mikudagur 26. mars 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Arnfrí› Lutzen:
hendurnar upp
ella buksurnar ni›ur
Vangamyndin:
Rókur J. Jakobsen
filmsummæli:
Gangs of New York
Jesus-suppa
Betesda hugnakvøld
&
15
14
Nr. 59 - 26. mars 2003
Gátan um SARS kanska loyst
Amerikansku heildumyndugleikarnir halda seg hava
funnið eitt virus, sum kann vera orsøkin til ta nógv
umrøddu og vandamiklu lungnasjúkuna SARS.
Ein av granskingarstjórunum hjá heilsumyndug-
leikunum, Julie Gerberding, sigur, at tey hava gjørt
stór framstig, men hon leggur kortini afturat, at enn
er nakað eftir á mál. Í royndunum at finna upprunan
til sjúkuna hava amerikansku granskararnir arbeitt
saman við granskarum í fleiri londum. Tað er al-
heims heilsustovnurin WHO, sum hevur samskipað
granskingina, og sambært Julie Gerberding er hetta
tað fyrsta samstarvið av sínum slagi.
Mánadagin doyðu fýra fólk av SARS, tvey í
Hongkong og tvey í Vietnam, og sostatt hevur
sjúkan nú kravt 17 mannalív. Í Japan hava heilsu-
myndugleikarnir skrásett tveir nýggjar tilburðir, og í
Kanada verður hildið, at har hava tólv fólk fingið
smittuna. Í Hongkong hava ikki færri enn 260 fólk
fingið smittuna, teirra millum ovasti leiðarin í
sjúkrahúsverkinum.
Meiri pengar til kríggið
Í USA hevur George W. Bush, forseti biðið kon-
gressina játta slakar 550 milliardir krónur afturat til
útreiðslurnar av krígnum í Irak. Ein embætismaður í
Hvítu Húsunum sigur, at pengarnir skulu fíggja
væntaðar útreiðslur av krígnum teir næstu seks
mánaðarnar.
Møguligar útreiðslur aftan á 30. september eru
ikki við í hesari umsóknini, sigur embætismaðurin.
Hann sigur, at pengarnir skulu nýtast til at tryggja
støðug viðurskifti í Irak og at gjalda tað, sum tað fer
at kosta at taka stórar amerikanskar herdeildir aftur
úr Irak. Harafturat skal ein partur av pengunum
nýtast til at bøta um tilbúgvingina í USA.
Men Bush kann vænta sær mótstøðu í kongress-
ini, tá umsóknin kemur til viðgerðar. Fleiri kon-
gresslimir, eisini úr republikanska flokkinum hjá
forsetanum, vísa á, at tað er næstan høpisleyst at
nýta so nógvar pengar til kríggj, tá forsetin sam-
stundis hevur lovað amerikanska fólkinum 5.300
milliardir krónur í skattalætta tey næstu tíggju árini.
Demokratiskir politikarar hava boðað frá, at teir fara
at krevja neyvar útgreiningar av, hvussu pengarnir til
hernaðarmál skulu nýtast, áðrenn talan verður um at
játta nakað.
Bin Laden kanska
í Pakistan
Pakistanski forsetin, Pervez Musharaf, sigur nú, at
tað er ikki óhugsandi, at yvirgangsmaðurin Osama
bin Laden er í Pakistan.
Fyrr hevur Musharaf altíð avsannað gitingar um,
at bin Laden er í Pakistan, men í samrøðu við blaðið
The Asian Well Street Journal sigur hann, at tað er
ikki óhugsandi, at yvirgangsmaðurin er í Pakistan.
- Hann kann vera flýddur úr Afghanistan um
markið higar, sigur Musharaf við blaðið.
16 milliónir eftirkomarar
Enskir granskarar, sum hava kannað Y-kromosomið
hjá 2.123 asiatiskum monnum, eru komnir eftir, at
átta prosent av monnunum høvdu at kalla tey somu
Y-kromosomini, og tí halda granskararnir, at teir
hava sama ættarfaðir.
Kanningarúrslitið kom óvart á ensku granskar-
arnar, viðgongur Tyler Smith, sum er granskari á
lærda háskúlanum í Oxford. Hann sigur, at í veru-
leikanum merkir úrslitið, at ein og sami maður er
ættarfaðir hjá einum av hvørjum 200 monnum í
heiminum. Sambært Tyler Smith hevur hesin
maðurin livað fyri knappliga túsund árum síðani, og
tað er greitt, at hann hevur havt eitt stórt tal av
kvinnum. Hetta hevur fingið menn at halda, at talan
kanska er um kenda mongolska leiðaran Djenkis
Khan, sum herjaði víða í Asia fyri 800 árum síðani.
