Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mars 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 59 - 26. mars 2003 Nr. 59 - 26. mars 2003 13 Verkætlan: Hava gjørt eitt nýtt bryggjarí Ein flokkur av fram- leiðslutøkningum á Tekniska Skúla í Havn hevur í eini verkætlan stovnað eitt spildur- nýtt føroyskt bryggj- arí frá grundini. Í tøttum samstarvi við Restorff hava næm- ingarnir fingið virkið at bera seg, og megn- aðu teir allir uppgáv- una væl. So væl, at miðaltalið fyri allan flokkin var 9,1 VERKÆTLAN Ingrid Bjarnastein 4. lestrarhálva hjá fram- leiðslutøkningum á Tekn- iska skúla í Havn er nú byrjað, og í gjár løgdu næmingarnir fram eina verkætlan fyri eigarunum á Restorff´s bryggjarí. Teir hava nevniliga í hálvan triðja mánaða arbeitt við at byggja eitt nýtt føroyskt bryggjarí upp frá grundini. – Vit hava arbeitt við hesi verkætlanini frá a-z. Vit hava stovnað eitt partafel- ag, søkt um byggiloyvi og fingið tað skrásett, og síð- ani hava vit bygt tað upp, greiddu næmingarnir frá, tá Sosialurin var á vitjan á tekniska skúla týsmorg- unin. Bryggjaríið, sum hevur fingið navnið Valhøll, hev- ur útgangsstøði í Restorff´s bryggjaríi. Tað er grundað á marknaðin, sum Restorff longu hevur, og tað er tí at rokna sum Restorff hevði bygt eitt spildurnýtt virki við nýggjum maskinum og so framvegis. Læruríkt Næmingarnir halda sjálvir, at teir hava lært sera nógv av verkætlanini, og eru teir ikki í iva um, at teir væl høvdu klárað at stovna eitt virki sjálvir nú, um tað skuldi verið. – Vit hava verið alla mylluna ígjøgnum. Nú vita vit, hvar vit skulu venda okkum fyri at fáa tey ymsu loyvini. Tú skalt út til Per og Pól fyri at fáa upplýs- ingar, og hetta hevur givið okkum eina sera breiða vitan, siga næmingarnir, sum eru 10 í tali. Í og við verkætlanini, sum varð gjørd í 3. lestrar- hálvu, hava næmingarnir brúkt alt tað pensum, sum hini báðar lestrarhálvurnar gingu út uppá. Vegleiðararnir í verkætl- anini hava verið Thomas Arabo og Marita Hentze. – Henda útbúgvingin er ein hægri útbúgving, og vit plaga at kalla tey fyri hálv- verkfrøðingar, sigur Thom- as Arabo, lærari. – Hetta er ein skjótur vegur út í vinnulívið. Út- búgvingin tekur tvey ár, og snýr seg í størsta mun um teknikk, fyriskipan, búskap og ráðlegging. Nógvar verkætlanir vera gjørdar, og hetta, sum næmingarnir hava gjørt nú er eitt virki frá byrjan. Orsøkin til, at virkið gjørdist eitt bryggjarí er, at næmingarnir mettu, at tað var grundarlag fyri einum bryggjaríið afturat í Føroy- um. Sum er, eru bara tvey bryggjarí, og vildu teir ikki fara í holt við nakað innan til dømis fiskivinnu, tí har eru longu so nógv virki. – Hvør veit? Kanska tað næsta vit fara í holt við er at stovna eitt tíðindablað, leggur Thomas Arabo skemtandi afturat. Loysir seg Næmingarnir hava í verk- ætlanini roknað út renta- bilitet, gjørt marknaðar- kanningar og nógv nógv annað. Verkætlanin tók teimum hálvan triðja mánaða. – Tað vísti seg, at verk- ætlanin hjá okkum hevði givið yvirskot. Tað hevði ikki verið ov dýrt, men tá skal sjálvandi takast til eftirtektar, at tað hevði verið Restorff, sum hevði farið í holt við hetta. Týsmorgunin skuldi flokkurin so til Bryggaríið við Landavegin, har tey skuldu leggja verkætlanina fram. – Vit geva teimum eitt fullfíggjað uppskot uppá eitt nýtt virki. Um teir høvdu skulað út og fingið hetta frá onkrum øðrum, hevði tað helst kostað um hálva