mikudagur 26. mars 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 59 - 26. mars 2003
Sosialurin Nr. 59 - 26. mars 2003
7
Gwyneth Paltrow trúlova›
Gwyneth Paltrow hevur
funnið mannin, sum hon
ætlar at gifta seg við. Tað er
sangarin í Coldplay, Chris
Martin. Hóast Gwyneth
hevur gingið saman við fleiri
øðrum áður, so hevur hon
helst ongantíð verið so vís í,
at hon hevur funnið tann
rætta sum hesuferð. Vinir
hjá henni siga, at Chris tosar
um hana sum sína trúlovaðu
allatíðina. Hann tykist púra
vekk í henni og tosar so at
siga ikki um annað enn, at
tey skulu gerast kona og maður. Gwyneth sjálv er eisini
púra vís í, at hon hevur funnið tann rætta. Hon tosar um
hann allatíðina, og hon sigur, at tann einasti feilurin, sum
Chris hevur gjørt er at tveita skitnar hosur allastaðni, men
annars er hann perfektur, sigur also Gwyneth Paltrow, sum
áður hevur gingið saman við hjartaknúsarum sum Brad Pitt
og Ben Affleck. Gwyneth misti pápa sín, Bruce, í fjør, og
tað er nústani nú, at hon hevur funnið lívsgleðina aftur,
takkað veri Chris Martin.
Courthey Cox og David Arquette
ynskja sær børn
Tað letur til at vera sera trup-
ult hjá teimum báðum at fáa
børn. Courtney hevur verið
við barn tvær ferðir, men
báðu ferð hevur hon mist
fostrið.
Og alt meðan tað biologiska
urið hjá Courtney tikkar harð-
ari og harðari, økist ynski hjá
henni um at gerast við barn
samsvarandi. Hon er nú vorð-
in 38 ára gomul, og tíðin
stendur sanniliga ikki í stað
hjá henni.
Tvær ferðir hava tey roynt kunstiga giting, tá tað ikki eydn-
aðist teimum at gerast við barn upp á tann nátúrliga mát-
an, men báðu ferðirnar endaði tað við, at sjónvarpsstjørnan
kastaði burtur.
Men vónandi fer tað at eydnast teimum triðju ferð. Tey
vóna, at tey fara at fáa eitt barn í leypi av tíggjundi og
seinastu sesong av Vinum.
– Beint nú tekur Courtney tað róligt og slappar av, meðan
hon roynir av øllum alvi ikki at lata trupulleikarnar við at
halda upp á eitt barn ávirka seg ov nógv, sigur ein kelda.
– Hon vil verða rólig, tá gitingin fer fram í vár einaferð.
Hon roynir at hugsa positivt og harvið at hjálpa læknunum
við at gera, hvat teir kunnu fyri at barnsburðurin skal
eydnast hesuferð.
Courtney Cox varð gitin kunstigani fyri aðru ferð í oktobur,
og hon var í sjeynda himni, tá hon uppdagaði, at hon var
við barn. Hon segði tað fyri teimum nærmastu, men tá sjey
vikur vóru farnar, var greitt, at okkurt varð galið, og hon
kastaði burtur sama kvøldið.
Ein kelda frá Vinum sigur, at Courtney so gott sum ikki
tosar um annað enn at fáa børn. Starvsfelagarnir hava
roynt at stuðla henni við millum annað at eggja henni til at
topp.10/cd-rom
01.
Dragejægerne
02.
Bourne Identity
03.
Road to Perdition
04.
Sum of All Fears
05.
Stuart Little 2
06.
Spiderman
07.
Sweetest Thing
08.
Signs
09.
Scorpion King
10.
Skulls
topp.10/dvd
01.
Dragejægerne
02.
Bourne Identity
03.
Road to Perdition
04.
Austin Powers – Goldmember
05.
Sweetest Thing
06.
Sum of All Fears
07.
Signs
08.
About a Boy
09.
Scooby Doo
10.
Stuart Little
topp.10/cd rom
01.
C&C Generals
02.
Sims – Unleashed
03.
Sims – Deluxe Edition
04.
Master of Orion
05.
Medieval – Total War
06.
Morrowind
07.
Unreal 2
08.
Iron Storm
09.
Operation Flashpoint Resistance
Exp.
10.
Icewind Dale 2
topp.10/fløgur
01.
Ymiskt – Now 3
02.
Ymiskt – Emotions
03.
Country Sisters – Live
04.
Brandur Enni – Brandur
05.
T.A.T.U – 200 km/h in the Wrong
Lane
06.
Ozzy Osbourne – The Essential
07.
Razz – Kast dine Hænder op
08.
Ymiskt – Nu Divas 2
09.
Kelly Rowland – Simply Deep
10.
