mikudagur 26. mars 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nógv hevur verið at hoyrt um,
at ung undir 18 ár ikki hava
nakað stað at fara til í fleiri av
teimum størstu kommununum
kring landið. Og tað hevur ver-
ið nógv skrivað um tað eisini.
Og nógv hava eisini gjørt vart
við teirra ónøgd við støðuna.
Serliga tá tað kemur til dans.
Og greitt er, at tað finnast fólk,
sum veruliga arbeiða hart fyri
at veita teimum ungu undir 18
ár eitt dansistað.
Tað eru tó ikki øll, sum so feg-
in vilja hava eitt stað at dansa
í. Fleiri eru als ikki áhugað í
hesum ítrivinum, um ein kalla
tað eitt ítriv, og teimum, sum
ikki dámar at ganga í dans,
skulu jú eisini hava eitt stað at
vera í. Og tað eru eisini nógv
fólk, sum arbeiða hart fyri at
veita teimum ungu, sum ikki
ganga í dans, eitt stað at vera
í, har ein kann koma saman til
annað enn at drekka og dansa.
Eitt ungmannafelag er til
dømis fyri stuttum sett á stovn
í Runavík, har ungdómur savn-
ast nøkur kvøld um vikuna um-
borð á sluppini Høganes. Dent-
ur verður eisini lagdur á, at
hetta alt fer fram í royk- og
rúsfríum umhvørvi. Spøl, video-
kvøld, hugnakvøld og annað er
á skránni.
<ph_1> hevur hesuferð tikið
tær andaligu brillurnar uppá.
Vit hava verið og vitjað í Be-
tesda í Klaksvík, har eini hund-
rað ung savnast hvørt leygar-
kvøld til hugnaliga samveru og
til at hoyra Guds orð. Tveir
ungir mans hava tikið stig til
hetta, og hvørt leygarkvøld eru
teir har saman við teimum
ungu. Tey ungu sleppa at gera
sum teimum lystir, meðan tey
eru har. Møguleikarnir leygar-
kvøld eru nógvir, bæði við
spølum og øðrum. Endamálið
við hesu er at halda teimum
ungu frá dansistøðum, alkoholi
og øðrum, sum kann vera
freistandi í tí aldrinum.
Ungdómurin í Filadelfia hevur
nakað heilt annað at gera um
vikuskiftini. Tey sita ikki inni og
spæla spøl, men hvørt leygar-
kvøld eru tey úti á markini, har
tey royna at koma í samband
við fólk, sum hava tørv á anda-
ligari føði. Tey eru úti í gøtun-
um, og býta ta sokallaðu
»Jesus-suppuna« út tá dansi-
støð lata aftur um kvøldið -
ókeypis. Hetta er ein annar
háttur at koma út við Guds
orði uppá. Ein góður gerning-
ur, sum uttan iva vermir mang-
ar kaldar sálir bæði so og so.
Fyrireikararnir, bæði teir í Be-
tesda og í Filadelfia, eiga rós
uppiborið fyri teirra arbeiði.
Tað er ikki ein og hvør, ið tímur
at brúka hvørt leygarkvøld til
vælgerandi endamál, sum ikki
hava peningaligan vinning við
sær. Her má tað sannliga vera
hugurin sum drívur verkið.
Vit skriva:
Sum ungur tannáringur byrjaði
Rókur Jákupsson Jakobsen í bólki-
num Lokum, sum vit kenna við
sanginum um apuna, Charlie. Í
dag er hann við í bólkinum Tangz,
sum millum annað hevur luttikið á
Prix Føroyum við góðum úrsliti, og
eisini hevur hann fyri stuttum
sungið MC Hár í Prix Føroyar final-
una tann 26 apríl. Harafturat lesur
Rókur samfelagsfrøði á Roskilde
Universitetscenter
- Eg komi frá eini musikalskari
familju. Pápi mín var við “Teimum
á kamarinum”, og vit hava altíð
átt ljóðføri heima. Gittara og bass,
og enntá mandolin og harmoniku,
sigur 23 ára gamli Rókur Jákups-
son Jakobsen.
Fyrstu ferð Rókur veruliga sang var
við Lokum, tá hann var um 13 ára
gamal.
- Byrjanin til Lokum var tá vit
gingu í 7. flokki. Vit høvdu veitsl-
ur, og har byrjaðu vit at umyrkja
sangir hjá øðrum, har vit settu
stuttligar og frekar tekstir inn,
greiðir ungi havnarmaðurin frá.
Tutl skuldi um tað mundið geva út
fløguna Rock í Føroyum 1, og tá
varð eitt demo-band sent inn, og
bólkurin fekk játtað at vera við.
- Trupulleikin var bara tá, at vit
skuldu finna eitt navn. Vit opnaðu
eina fremmandaorðabók, og tað
fyrsta orðið vit komu á, var Lok-
um. Nú, sum eitt sindur eldri, dugi
eg væl at síggja, at tað kanska ikki
var eitt so gott navn, men gott er.
Meira Svøríki
Eyðkendi klædnastílurin, har tón-
leikararnir veruliga hava gjørt nak-
að burturúr tí, teir eru í, kenna vit
aftur. Talan er sjálvsagt um Tangz,
mannað við fimm ungum monn-
um, sum allir gingu á studenta-
skúla í Hoydølum saman.
