mikudagur 26. mars 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 26. mars 2003
25
TÍÐINDASKRIV
Bragdið
Frælsa ítróttin her á landi er
í støðugari menning, og
kappingarnar økjast. Lagt
verður fyri við hálvmara-
toni á nýggjárinum, og
endað verður við Daewoo
Marathon Cup um heystið -
fýra kappingar, ið tilsamans
geva maratonteinin upp á
42,195 km. Flaggskipið er
framvegis flaggdagsrenn-
ingin í Havn 25. apríl, har
luttakaratalið nú er komið
upp um tveyhundrað.
Sum nakað nýtt fer fel-
agið Bragdið at skipa fyri
heilari maratonrenning í
summar. Tiltakið fer eftir
ætlan fram leygardagin 19.
juli — góða viku fyri ólav-
søku. Fyribils er at siga, at
hetta er ein roynd at skipa
fyri so stórari renning, men
eydnast tiltakið væl —
áhugin at luttaka og at
skipa fyri verður nóg stórur
— er ætlanin, at maraton-
renningin verður afturvend-
andi tiltak á hvørjum ári.
Rutan er ikki endaliga løgd
enn, men kemur at liggja í
og uttan fyri høvðusstaðin.
Skotið verður upp at byrja í
miðbýnum í Havn at renna
til Kaldbaks og aftur, síðani
runt Havnina og í mál í
miðbýnum. Endaliga rutan
verður lýst, so skjótt hon
kemur upp á pláss.
Annars er at siga, at
áhugin fyri maratonrenning
millum føroyingar er stórur.
Síðsta heyst vóru fleiri
niðri í Berlin og runnu, og
um fáar vikur fara nakrir til
London at taka lut í árligu
marathonrenningini har.
Einastu ferð, skipað hev-
ur verið fyri heilari mara-
tonrenning á oyggjaleikum,
var í Føroyum í 1989.
Runnið var av Selatrað og
út á Toftir, og sum mong
minnast,
kom
Absalon
Hansen fyrstur á mál og
vann gull fyri Føroyar. Aðr-
ir føroyingar, ið luttóku,
vóru Hans Birgir Hansen,
Harry Hansen, Petur Peter-
sen og Óli Olsen.
Kortini má gerast vart
við, at vit tosa um eina sera
harða ítróttagrein, ið ein-
ans er ætlað teim vaksnu,
og sum hava vant miðvíst.
Áhugað eiga tí alt fyri eitt
at fara til verka, og tey
mugu rokna við í minsta
lagi trimum venjingardøg-
um um vikuna. Týdningar-
mikið er at venja seg at
renna langt, men spakuliga,
og vanligt er at lata tann
eina túrin gerast longri og
longri og enda við umleið
30 km tríggjar vikur undan
maratonrenningini.
Men vandi er í hvørjari
vælferð. Ikki er ráðiligt at
økja venjingina ov skjótt.
Beinini mugu hava stundir
at venja seg við at verða
ovbyrjað og mugu koma
fyri seg, so hvørt vant verð-
ur. Fyri at alt skal vera í
lagi, eiga fólk um tey fjør-
uti og eldri, ið fara at venja
á fyrsta sinni, at tosa við
lækna fyrst.
Tey, ið ikki hava runnið
maraton áður, eiga ikki at
hugsa um tíðina — málið
má vera at koma á mál.
Meira verður at frætta um
tiltakið seinni.
Nú vit tosa um frælsa
ítrótt kann skoytast uppí, at
Frælsur
Ítróttur
Føroya
(FÍF) í næstum fer undir
stórt ítróttaátak á Svanga-
skarði. Tiltakið nevna teir
"SKÚLA — FM 2003," og
ein snotiligur faldari er
gjørdur í hesum sambandi.
Teir fara sjálvir at kunna al-
menningin um átakið, og
her skal einans verða lagt
afturat, at kappingarnar fara
fram leygardagin 17. mai.
Maratonrenning í Føroyum
FM-kapping i Badminton
FM kapping í bad-
minton fyri børn og
ung hevur verið hetta
vikuskiftið í Havn.