millión, siga nakrir vælnøgdir næmingar, sum ásanna, at tað til tíðir hevur verið ógvuliga strævið. – Tá tíggju fólk skulu arbeiða saman um eina uppgávu skal nógv sam- starv til. Tað er sum um 10 kokkar skulu gera ein rætt, og tá krevst, at tú semist um tað, ið gerast skal. Næmingarnir hava tó megnað uppgávuna væl. Sjálv verkætlanin var liðug á nýggjárinum, og síðani varð hon dømd. Næmingar- nir fingu allir sera góð ummæli, og lá miðaltalið á 9,1 fyri verkætlanina. Nú er hesin flokkurin farin í holt við 4. lestrar- hálvu, har høvuðsuppgávan verður skrivað. Teir arbeiða saman tveir og tveir ella hvør í sínum lagi. Tá hesin flokkurin av framleiðslu- tøkningum er liðugur, verð- ur ein nýggjur tikin inn aftaná summarfrítíðina. Ein flokkur av framleiðslutøkningum var týsmorgunin á Restorff´s bryggjaríi, har teir løgdur fram eina verkætlan, sum gekk út uppá, at stovna eitt spildurnýtt føroyskt bryggjarí. Útgangsstøðið er tikið úr bryggjarínum við Landavegin Mynd: Álvur Haraldsen Hjá Reyni Service í Hoyvík hava teir eina "Taski Combimat 2500" reingerðings- maskinu, har "maskinførarin" situr í sjálvari maskinuni eins og var tað ein trukkur hann koyrdi við REINGERÐ Magnus Gunnarsson Fyrr vóru tey flestu bil- verkstøðini skitin og óruddulig, bæði innan og uttan. Tað var ofta sum at hyggja inn í eitt svart hol. Men á hesum økinum er vent í holuni. Í dag eru tey flestu bilverkstøðini rein og ruddilig. Hjá Reyni Service í Hoyvík hava teir eina "Taski Combimat 2500" reingerðingsmaskinu. Talan er um eina stóra maskinu, har "maskinførarin" situr í maskinuni, eins og var tað ein trukkur e.l. Maskinan arbeiðir skjótt og effektivt, og hon er løtt at koma runt á gólvinum við. Hetta er sjálvsagt treytað av at hon sleppur til allastaðni. Alt má vera lagt soleiðis til rættis at maskinan sleppur allastaðni á bilverkstað- num. Tummas Pauli av Reyni, frá Reyni Service, sigur, at teir brúka maskin- una hvønn dag. Maskinan er so løtt at brúka, tað er sum at fara ein biltúr. "Maskinførarin" setur seg í maskinuna og koyrir av- stað, meðan vatn og sápa verða sprænd á gólvið og bustirnar vaska, síðan verður vatnið sogið upp aftur í maskinuna. Tað at maskinan snarar á øllum fýra hjólunum, ger tað at hon snarar rundan um seg sjálva. Hetta ger at hon er sera løtt at arbeiða við. Taski reingerðingsmaskin- ur fáast í ymiskum stødd- um. Sp/f A.H. Jensen í Stoffalág Tað er Sp/f A.H.Jensen í Stoffalág sum umboðar Taski reingerðingsmaskin- urnar. Åge H. Jensen í Havn eigur og rekur fyri- tøkuna, ið selur alt innan reingerð, frá vaskiklútum til stórar reingerðings- maskinur. Åge H. Jensen er dani, hann kom til Føroyar í 1981. Hann er útbúgvin slaktari og arbeiddi í mong á sum slaktari hjá Føroya Keypsamtøku í Hoyvík. Síðan 1991 hevur hann selt ymisk reingerðingsevni. Fyri tveimum árum síðan lat hann egnan handil upp í leigaðum hølum í Stoffa- lág. Nakrar ferðir um árið kemur ein servicemaður frá Johnson Diversey, ið levera Taski reingerðingsmaskin- urnar, til Føroya at eftir- hyggja maskinurnar. Fyri- tøkan hevur eisini egnan servicemann í Føroyum. Koyr ein túr og vaska gólvið Heimurin sat og bíðaði meðan Hitler, Stalin og Milosevic sluppu at útinna sínar ræðuleikar. Nú hevur verið bíðað eftir Saddam Hussein Jógvan við Keldu løgtingsmaður Tað var ein løgin kensla at sita við, tá Føroya Løgting hevði avgreitt málið um at forða USA og Bretlandi at leypa á