týsdagur 3. september 1991síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 160 — 3. september 1991
Meðan miðvingar løgdu allar kreftir í at javna út móti endanum
á dystinum, viknaði verja vágbinga alsamt, og kunnu teir prísa
seg lukkuligar fyri, at teir fingu bæði stigini við sær
MB-VB 2-3 (1-2)
1-0 Birgir Jørgensen
1-1 Egill Steintórsson
1-2 Egill Steintórsson
1-3 Egill Steintórsson
2-3 Jens Erik Rasmussen
Aðrastaðni er vanligt at
útnevna besta spælara og
ymist líknandi efur góðar
dystir. Hetta er ikki so
vanligt í Føroyum.
Men skuldi tad kortini
verdid gjørt, er eingin ivi
um, at neyðugt hevði verið
at útnevnt eina trio — VB-
spælararnar Rúna Nolsge,
Jan Allan Miller og Egill
Steintórsson.
Hesir tríggir vóru í fyrra
hálvleiki og partvís eisini í
seinna við til at skapa spæl
og møguleikar til VB, ið
góvu dystinum tað, hann
var verdur.
Øll ry VB-málini vórðu
sett í verk av hesum trim-
um — hverja ferð vid Egill
Steintórsyni sum skjútta.
MB legði hart út
Men áðrenn nakar legði
til merkis, at VB ætlaði at
vinna sær tvinni stig í
Miðvági sunnudagin,
hevði MB lagt seg
framum, tá ein MB-ari
einsamallur fór ígjógnum
eina passiva VB-verju fyri
so til síðst at finna ein
blankafrían Birgir
Jørgensen, ið ikki svíkti
álitið, men sendi bóltin í
málið til 1-0.
Mikil rómur á teimum
viðhaldsfólkunum, ið
vildu stuðla MB á
heimavelli, nú stødan var
vorðin so hættislig, at
einki stig longur mátti fara
til spillis.
Tó skuldi gleðin gerast
stokkut. Bert einar fimm
minuttir eftir hesa skjótt
vunnu leiðslu, hevði VB
javnað út. Rúni fær bóltin
á miðjuni, sendir hann út í
høgru síðu ul Jan Allan,
sum inni fyri målinum
finnur Egill, id leysur vid
målmanninum ikki letur
tilbodid fara frå sær, men
smekkar bóltin í netið.
Egill tríggjar ferðir
Ikki ganga meira enn
einir fimm ella tiggju min-
uttir, so fær VB enn eina-
ferð løn fyri yvirvág í
spæli, og er tað hesaferð
Jan Allan, ið spælir Rúna
á miðjuni. Rúni lyftir
hegnisliga bóltin inn um
… »
pe
MB-verjuna, og medan
hon stendur still, rennur
Egill sum fyri lívinum, fær
bóltin einar 10 metrar
innanfyri, og einsamallur
syrgir hann lættliga fyri at
leggja gstirnar framum 2-
1.
Hetta varð eisini hálv-
leiksstødan.
Í seinna hálvleiki tóktist
VB ikki leggja í at hvíla
seg, men herjaði á við
somu ødi, sum í fyrra
hálvleiki hav leiðslu.
Og ikki vóru heldur
meira enn fimm minuttir
gingnir, so hevði Egill enn
einaferð sent leðurkúluna í
MB-málið, og so var 3-1
til VB.
Tey flestu mundu eisini
halda, at úr var liðugt við
MB, og at úrslitið ikki fór
at verða gðrvísi enn tað
sama.
Men gðrvísi bleiv, um-
enn nakað av tíð gekk,
áðrenn miðvingar av
álvara fingu tíkið seg
saman.
Tá einir 20 minuttir vóru
eftir at spæla, tóktist sum
VB ikki longur hevði hug
at spæla við. Ahugaverda
álopsspælið dovnaði burt-
ur, og brádliga kom vend
í.
Alt samalt byrjaði við, at
verjan hjá VB slakaði ov
nógv. Hetta lótu teir upp-
finnsamu miðvingarnir
ikki fara fyri skjeyti, og
brádliga fingu teir so mál-
ið, ið setti gongd á spælið
hjá teimum.
Ein høgur bóltur kemur
inn í VB-brotsteigin. Vág-
bingarnir fáa hann ikki
burtur, og úr trunkanum
roynir Jens Erik seg við
einum ikki so hørdum,
men lúrnum skoti, ið
trillaði framvið Jens Sivari
Djurhuus, ið óivað mundi
væntað, at hatta var barna-
-*
SE
A
á
matur hjá Bjarna í mál-
inum. Tað kundi tað
kanska eisini verið, um
bara Bjarni hevði sæð
skotið. Í staðin trilladi
bólturin víðari framvið
honum í tað tóma málið til
støduna 3-2.
Fleiri kjansir
Nú kom rættiligur futtur
i miðvingar. Teir langaðu
Mikkjal fram á miðjuna,
og hetta setti bæði meira
ferð á, eins og MB yvirtók
alt spælið. Meðvirkandi
til, at tað gekk so væl, var
óivað, at vágbingar ongan-
tíð vórðu greiðir yvir, at
Mikkjal hevði skift pláss,
men hildu framhaldandi
fast við tær løgdu marker-
ingarnar.
Samstundis riggaði verj-
an hjá VB sera illa, so hon
mangan var í dýrastu
neyð, tá tey skjótu og væl-
spældu MB-álopini skol-
aðu móti málinum.
Og nær vóru miðvingar
at javna út, men heldur
ikki meira enn tað. Til
dømis hevði teir eitt skot á
stongina, men samstundis
leikaði á í hinum end-
anum, tær ferðirnar
vágbingar fingu samla seg
til kontra. Soleiðis kundi
eitt nú Rúni Nolsge havt
avgjørt til 4-2, men
bólturin varð lyftur upp á
trýkantin, og so varð tað
av ongum.
Við hesum trýstinum
vóru miðvingar sera 6-
hepnir ikki at bjarga sær
annað stigið, samstundis
sum vágbingar av sonnum
vóru hepnir at fáa hildið
fast um leiðsluna. Tó má
Í seinastu 20 minutt-
unum í Miðvági var tað
MB, ið gekk undan og
legði eitt øgiligt trýst á
VB. Kortini eydnaðist
ikki miðvingum at
javna. Mynd:
Kristian Vang
Jens
B36 13
KI 13
TB 13
VB 13
HB 13
GI. 13
NSI 13
B68 13
MB 13
Sumba 13
id LO UN UV ON ON SI 1
Vågbingar hepnir
Vágbingar fylgja trú-
fastir liði sínum — ikki
minst, tá tað spælir
norðanfjórðs. Her ein
vágbingur við rópara:
»Kooom so00, VB!<
Mynd: Jens Kristian Vang
sigast, at miðvingar vóru
nærri útjavningini enn
vágbingar gktum sigri, og
kom útjavningin, hevði
hon so sanniliga verið
uppiborin. Men hon kom
ikki, og tí hendi tað, at VB
slapp við í toppstríðið,
meðan MB nú er illa fyri á
næstnidasta plássinum —
tvey stig frå nærmastu
lidunum.
hj.
Stødan, 1. deild menn
26-22
22-15
22-15
20-15
30-22
24-19
14-18
10-15
13-17
13-36
þa DA ON BI 9 ID CV ID CV AD
i ONO
—