Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mars 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Nr. 59 - 26. mars 2003 Sosialurin Nr. 59 - 26. mars 2003 5 Hvørt leygarkvøld síggjast tey eina ella aðra- staðni kring landið. Tey hava bláa vøruvognin sum eyðkenni, og vørumerki teirra er, at tey býta suppu út til nógvar kaldar kroppar, tá dansur ella annað er liðugt í býnum eitt leyg- arkvøld. Tað var á norðoyastevnu 2001, at tey ungu í Filadelfia fóru undir eitt nýtt átak. Talan er um útbýting av suppu til teirra, ið hava hug til ein heitan munn eftir eina langa nátt í býnum. Boðskapurin er greiður. Tey vilja út við kristna boðskapinum, og fleiri úrslit hava eisini spurst burturúr hjá teimum ungu. – Vit brúka bara suppuna sum magnet fyri at fáa fólk til, sigur Ivan Hansen, sum er ein av stigtakarunum. Upprunaliga var tað ein, sum eitur Ólavur Guttesen, sum fann uppá hetta. Hann er í løtuni staddur í Malaysia á bíbliuskúla. – Á henda hátt koma vit í samband við ótrú- liga nógv fólk, og vit hava eisini fingið fatur á nógvum, sum hava verið langt úti. Jesus-suppa Tað gekk ikki long tíð áðrenn suppan fekk heitið »Jesus-suppa«. Og hesum eyknevni- num hava fyrireikararnir onki ímóti. – Jesus-suppan er tomatsuppan og asparges- suppa eitur nú Halleluja-suppa, siga teir og flenna. Hetta at býta suppu út til kaldar ungdómar, fullar sum edrúuar, gera tey ungu í Filadelfia hvørt leygarkvøld. Tey plaga at standa í gongugøtuni í Havn, beint uttanfyri Handils- kjarnan. Ein bláur vøruvognur verður brúktur at frakta suppuna við, og síðani verða borð tikin út og allar termokannurnar við suppuni verða slongdar fram á borðið. Jesus-suppan er eisini væl móttikin millum fólk. – So skjótt vit koma, so koma fólk tysjandi til. Vit hava 30 litrar av suppu hvørt kvøld, sum fólk í samkomuni kóka upp á skift. Eitt kvøld- ið høvdu vit 30 litrar av suppu uttanfyri Badmintonhøllina, og teir vóru vekk eftir einum tíma, sigur Tom Rasmussen, sum hvørt leygarkvøld er við og býtir suppu út. Veðrið hevur verið stak gott hvørja ferð suppu-útbýting hevur verið á skránni. – Í hálvt annað ár hevur tað bara verið keði- ligt veður tvær ferðir, meðan vit hava verið úti. Tað vísir seg, at tað regnar heilt til vit skulu út, og so tá vit fara heimaftur, sigur Ivan. – Ja, vit hava ein góðan arbeiðsgevara, leggur Tom flennandi afturat. Ivan sigur annars, at tey eru komin í samband við fleiri fólk, sum ynskja at broyta lív sítt. – Tey ynskja at broyta lív sítt. Tey tíma ikki at drekka meira, og vilja koma burturúr tí, og tey vita ikki, hvussu tey skulu gera. Vit hava eisini havt fleiri heima hjá okkum her til døgurða og vitjan, greiðir Ivan frá. Ivan, Tom og Ólavur búgva í einum húsum, sum verða kallað Jesus-húsini, og eitt av endamálunum er eisini at brúka tey slíkt. Stuðul Fyrstu tíðina var tað ungdómurin, sum syrgdi fyri útreiðslunum til suppuna, og eisini at kóka hana. Men hetta vísti seg, at í longdini gjørdist tað ov stríggið, og tí varð avgjørt at fara út at leita eftir stuðlum. – Meinhardt Arge vísti seg at dáma hetta so ótrúliga væl, at hann nú stuðlar okkum, og hann rindar alla suppuna, sigur Ivan. – Vit kundu eisini standa og kóka suppu frá klokkan tíggju á kvøldið til langt út á náttina, og tað varð eitt sindur ov strævið til endans. So nú eru tað ymisk vaksin í samkomuni, sum kóka nakrar litrar í part eftir tørni. Umframt at standa í gongugøtuni við Hand- ilskjarnan, so fara tey ungu í Filadelfia eisini út til stevnur. Tey hava verið á øllum teimum stóru stevnunum seinastu tvey árini, og eisini har verður