- Tangz byrjaði sum ein dansibólk-
ur uppi í Hoydølum. Á studenta-
skúlanum eru jú nógvar veitslur,
og tá skuldi onkur spæla. Og tað
var faktiskt av hesum eftirspurn-
inginum vit byrjaðu at spæla, for-
telur Rókur.
Heystið 1999 var tað so ein, sum
fann uppá, at tekna bólkin til Prix
Føroyar, og tað var ikki fyrr enn í
september mánað sama ár, at
Rókur, Hallur, Halgir, Rói og Dánjal
fóru at venja saman sum ein
fastur bólkur.
Í 2000 fór Rókur undir at taka eitt
støðisár í samfelagsfrøði á Fróð-
skaparsetrinum. Hetta árið vakti
hansara áhuga fyri fakinum, og
ætlanin var at taka alla bachelor-
útbúgvingina í Føroyum.
Men samstundis sum hesar
ætlanirnar til, so sendu Rókur og
Dánjal umsókn um at sleppa inn á
ein tónleikaháskúla, og stutt eftir
gekk leiðin til Svøríkis á skúlan.
- Tað var eitt fantastiskt ár har yv-
iri, og eg skal siga fyri mín part, at
mín ævintýrið í Svøríki er ikki lið-
ugt enn. Eg fari at søkja inn har
aftur einaferð, men nær tað verð-
ur, veit eg ikki, sigur Rókur.
Í løtuni ger Rókur útbúgvingina í sam-
felagsfrøði lidna niðri á Roskilde
Universitetscenter í Danmark.
- Framtíðin er spennandi. Eg vóni,
at hon fer at innihalda nógvan
tónleik og nógva samfelagsfrøði. Í
Føroyum kanst tú nokk ongantíð
liva sum bara tónleikari, so eg giti,
at tað verður samfelagsfrøðin,
sum kemur at breyðføða meg. Í
løtuni hevur tað akademiska eisini
stóran áhuga.
Viðvíkjandi Tangz, sigur Rókur, at
tað er als ikki lagt á hillina.
- Tíverri spæla vit ikki
eins nógv longur, sum
fyrr, tí tríggir av okkum
lesa niðri, meðan tveir
eru í Føroyum.
Men eitt er vist. Rókur
ætlar sær til Føroya at
búgva.
- Tað merkir ikki, at tá eg
eri liðugur við útbúgv-
ingarnar, at eg eri liðug-
ur við heimin. Men eg
ætli mær heilt vist at
gerast ordiliga vaksin í
Føroyum, sigur Rókur og
flennir.
- Eg vænti ikki, at eg nakrantíð í
lívinum fari at gevast við tónleiki-
num. Tað er ikki nakað, tú velur.
Tónleikur er nakað tú ert.
2
Sosialurin Nr. 59 - 26. mars 2003
Sosialurin Nr. 59 - 26. mars 2003
3
Tíðindablaðið Sosialurin
Postsmoga 76
100 Tórshavn
Tlf. 31 18 20
Fax 31 47 20
Teldupostur: ph_1@sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjórn:
Ingrid Bjarnastein
Solby Anna Eliasen
<ph_1> er ein partur av Sosialinum
annanhvønn mikudag. Evstamark er
á middegi fríggjadag
Lýsingar til <ph_1> skulu vera okkum
í hendi í seinasta lagi fríggjadagin
áðrenn blaðið kemur út.
Lýsingarnar skulu ikki vera størri enn
254 mm breiðar og 70 mm høgar.
Navn:
Rókur Jákupsson
Jakobsen
Føðingardagur:
16.07.1979
Starv:
Lesandi
Yndisorð:
Tórshavn
Hvat vildi tú verða,
tá tú vart stór,
tá tú vart lítil?
Eg haldi, at eg
bara vildi verða stórur! Nei, kanska
tónleikari...minnist ikki!
Vangamyndin:
Rókur Jákupsson
Jakobsen
16071979
Tónleikur er naka› tú ert
Hendurnar upp
ella
buksurnar niður
1. Kall ella Føroya Tele?
- Føroya Tele
2. Jolly ella Coca Cola?
- Jolly
3. Rás 2 ella Útvarp Føroya?
- Útvarp Føroya
4. Quality Street ella Roses?
- Quality Street
5. Siemens ella Nokia?
- Nokia
6. Loysing ella samband?
- Loysing
7. Flúgva ella sigla?
- Flúgva
8. Føroya Bjór ella Restorff?
- Føroya Bjór
9. Fótbóltur ella hondbóltur?
- Fótbóltur
10. Dimmalætting ella Sosialurin?
- Sosialurin
11. Tomat ella agurk?
- Tomat
12. Svart ella hvítt?
- Svart
13. Pizza ella grill?
- Grill
14. Fløgu, plátu ella band?
- Fløgu
15. Kaffi ella te?
- Te
16. Jakka ella frakka?
- Frakka
17. Lissur ella karalás?
- Lissur
18. Rock ella popp?
- Popp
19. Mamma ella babba?
- Mamma
20. MacIntosh ella PC?
- PC
21. Per ella Poul?
- Pól
22. Um tú vart ein bilur, hvat slag
skuldi tú so verið?
- Ein BMW
23. Hvør skuldi so sloppið at koyrt
teg, og hvør skuldi als ikki sloppið
at koyrt?
- Eg haldi, at familjan hjá mær skuldi
sloppið at koyrt meg, men eg hevði
ikki viljað havt Osama Bin Ladin at
koyrt.
#6 Arnfrí› Lutzen
C
M
Y
K
17
16