Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mars 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 • mikudagur • 27. mars 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Havnar Telvingarfelag stóri sigursharrin Í talvfinaluni í ung- dómskappingini um vikuskiftið vann Havnar Telvingarfel- ag bæði fyri tey yngru og tey eldru. TÍÐINDASKRIV Leygardagin var finalan í ungdómskappingini í talvi telvað í bygdarhúsinum í Hósvík, har 29 lið og við umleið 130 ungir telvarar- um telvaðu. Og var tað elsta talvfelag í Føroyum, Havnar Telvingarfelag, sum júst hevur fylt 80 ár, sum vann bæði føroyameistara- heitini. Býtt var upp í tveir ald- ursbólkar, upp til 4. flokk og frá 5. flokki og uppeftir. Í hvørjum aldurbólki høvdu 6 lið telvað seg í finalu- bólkin í tveimum undan- farnu kappingum á Gilja- nesi og á Oyrabakka. Eisini vóru tveir opnir bólkar, har øll lið kundu telva við. Í yngra opna bólkinum vóru 7 lið og í eldar opna bólkinum vóru 10 lið. Í øllum bólkum vóru heiðursmerki til try´ tey fremstu liðini. Í báðum finalubólkunum telvaði hvørt lið tvær reisir ímóti hvørjum øðrum. Og í yngra finalubólkinum, gjørdist Havnar Telvingar- felag føroyameistari. Enda- liga støðan varð: Nr. Felag Stig 1 HT4 31,5 2 VT2 29,5 3 ST2 24 4 KT4 14 5 Rókur4 13 6 MT4 6 Í eldra finalubólkinum gjørdist Havnar Telvingar- felag eisini føroyameistari. Endaliga støðan varð: Nr. Felag Stig 1 HT1 31 2 KTF1 26,5 3 MT1 26 4 HT2 20,5 5/6 GT2 8 5/6 KTF2 8 Í yngra opna bólkinum gjørdist støðan henda: Nr. Felag Stig 1 GT4 17,5 2 KT5 16,5 3 HT5 13,5 4 VT3 12,5 5 Rókur5 10,5 6 KT7 9,5 7 KT6 4 Í eldra opna bólkinum gjørdist støðan henda: Nr. Felag Stig 1 HT3 25 2 KT2 24 3 KT1 23,5 4 TT1 23,5 5 MT2 19,5 6 VT1 17 7 Rókur/Ljósá 16 8 KT3 13,5 9 Rókur3 9 10 MT3 5 23 8 Sosialurin Nr. 59 - 26. mars 2003 Gangs of New York Tað gekk ikki mánanáttina. Gangs of New York megnaði ikki at vinna ein einasta Oscar, hóast teir vóru innstillaðir til ein hóp av teimum gyltu monnunum. Men hetta eigur ikki at halda nøkrum aftur. Gangs of New York er ein spennandi og intensur film- ur, sum væl kann hyggjast at. Hetta er heldur ikki fyrstu ferð, at ein góður filmur ikki sleppur upp í part við Oscar handanirnar, og tað er einki løgið í tí. Oscar virðislønir- nar eru frá amerikanarum til am- erikanarar, og grundgevingar byggja oftani meira á, hvør hevur verið góður at reklamera, heldur enn hvør dugir best av øllum. Gangs of New York gongur fyri seg miðskeiðis í níggjundi øld. Inn- flytararnir streyma til USA, og tað mesta verður lagt upp í stórbýnum New York. Innflytararnir eru bæði úr Ìrlandi og Onglandi umframt aðrastaðni frá. Mismunirnar frá uppihaldinum í Evropa eru ikki gloymdir, og stríð er longu millum partarnar, áðrenn hesir nakrantíð festa búgv. Serliga úr Írlandi – undan herviligu eplasjúkuni – er tilflytanin stór til New York, og býurin klárar illa at taka ímóti øllum. Øll hava hesi ein dreym um eitt betri lív – eina betri tilveru. Vit hitta “Slaktarin” sum við harð- ari hond stýrir býnum og roynir at halda írunum niðri. Hann heldur saman við skitna politikaranum, Tweety. Hesin er ein ímynd av tí lógloysi og dupultmorali, ið ráddi tá. Hóast vit eru farin eini hundrað ár aftur í tíðini, eru vit ikki so langt vekk frá eyðkendu verðini hjá Martin Scors- ese. Hann er kendur fyri at gera sínar filmar ógvuliga brutalar, og í so máta er hesin filmurin einki undantak. Filmurin er klassiskur í sínum stíli. Bardagarnir eru sum klassisku tra- gediurnar, og uppgerðirnar eru líkaso. Sjálvt teir mistu leiklutirnar verða spældir av heimskendum sjónleikarum. Hetta er eisini partur av øllum tí, at filmurin skal vera stórur. Longu áðrenn tú setir teg at hyggja, so skalt vera vitandi um, at hetta er nakað stórt. Men trøini veksa heldur ikki hesaferð inn í himmalin. Fleiri leikarar standa seg eisini væl, og filmurin við sínum stórlætni kundi óivað vunnið ein Oscar ella tveir. Romantiska inn- slagið í filminum er frá PR himma- ríki – Cameron Diaz og Leonardo DiCaprio. Eitt kærleiksforhold, sum, hóast neyð- ugt, tað ikki tyk- ist at vera pláss fyri. Allar tær góðu 167 minnutir, filmurin tekur at hyggja at, er hann stórsligin og ógvusligur. Og lat okkum so bara siga, at filmurin er góður, og fólk kunnu fáa nakað burturúr at síggja henda góða film, men heilt fan- tastiskur er hann ikki. Men tað harða og ráa er tað mest spennandi við filminum. Fyri onkr- an við áhuga fyri klassisku sjónleiki og nýggjari søgu við klassiskum temaum, so er Gangs of New York ikki so bíttur. Fakta um <Gangs of New York> leikarar: Leonardo DiCaprio, Daniel Day Lewis, Cameron Diaz, Liam Neeson o.o. longd: 167 min. sta›: Havnar Bio, um tú ert 16 ár ella eldri Heini Gaard er blaðmaður á Dimmalætting. Vit hava sett honum stevnu og spurt hann nakrar spurningar um húsarhald. Hvat slag av uppvaskisápu brúka tit heima við hús, og hvussu vorðin er uppvaskibustin? – Eg havi als ikki uppvaskibust, men svamp. Og eg brúki kemilux uppvask, hatta gula, sitrón haldi eg tað er. Hvussu ofta gert tú mat um vikuna? – Eini tríggjar til fýra ferðir, giti eg. Hvussu leingi kókar tú eplir? – Líka leingi sum Tórður (Tórður var við seinast – red.), tað vil siga umleið ein hálvan tíma Og eitt egg? – Nóg leingi, eg kann ikki tola bleyt egg. Nær heldur tú sjálvur, at tú ert ordiliga húsligur? – Tá havi eg ruddað alt húsið og tømt vaskikurvina Hvussu nógv bakipulvur brúkar tú til 500 gramm av mjøl? – Tað veit eg ikki, men um eg skal geva eitt skot, so er tað eitt bræv. Mær dámar væl at gera mat, men eg baki ógvuliga sjáldan. Tað plagar konan at sleppa at gera. Hvat bjóðar tú, tá tú hevur gjørt okkurt avbera lekkurt til matna? – Tá er tað kaliforniskt pasta. Tað er ein rættur við marineraðum høsnarunga, cashew nøtum, várleyki og soppum. Heini hatar bleyt egg C M Y K 22