tikið væl ímóti teimum. Tá verður farið inn í eitt samkomuhús á staðnum at kóka suppuna. Í ár hava tey so eisini verið aðrastaðni. Tað verið seg uttanfyri Badmintonhøllina í Havn, og eisini til Prix Føroyar í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Og tey hava sjálvsagt eisini ætlanir at fara við Jesus-suppuni til stevnur aftur í summar. Jesus-suppan gongur sum heitt brey Tey hugna s r Tað er leygarkvøld. Klokkan er farin beint av ellivu, og uttan fyri Betesda eru nógv ungfólk savnað. Inni í rúmligu og hugnaligu hølunum er ein rúgva av ungdómi. Summi standa bert og práta, meðan onnur nýta hentleikarnar sum eru har. Summi spæla borðtennis, onnur bob og uppaftur onnur hava sessast við eitt av teimum mongu borðunum at spæla Risk. Mitt á gólvinum stendur eitt borð við termokannum og saftakannum. Eisini eru køkur og chips at fáa. Andaligur tónleikur streymar úr hátalarunum. Her munnu vera um eini 50 – 70 ung savnað, og tey lata til at hugna sær óført. Alt í einum fer ein maður miðskeiðis í tjúg- unum til mikrofonina og boðar frá, at um eina lítla løtu verður andakt. Tað gongur skjótt at fáa tey ungu at sessast, og so er friður. Ein bøn verður biðin, og síðani koma tríggjar ungar gentur fram. Tær taka hvør sína mikrofon og so byrjar felagssangurin. Øll reisa seg, og tey syngja einar tríggjar sangir, og tað er ongin ivi um, at hetta eru sangir, teimum ungu dáma væl, tí tey syngja hart, og tað ljóðar væl. Tá felagssangurin er av, fer tann eina av teimum trimum frá, og hinar báðar, Alvilda og Assa, byrja at syngja ein avbera vakran sang. Eitt sindur av nervum letur tað til, at tær hava, men tað gongur fínt hjá teimum kortini. Tveir dreingir spæla undir, meðan tær syngja. Tá tær eru lidnar, kemur ein maður at hava vitnisburð fyri teimum. Hann greiðir frá sínum ungu døgum, áðrenn hann kom at kenna Harran. – Eg var ein sokallaður buldribassi, sum ongin tímdi at hava nakað við at gera, inntil eg fann Harran. Í dag havi eg alt, sum eg kann ynskja mær, greiddi hann frá í einum sera opinskáraðum og rørandi vitnisburði. Hann talaði til tey ungu og ávaraði tey í móti at fella fyri freistingunum, tí hann visti, hvat hann tosaði um og kennir fylgjurnar, hóast hann í dag livir eitt gott lív. Síðani sungu tey aftur tveir felagssangir og høvdu eina stutta bøn. – Soleiðis, nú kunnu vit øll halda fram við tí, sum vit gjørdu áðrenn, sigur Kári Østerø, sum er annar av stigtakarunum til hetta hugnakvøldið í Betesda, tá andaktin er av. Hann og Kristian á Lakjuni eru saman við øðrum hvørt leygarkvøld og skipa fyri og hava eyguni eftir teimum ungu. – Tað er lætt at misskilja okkara mál við hesum, men tað skal ongin ivi vera um, at okkara endamál við hesum er at halda teimum ungu frá øllum freistingunum, sum til dømis at byrja at ganga í dans ella hvat tað nú skal verða, og at tey skulu halda seg til Harran, greiðir Kristian frá. Fyri onnur kann hetta tykjast sum nakað tvætl, men tað er tað sanniliga ikki kortini, tí teir hava fingið úrslit burtur úr hesum, og tað gevur teimum mót og hug at halda fram. – Vit eru ikki tveir, sum ganga runt og keða okkum og tí tørvaðu eina orsøk til at fáa eitt hugnakvøld. Við hesum hava tey ungu eitt stað at vera í, og her kunnu tey sam- stundis hoyra Guðs orð, sigur Kári. Og á rúgvuni av ungum, sum savnast hvørt leygarkvøld kann ikki annað sigast enn, at tey eru avbera glað fyri hetta. Teir báðir vita ikki við vissu at siga um nakað tílíkt er aðrastaðni í landinum, men onkur onnur samkoma í Klaksvík hevur eisini líknandi kvøld fyri teirra ungdómi. C M Y K 19 18