Robbie Williams - Escapology
<n‡tt - n‡tt>
matchbox twenty
heiti: more than you think
you are
skeringar: 12 + 1 videolag
plátufelag: melisma
dj bobo
heiti: visions
skeringar: 15
plátufelag: bmg berling
musik
kelly rowland
heiti: simply deep
skeringar: 14
plátufelag: sony music
kashmir
heiti: zitilites
skeringar: 14
plátufelag: sony music
stuart little 2
høvuðsleiklutir: geena
davis, hugh laurie og
jonathan lipnicki
longd: 74 minuttir
prod. ár: 2002
tvey ár eru liðin síðani Stuart
flutti inn hjá familjuni Little.
Men sjálvt um Stuart
stórtrívist, leingist honum
eftir einum vini, sum er
hansara egni. So tá ein
særdur fuglur, sum eitur
Margalo, brádliga lendir á
bilinum hjá Stuart og fortelur, at hon er vorðin hótt av tí
ónda Falcon, bjóðar Stuart henni at búgva hjá familjuni
Little. Men tá Margalo hvørvur á ein løgnan hátt, fara
Stuart og kettan Snowbell á eina vandamikla og
spennandi ferð fyri at finna hana og loysa gátuna...
road to perdition
høvuðsleiklutir: tom
hanks, paul newman og
jude law
longd: 112 minuttir
prod. ár: 2002
Árið er 1931. Meðan
depressiónin kastar langar
skuggar yvir nógvar
amerikanskar familjur,
ræður at síggja til friður og
lýðin ordan hjá familjuni
Sullivan. Michael Sullivan
(Tom Hanks) hevur at
síggja til eina púra vanliga
tilveru við konu síni og tveimum væl uppaldum synum –
men tað vakra heiðursmerkið hevur eisini eina myrka og
blóðuga baksíðu. Í veruleikanum er Sullivan hitman fyri
tann patriatiska gangastaran John Roony (Paul Newman),
hvørs synir eisini eru við í arbeiðnum. Eitt púra vanligt
kvøld á einum púra vanligum arbeiði gongur alt brádliga
galið, og knappliga verða Sullivan og elsti sonur hansara
kastaðir út á eina ferð ígjøgnum lond við einum
ísakøldum samstarvsfelaga í hølunum
the bourne identity
høvuðsleiklutur: matt
damon
longd: 114 minuttir
prod. ár: 2002
Hesin action-thrillarin er
bygdur á altjóða
bestseljaran hjá Robert
Ludlum.
Jason Bourne (Matt
Damon), sum er vorðin
bjargaður við tveimum
kúlum í rygginum hevur
mist minni. Hann
uppdagar skjótt, at hann verður noyddur at finna útav,
hvør hann er fyri at yvirliva. Hann verður jagstraður av
drápsmonnum í eini kapprenning ímóti íðini, samstundis,
sum Bourne skjótt finnur útav, at hann hevur eitt
dreparainstinkt...
scooby-doo
høvuðsleiklutir: freddie
prinze jr., sarah michelle
gellar, matthew lillard,
linda carollini og rowan
atkinson
longd: 83 minuttir
prod. ár: 2002
Jaiks! Tvey ár eftir, at ein
innanhýsis ósemja noyddi
Mystery Inc. til at lata
hurðarnar aftur, verða
Scooby-Doo og hansara
løgnu detektiv-vinir Fred
(Freddie Prinze Jr), Daphne
(Sarah Michelle Gellar), Shaggy (Matthew Lillard) og Vela
(Linda Cardellini hvør fyri seg kallað til Spooky Island fyri
at kanna eina røð av yvirnáttúrligum hendingum í tí
spildurnýggju undirhaldsparkini Spring Break.
Eigarin av Spooky Island, Emile Mondavarious, er bangin
fyri at tað spøkir í undirhaldsparkini og roynir at fáa tey
ungu saman aftur, so tey kunnu loysa gátuna, áðrenn
tann yvirnáttúrligi loynidómurin ræðir allar gestirnar vekk.
Scooby og vinirnir noyðast, háost teir eru ósamdir, finna
útav tí saman og gloyma alt, sum tey higartil vistu um
følsk spøkilsi og løgnar verur fyri at loysa málið, bjarga
sær sjálvum og kanska eisini restini av heiminum...
<n‡tt - n‡tt>
taka eitt sindur uppá. Hon hevur verið óhugnaliga kløn,
men nú letur til, at hon er farin at gera nakað við tað.
Summi av hennara nærmastu vinum eru sannførd um, at
tað at hon var so kløn var ein orsøkin til, at tað var so
torført hjá henni at gerast við barn. Men tað tordi ongin at
siga beint út við hana.
Keanu Reeves aftur lukkuligur
Matrix-stjørnan hevur enn
einaferð funnið saman aftur
við síni fyrrverandi unnustu,
Amanda Decadenet. Tey bæði
kunnu eyðsæð ikki vera
hvønnannan fyri uttan. Tí tey
hava gjørt tað liðugt fleiri
ferðir, men kortini finna tey
altíð saman aftur. 37 ára
gamli Keanu var á
flogvøllinum í Los Angeles
eftir Amandu. Og tá tey sóust
aftur gingu tey beint í
armarnar á hvørjum øðrum og løgdu nóg illa tilmerkis, at
øll hini ferðafólkini sjálvandi kendu Matrix-stjørnuna aftur.