Tað er væl kent, at Djengis Khan legði hald á tær
vakrastu kvinnurnar í teimum londunum, sum hann
hersetti, men ensku granskararnir ásanna, at tað
kann gerast trupult at prógva, at tann mongolski
krígsharrin er upprunin til teir 16 milliónir menn-
inar, sum hava at kalla tey somu Y-kromosomini.
UTTAN ÚR HEIMI
Longu fyri einum ári
síðani gjørdi George
W. Bush, forseti av at
koyra Saddam Hus-
sein frá
KRÍGGJ VIð IRAK
Árni Joensen
Blaðið Time Magazine skriv-
ar, at longu fyri einum ári
síðani var George W. Bush,
forseti avgjørdur um, hvat
skuldi henda irakska leið-
aranum, Saddam Hussein.
- Fuck Saddam. We're
taking him out, skal for-
setin hava sagt, tá hann ein
dagin í mai í fjør stakk
høvdið inn um dyrnar á
skrivstovuni hjá trygdar-
ráðgeva sínum, Condo-
leezzu Rice, sum júst sat á
fundi við nakrar senatorar
og viðgjørdi spurningin,
hvørt Irak skuldi avgreiðast
í ST, ella um USA skuldi
avgreiða málið saman við
sínum sameindu í Mið-
eystri.
Men Bush hevði ongan
áhuga í hesum tosinum,
skrivar Time Magazine. Ein
av
fundarluttakarunum
hevur greitt frá, at forsetin
skúgvaði orðaskiftið frá
sær við teimum báðum
stuttu setningunum.
Sambært Time Magazine
eru tað serliga fýra menn í
amerikansku stjórnini, sum
standa aftan fyri ætlanina at
koyra Saddam Hussein frá.
Teir eru Bush, varaforsetin
Dick Cheney, uttanríkisráð-
harrin Colin Powell og
varaverjumálaráðharrin
Paul Wolfowitz. Sambært
blaðnum løgdu Wolfowitz
og nakrir aðrir politikarar
longu í 1998 eina slíka ætl-
an fyri táverandi forsetan,
Bill Clinton. Cheney tók
undir við ætlanini.
- Alt ov leingi hava vit
sópað hendan trupulleikan
inn undir teppið, segði
Cheney við ein ráðgeva fyri
tveimum
árum
síðani,
skrivar Time Magazine.
Amerikanarar bera
ótta fyri, at Saddam
Hussein kann finna
uppá at nýta kemisk
vápn í bardaganum
um Bagdad
KRÍGGJ Í IRAK
Árni Joensen
Amerikansku herdeildirnar
standa nú stutt sunnan fyri
irakska høvuðsstaðin Bag-
dad, og amerikansk og
iraksk flogfør hava seinastu
dagarnar bumbað irakskar
verjustøðir við høvuðsstað-
in.
Tað hevur leingi verið
greitt, at irakska stýrið hev-
ur savnað sínar bestu her-
deildir, ta sonevndu tjóðar-
hirðina, kring Bagdad, og tí
hava
amerikansku
og
bretsku herovastirnir ávar-
að um, at bardagin um býin
kann gerast harður. Tað er
eisini greitt, at tjóðarhirðin
er Saddam Hussein, forseta
lýðin, og at hermenninir
eru til reiðar at stríðast til
seinasta mann.
Men samstundis óttast
amerikanararnir fyri, at
Saddam Hussein skal finna
uppá at nýta kemisk vápn,
gerst tað neyðugt. Ónevnd-
ar keldur í amerikansku
stjórnarumsitingini søgdu í
gjár, at irakska stýrið hevur
teknað ein reyðan ring
rundan um Bagdad. Koma
amerikanararnir inn um
ringin, fara irakar at nýta
kemisk vápn ímóti teimum,
søgdu keldurnar.
Amerikanski uttanríkis-
ráðharrin, Colin Powell,
sigur, at Saddam Hussein
kann fara at nýta kemisk
vápn ímóti sínum egna
fólki og síðani geva ameri-
kanarum og bretum skyld-
ina. Við bretska sjónvarpið
Sky News sigur Powell,
amerikanarar hava fingið
fatur á upplýsingum, sum
benda á, at Saddam Hus-
sein hevur slíkar ætlanir.
Eitt nú skal irakski leiðarin
hava eina ætlan um at nýta
kemisk vápn ímóti irakum
har suðuri í Irak.
Í gjár var ein amerikansk
herdeild einar 100 kilo-
metrar sunnan fyri Bagdad,
samstundis sum ein onnur
deild tók seg fram ímóti
býnum eystari. Men tess
nærri herdeildirnar koma
Bagdad, tess harðari er
mótstøðan, siga ameri-
kansku heryvirmenninir.
F..k Saddam. We're taking him out
Óttast kemiskt kríggj
um Bagdad
Irakar við eina amerikanska tyrlu, sum varð skotin niður. Teir báðir amerikansku flogskipararnir vórðu seinni vístir fram í
irakska sjónvarpinum
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
14