Nr. eitt og tvey í teim-
um ymsu bólkunum
gjørdust
U15 Gentur:
Nr.1 : Rannvá á Rógvu (VíF) / Ulla í Dávastovu (VÍF)
Nr.2: Christina Eriksen (VÌF) / Jenny Nielsen (VÌF)
U15 Dreingir
Nr 1: Niclas Højgaard Eysturoy (HBF) / Hilmar Kass Jacobsen
(HBF)
Nr 2: Reidar Luid (HBF) / Sigurd Carlsson (HBF)
U18 Gentur
Nr 1: Lis Christoffersen Hansen (VÌF) / Óluva Bærentsen (ÍF)
Nr 2: Sára Óladóttir Arge (HBF) / Anna Katrina Óladóttir
Arge (HBF)
U18 Dreingir
Nr.1: Gunnar Poulsen (HBF) / Thomas Hans Rubbeksen
(HBF)
Nr 2: Bjarki Chr. Gram (HBF) / Rógvi Poulsen (HBF)
TVÍMANSLEIKIR
U18 Dreingir
Nr 1. Rógvi
Poulsen, HBF
Nr 2: Thomas
Hans Rubbek-
sen, HBF
U18: Gentur
Nr 1: Sára
Ólaóttir Arge,
HBF
Nr 2: Lis
Christoffersen
Hansen, VíF
U15 Dreingir
Nr 1: Niklas
Højgaard Eyst-
uroy, HBF
Nr 2: Hilmars
Kass Jacobsen,
HBF
U15: Gentur
Nr 1: Rannvá á
Rógvu: VÌF
Nr 2: Ulla í
Dávastovu, VÍF
U13 Dreingir
Nr 1: Reidar
Luid, HBF
Nr 2: Jan
Ellingsgaard, ÌF
U13 Gentur
Nr 1. Brynhild
Carlsson, HBF
Nr 2: Guðrun
Lervig, ÌF
U11 Dreingir
Nr 1. Fríði
Lamhauge, HBF
Nr 2: Ari
Elingsgaard, ÍF
25
24
Nr. 59 - 26. mars 2003
Oddaliðini STÍF, VÍF
og Kyndil møta øll
liðum, sum tey skulu
vinna á, um liðini ikki
skulu missa eitt fet í
stríðnum um
gullkrónurnar
MANSHONDBÓLTUR
Páll Holm Johannesen
Eitt umfar verður í lands-
kappingini hjá monnum í
kvøld. Trý av oddaliðunum,
STÍF, VÍF og Kyndil eru á
heimavølli í kvøld, og
felags fyri øll oddaliðini er,
at tey møta liðum, tey skulu
hava fulla úrtøku ímóti.
Strandingar fáa vitjan av
KÍF á Skála. Seinast liðini
hittust endaði við javnleiki
27-27. STÍF er framvegis
oddalið, og skal frástøðan
til vestmenningar og kynd-
ilsmenn varðveitast, er av
alstórum týdningi, at dyst-
urin verður vunnin. Strand-
ingar lótu illa at spælinum í
fyrra hálvleiki ímóti H71
leygardagin, men betur
gekk í seinna hálvleiki, og
finna strandingar spælið í
seinna
hálvleiki
ímóti
hoyvíkingum framm aftur,
so átti teir at megna at
knógva kollfirðingum í
kvøld.
VÍF fær vitjan av botn-
liðnum úr Runavík, Tjaldur.
Tjaldur endar við vissu á
aftasta plássinum í bestu
mansdeildini í ár, og tí átti
dysturin verið ein av-
greiðsluspurningur hjá VÍF.
Vestmenningar
liggja
ájavnt við STÍF í stigatalv-
uni, men teir hava leikt ein
dyst fleiri. Skulu vestmenn-
ingar framvegis hótta STÍF
er kravið einfalt ein sigur
ímóti botnliðnum Tjaldur.
Seinasti dysturin í kvøld
verður grannauppgerð í
høllini á Hálsí, har Kyndil
og H71 bresta saman.
Kyndil hevur rættiliga bitið
frá sær í endaspælinum, og
framvegis hevur havnarliðið
møguleika at vinna meist-
araheitið. Í Kyndli siga teir
seg taka ein dyst í senn, og
so fáa teir at síggja, hvussu
langt tað røkkur.
Kravið hjá Kyndli í kvøld
er ein sigur, um vónin um
meistaraheitið skal varð-
veitast. Hoyvíkingar hava
havt fleiri óvæntað úrslit í
endaspælinum, men tað
tykist sum um luftin er
farin úr teimum seinastu
vikurnar. Hetta kemur helst
av, at felagið úr Hoyvík
hvørki er við botnstríðnum
ella kann gera seg galdandi
í kappingini um heiðurs-
merkini.
