlanini, Eiði 2, ið er víðkan suð- ureftir á vestursíðuni á Eysturoynni. Samlitunnilin hoyrandi til Eiði 1 oman fyri Svínáir skal borðast suðureftir til Sandá við Selatrað og møguliga longur enn tað. Frástøðan til Eiðisverkið verður so mikið stór at hallið á til- renningartunnilum verður næstan 100 metrar, og er greitt at stór orkunøgd ikki kemur til sættis á rakstrar- og skilagóðan hátt. Við Eiði 2 ætlanini verður alt fekst vatn í Sundalagnum burtur, og er púra vist at hetta kem- ur at hava stóra ávirkan á vistfrøðina og alt djóralív í økinum. Eiðis-verkætlanin Eiði 1 og Eiði 3 stendur í um- leið 700 milliónum krón- um og gevur einans 40 GWt um árið. Klárt er at hetta er púra burturvið, tá sama orkunøgd kann fáast til vega fyri 1/10-part av brúktu upphæddini. Har- afturat er Eiðisvatn og náttúran farin fyri skeyt- ið. Føroyar er tað norðan- land, ið hevur lægstu var- andi orkunøgd á einans 3% av brutto orkunýtsluni (1997) í mun til t.d. Noreg við 44%, Danmark við 8% og Svøríki við 28%. Í tíðindastubba í dag- bløðunum seinru helvt 2002 segði SEV frá um samstarv við BP, har kannast skuldi um vind- orka kundi nýtast til at pumpa vatn millum tveir brunnar í Vestmanna. Kanningin skuldi verða liðug í januar, og vit hava skjótt fyrsta apríl, og einki hoyrist um nak- að úrslit. SEV hevur ann- ars ført fram at kannast skuldi hvar og hvussu nógv vindorka setast skuldi upp, tó at einki úr- slit fyriliggur enn. Sam- stundis hoyra vit at vest- meningar arbeiða vit upp- setan av vindmyllum, men hava trupulleikar við íbindingarloyvinum í el- netið og hvør avrokning- arkostnaðurin kann blíva. Landstýrismaðurin í orku- og umhvørvismálum Eyðun Eltør bar á nýggj- árum fram, at lógarupp- skot skuldi leggjast fram soleiðis at el-netið varð nýtiligt hjá øðrum enn SEV. Hægst ráðiliga vatorku- útbygging varð nádd innan Eiðisverkætlanin bleiv framd, og vil Før- oya Nátturuverndarfelag tí heita á Landsstýrið og Løgting at rubba seg, og siga frá hvar tað er at mest týdningarmiklu mál samfelagsins verða við- gjørd og avgreidd. Norðanlond hava uttan undantak skipa seg við nýggjari og nútíðar rav- magnskipan har einkar- rættir eru avtiknir til frama fyri miðspjæddum og fleiri sjálvstøðugum orkuframleiðarum. Varandi vindorkunøgdir eru ovurhondsstórar á okkara leið og aðrir fram- leiðarar enn SEV vilja gera íløgur. Tí er eingin orsøk at skattaborgarin framhaldandi skal knokk- roytast og náttúran áhald- andi leggast í oyði. VIÐMERKINGAR Yvirlýsing frá Føroya Náttúruverndarfelag Liðugt við vatnorkuútbyggingum Tórshavnar býráð vil ikki loyva bygging í trimum hæddum við Marknagilsvegin, hóast fyribils loyvi varð givið BYGGING Heri á Rógvi Ein íbúðarbyningur í trim- um hæddum verður neyvan veruleiki, sum tað varð ætlað við Marknagilsvegin í Havn. Øll neyðug loyvi eru givin til planering, men endaligt byggiloyvi er ikki givið, og líkt er heldur ikki til, at loyvi verður givið. Málið snýr seg um eina ætlan at gera ein íbúðar- bygning við Marknagil- vegin í Havn, sum tað sæst á myndini er talan um eitt økið beint við sjálvan vegin og ikki langt frá Handils- skúlanum. Sp/F Átak við Torkil við Sandá eigur økið, sum er 1.957 fermet- rar, og ætlanin er at gera ein bygning í trimum hæddum. Fimm íbúðir skuldu eftir ætlan vera á hvørjari hædd, og bygningurin skuldi vera 41 metrar langur og 9,4 metrar breiður. Og higartil hevur ein meiriluti í Byggi- og býar- skipanarnevndini hjá Tórs- havnar býráði samtykt at geva prinsipielt byggiloyvi til henda bygning í trimum hæddum til íbúðir. Endaligt byggiloyvi er ikki givið, men loyvið til planering er játtað. Málið var aftur fyri á fundi hjá Byggi- og býar- skipanarnevndini í Tórs- havnar býráð mánakvøldið. Sum ikki einaferð í tí- líkum høpi er ivi um byggi- samtyktir. Ein borgari hev- ur sent inn eitt skriv, har mótmælt verður ímóti ætlaðu byggingina. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eitt avrit av skriv- inum, men eftir hvat skilst verður mótmælt ímóti, at bygt verður so høgt á has- um økinum, og spurnar- tekin verða sett við, um økið er eitt sokallað C-3 økið, sum tekniski stjórin, Marius Múller heldur upp á, ella um økið er eitt C-1 økið. Munurin á C-1 og C-3 er, at C-1 bert loyvir lágari set- húsabygging, men C-3 loyvir høgari bygging. Heðin Mortensen, for- maður í Byggi- og býar- skipanarnevndini, sigur, at ein samtykt frá 1988 vísir, at byggjast kann bert í mesta lagi í tveimum hædd- um á økinum. – Tað er eingi ivi um, at loyvt er at byggja á økinum, men spurningurin er, hvussu høg byggingin kann vera, sigur Heðin Morten- sen. Hann greiðir frá, at eitt nú bygningurin hjá SEV skamt frá ætlaða íbúðar- blokkinum liggur longur niðri í lendinum, og tískil varð loyvt at byggja í fleiri enn tveimum hæddum har, men ætlaða íbúðarblokk- urin liggur hinvegin beint við vegin og høgt í lendin- um. Málið er sent til umsit- ingina í býráðnum at við- gera, men Heðin Morten- sen ger greitt, at tað ikki fer at bera til at gera ein bygn- ing í trimum hæddum á økinum. – Vit hava ongantíð givið nakað endaligt byggiloyvi. Við hava sæð nakrar tekn- ingar, og vit hava eisini ynskt at fáa gjørdar ymsar broytingar, sigur Heðin Mortensen. Hann leggur afturat, at tað kann væl hugsast, at Sp/F fær eitt annað grund- stykki frá býráðnum í gerðabýti, tí kommunan eigur alt økið rundanum og kundi eisini hugsað sær at fingið grundstykkið hjá Sp/F Átak. Ein hædd skal burtur Upprunaliga var ætlanin, at ein íbúðarbygningur í trimum hæddum skuldi vera á hesum økinum við Marknagilsvegin, men hetta vil býráðið ikki hoyra talan um, hóast fyribils loyvi til planering eru givin, men kortini einki endaligt loyvi. Mynd: Jens Kristian Vang. C M Y K 11 10