Irak, so búrkropp- urin Saddam Hussein kundi verða rikin frá vald- inum, og soleiðis ikki fremja fleiri vanlukkur. – Lat tað verða sagt, at Før- oyar fara ikki at gera tann stóra munin, men hetta sigur ikki so lítið principi- elt. Uppskotið varð lagt fram av Sjálvstýrisflokkinum, Javnaðarflokkinum, Tjóð- veldis-flokkinum og Sam- bandsflokkinum. - Tað snúði seg um, at einki skuldi gerast uttanum ST. At Javnaðar- og Tjóð- veldisflokkurin leggja tílíkt uppskot fram er ikki annað, enn ein kann vænta. Hetta er teirra politiski hugburð- ur móti USA. Men at Sam- bandsflokkurin og Sjálv- stýrisflokkurin fóru í bát við hesum í tílíkum álvars- máli, tykist ikki bert løgið, men helst eisini lítið umhugsað. Bølmennini gjørdu um seg Søgan endurtekur seg, men vit læra einki av henni, verður dagliga prógvað. Soleiðis eisini í hesum føri. Fólkaflokkurin og Mið- flokkurin saman við Ger- hardi Lognberg atkvøddu ímóti uppskotinum, og grundgóvu fyri hesum. Heðin Mortensen og Hen- rik Old atkvøddu av eini ella aðrari "løgnari" orsøk blankt, eftir at formaður Javnaðarfloksins í síni røðu segði vísandi til Jógvan á Lakjuni, at "vit áttu at taka støðu, til tað vóru vit vald á ting". Í røðu míni, tá málið var til aðru viðgerð á tingi, vísti eg á tær álvarsligu tíðir, tá heimurin sat stillur og bíðaði. Heimurin bíðaði meðan eitt nú bølmenni Hitler slapp at gera av við tíggju- tals milliónir óskyldugum fólkum! Meðan Stalin beindi fyri 25 milliónum, møguliga 40 ella sum sein- astu tølini vísa 62 milli- ónum! Meðan ræðuligu lagnurnar, sum Milosevic m.a. syrgdi fyri, vórðu avgjørdar á Balkan! Jú, heimurin sat og bíðaði! – Nú var ætlanin at bíða eftir Saddam Hussein. Vinstrafólkini mótmæltu USA Meðan hendingarnar eftir krígslok fóru fram, gingu vinstrafólkini í Evropa mótmælis-gongur ímóti USA og hesi somu frøddust um, at illa gekst USA í Koreakrígnum, at teir fyri so vítt vórðu tveittir úr Vietnam, og m.a. at USA leið eitt svíðandi tap í Svínavíkini á Kuba seinast í fimtiárunum. – Í hesum londum hevur gongdin nú ikki verið nakað at reypa av síðani. Henda dagin, tá Suður- korea beyð sær til at hjálpa við uppafturbyggingini av Irak. Hugsaði mangur: "Ja, her er munur á". Hóast Norður- og Suðurkorea eru sama fólkið við somu møguleikum, avger ideo- logiski munurin førleikan. Hvørjum bíða ST og hesir føroysku flokkar eftir Partar av ST, Javnaðar- flokkurin og Tjóðveldis- flokkurin, eisini Sjálvstýr- isflokkurin og Sambands- flokkurin vilja sita og bíða, meðan hópoyðingarvápnini verða vard í Irak, meðan teimum verður loyvt at byggja sína kjarnorku- bumbu, har teir við hesum vápnum bæði kunnu gera av við sínar egnu og grannarnar og ein hóttan fyri allan heimin. Høvdu lond sum Frak- land og Týskland tikið ábyrgd í hesum álvarsama leiki, og eitt samt ST fekst, hevði støðan í Irak helst verið ein heilt onnur ídag. Eingin ivi er í, at hesi bæði lond við teirra ábyrgdarleysu støðutakan, kunnu gerast ein størri hóttan fyri mannaættina. Frakland og Týskland møguliga størri hóttan fyri mannaættina VIÐMERKINGAR Á bilverkstaðnum hjá Reyni Service í Hoyvík. f.v. Age H. Jensen frá Sp/f A.H. Jensen, Heðin Hansen verk førari hjá Reyni Service og Klaus Olsen, servicemaður hjá Johnson Diversey, ið javnan vitjar í Føroyum Her er Heðin Hansen, verkførari hjá Reyni Service, farin ein túr at vaska gólvið Allar funktiónirnar verða stýrdar frá instrumentborðinum C M Y K 13 12