500 at-
gongu-
merkir
eftir til
FCK-
Brøndby
ODDADYSTUR
Páll Holm Johannesen
Í komandi umfari í bestu
donsku
kappingini
møtast arvafíggindarnir
FCK og Brøndby. Fyri
fyrstu ferð verður møgu-
leiki fyri, at føroyingar
verða at síggja á báðum
liðum. Jón Rói hevur
verið á vøllinum í báðum
dystunum fyri Brøndby,
og møguleikarnir hjá
Toda Jónsson at koma á
lið hjá FCK aftur tykjast
størri, tí fleiri leikarar
eru skaddir.
Nýklassikarin í donsk-
um fótbólti, sum dystir-
nar millum FCK og
Brøndby verða kallaðir,
verður annað vikuskifti.
Danmark spælur kom-
andi vikuskiftið EM-
undandyst ímóti Rum-
enia, og tí verða ongir
dystir
í
Superliguni
hetta vikuskiftið.
Nú frástøðan millum
FCK og Brøndby er tódn-
að niður í bert fýra stig,
hava
atgongumerkini
gingið sum heitt breyð,
og mánadagin boðaði
stjórin í FCK, Flemming
Østergaard, frá, at tað
bert eru 500 atgongu-
merkir eftir. Tað verða í
alt 40000 áskoðarar í
Parkini annan sunnudag,
og helst verða fleiri
føroyskir útisetar millum
teir 40000 í Parkini og
heppa á sínar landsmenn.
Hondbóltsstøður
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 VB
9
8
-
1
-
0
547
446
101
26
2 VÍF
9
6
-
2
-
1
492
404
88
22
3 StÍF
8
4
-
1
-
3
476
489
-13
15
4 Stjørnan
9
2
-
1
-
6
453
457
-4
13
5 Kyndil
9
3
-
1
-
5
508
520
-12
13
6 Neistin
9
4
-
0
-
5
435
464
-29
13
7 Tjaldur
9
1
-
0
-
8
400
531
-131
3
1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 VÍF
9
6
-
0
-
3
664
562
102
21
2 StÍF
8
5
-
2
-
1
573
498
75
21
3 Neistin
9
4
-
1
-
4
598
565
33
18
4 Kyndil
8
5
-
2
-
1
548
530
18
18
5 KÍF
9
2
-
2
-
5
569
595
-26
11
6 H71
9
4
-
0
-
5
540
617
-77
11
7 Tjaldur
8
0
-
1
-
7
498
623
-125
4
Máltindarnir
Kvinnur
Daiva Tuomaite
VB
170
(46)
Asta Petrauskiene
StÍF
159
(41)
Danijela Ercevic
Stjørnan
154
(42)
Simona Dziugyte
Neistin
148
(50)
Reda Kurkauskiene
VB
138
(19)
Sóley Mikkelsen
VÍF
138
(42)
Lotte Sørensen
Kyndil
130
(64)
Milica Ergic
Tjaldur
122
(24)
Natasja Stamenkovic
Stjørnan
114
(9)
Lenka Ribaric
Tjaldur
112
(32)
Alina Olaru
StÍF
101
(8)
Jacklin Durhuus
VÍF
91
(8)
Nicoleta Radu
VÍF
87
(1)
Ileana Manolescu
Kyndil
82
(13)
Nikolina Eyðbjørnsdóttir
VÍF
67
Menn
Dragisa Stojovic
Tjaldur
183
(17)
Damir Oros
KÍF
173
(38)
Sveinur Justinussen
StÍF
142
(23)
Halgir D. Olesen
H71
139
(5)
Áki Olsen
VÍF
135
(10)
Morgan Knezevic
Neistin
127
(26)
Ingi Olsen
VÍF
119
(24)
Jacob Jónsson
Kyndil
118
(7)
Áki Mørk
Neistin
112
(26)
Costin Dumitrescu
StÍF
97
(22)
Finnur Hansson
Kyndil
96
(13)
John Zachariasen
VÍF
93
Hans Áki Dal-Christiansen
Kyndil
89
(27)
Petur Martin Poulsen
KÍF
87
Niels Viggo Niclassen
H71
83
Dystir í kvøld:
2603 20.00 VÍF-Tjaldur
2603 20.00 STÍF-KÍF
2603 20.00 Kyndil-H71
Oddaliðini skulu hava fulla úrtøku
Framvegis hava kyndilsmenn møguleika at vinna meistaraheitið, men so skulu teir hava hjálp frá øðrum liðum. Í kvøld møta teir
H71, og kravið er einfalt ein sigur, um vónirnar um greipuna skulu varðveitast.
C
M
Y
K
24