Keanu Reeves hevur annars verið í gjøgnum nógv seinastu
árini. Fyrst mistu hann og táverandi unnusta hansara,
Jennifer Syme, eina dóttur, tá hon varð fødd. Og síðani lat
Jennifer lív í eini ferðsluvanlukku bara eitt ár aftaná. Tá fór
Reeves av góðum grundum niður við flagginum. Men nú
letur til, at hann hevur funnið lukkuna aftur í lívinum, og
tað er uttan iva vøkru Amandu Decadenet at takka.
Mamma upp á fulla tí›
Sarah Jessica Parker frá Sex
and the City stórtrívist í henn-
ara nýggjasta leikluti sum
mamma upp á fulla tíð. Herfyri
vóru hon og gemalurin, Matt-
hew Broderick, í Hollywood og
leitaðu eftir einum húsi. Og
sjálvandi slapp fýra mánaðar
gamli James Wilke við. Sarah
noktar so at siga at fara nakra-
staðni, uttan at hann er við.
Parið hevur longi búð í New
York, men nú hava tey ætlanir
um at flyta til tað sólríka California, so skjótt tey hava
funnið eini hóskandi hús.
Framvegis saman
Fleiri ferðir hava søgurnar
gingið um, at Tom Cruise og
Penelope Cruz ikki eru
saman longur, men tað hava
bara verið søgur. Tí hóast
Tom Cruise er sera
vælumtóktur, so tekur hann
altíð børnini og unnustuna
framum.
Vakra Penelope Cruz kom til
Ný Sæland herfyri, har Tom
er í ferð við upptøkurnar til
filmin The Last Samurai. Tom
hevði leigað eina flotta luksusvilla á strondini, har tað pláss
fyri bæði unnustuni og børnunum báðum Connor, 8 og
Isabella, 10, sum hann hevur saman við Nicole Kidman.
Ein av døgunum tók Tom Cruise frí frá upptøkunum og fór
á eina útferð við børnunum og Penelope. Tey fóru øll fýra
umborð á privatflúgvarin hjá Tom og flugu ein túr yvir ein
jøkul beint við tað stórsligna fjallið Mount Cook.
Spice Girls koma ongantí› saman aftur
Nógvar søgur
hava verið frammi
um, at Spice Girls
fara at koma
saman aftur, men
tað verður sligið
fast einaferð med
alla av Melanie C í
einari samrøðu við
Se og Hør. Hon
sigur, at søgan er íspunnin og bara komin fram, tí at allar
fimm genturnar vóru savnaðar til eitt sokallað gentukvøld í
býnum herfyri.
– Vit ótu døgurða saman og hugnaðu okkum, meðan vit
fjasaðu sum nakrar smágentur. Tað var serstakliga stuttligt
at síggja Geri aftur, tí hana hava vit so at siga ikki sæð,
síðani bólkurin fór hvør til sítt, men tað var so eisini alt,
sigur Melanie C.
Hon sigur eisini, at genturnar vilja fegnar síggjast privat,
men tær verða aldrin aftur at síggja á palli sum bólkurin
Spice Girls.
Melanie C hugsar bert um sína solokarrieru nú, og hon
hevur gingið saman við Thomas Starr í meira enn eitt ár nú.
Hóast tað, so taka tey tað róligt, og ætlanir um hjúnarband
eru ikki frammi í ljósinum – enn.
Gongur væl hjá Leonardo Dicaprio
Leonardo DiCaprio er í einum
hepnum stima fyri tíðina. Tað
gongur framúr við báðum
filmunum, sum hann er aktu-
ellur við í løtuni. Filmarnir
eru: Gangs of New York og
Catch Me If You Can. Eisini
privat gongst honum væl.
Hann er fyri tíðina saman við
Sarah Foster, sum er ein av
kandidatunum til at verða
tann nýggjasta mega-stjørn-
an í Hollywood. At Sara so
eisini hevur eina fortíð innan
modelheimin ger tað ikki verri.
Rachel Hunter hevur gloymt Robbie Williams
Eftir at hava verið saman við Robbie Williams í eina tíð,
gjørdi Rachel Hunter av at stinga av, tí Robbie var, sambært
Rachel ov psykotiskur til at liva saman við. Og hon hevur
gjørt skjótt av at gloyma hann. Í øllum førum er hon sædd
saman við Wesley Scantlin, 27 ár, sum er kendur sum
frontpersónur í amerikanska rokk orkestrinum Puddle of
Mudd.
Við hesum undirstrikar Rachel enn einaferð, at mytan um
modellir og rokkstjørnur ikki er av leið. Hon giftist í 1990
við Rod Stewart, men bleiv skild frá honum, og síðani hevur
hon bert ligið framvið, tá talan er um yngri mannfólk, sum
eru væl fyri – bæði so og so.
C
M
Y
K
21
20