týsdagur 3. september 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 160 — 3. september 1991
B36 aftur í oddinum
Greiddi javnleik, hóast toftamenn trystu teir í botn. Teir sýna
Síða 9
ágrýtni og leik, sum er til alt annað enn niðurflyting
1. deild
B68—B36 0—0
Oddalið hava hepni við
sær, og botnlið noyðast
arbeiða dupult fyri at fáa
tað sama burturúr. Enn
eina ferð varð hesin veru-
leiki staðfestur, tá B36 á
Svangaskarði aftur vann
oddasessin frá klaksvík-
ingum.
Men talan var ikki um
meistaraleik. Ein mål-
møguleika høvdu teir, tå
Jens Kristian stutt úr
målinum lyfti frisparks-
bólt frá Reynheim upp
um. Trúgvu B36 áskoðar-
arnir lógvabrestust, tá
HB legði seg á odda í
Gundadali. Annars bitu
teir negl, tí lið teirra livdi
lívið meira enn vanda-
mikið.
— Hattin av fyri tofta-
monnum. Teir vóru ómeta-
liga raskir, og hóast vit
ikki miðvíst spældu fyri at
fáa javnleik, so eri eg fegin
um úrslitið, sigur Petur
Simonsen.
Leiklig yvirvág
til heimaliðið
B68 legði fyri við stórum
ágrýtni, og hóast vit onk-
untíð hava sæð meira
poleraðan leik, so megn-
aðu teir við skjótleika og
sannfering í dystum mann
og mann ímillum at skapa
sær týðuliga leikliga yvir-
vág við góðum álopum í
kjalarverrinum.
Fyrsta stóra meguleik-
an hevdu teir eftir 5 min.,
tá Aksel strýkur til bak-
linjuna í høgru, men Øssur
stútar tvertur um í staðin
fyri í tóma kassan.
Flestu toftaálopini fóru
igjøgnum í hegra borði.
Jens Christian Hansen
fyrstu ferð við í langa tíð)
var frálíkur vongverji, og
uppspælið gjerdist meira
vandamikið av, at navnin
og systkinabarnið i
vinstru miðvallarsíðu hjá
B36 var allan dystin á
tamb í verjustødu, með-
an toftamenninir vóru
nógv meira ágrýtnir á
Svangaskarði. Mynd:
Hilmar Jan
B36 tykist hava meira enn
trupult við at finna stevið.
Toftamenn fingu ikki
uppiborna sigurin. M.a. tí
teir megnaðu ikki at gera
sær dælt av góða pláss-
inum í B36 brostteiginum,
sum stóðst av, at Egin í
málinum hevði stórar
trupulleikar av hegu tver-
bóltunum.
Kanska var saknurin á
tveimum teirra, ið hava
verið stuðulsleikarar hjá
B68, ov stórur: Jógvan
Martin, sum seinastu um-
ferini aftur hevur verið
målsøkin frammi á vøllin-
Petur Gaardlykke styrk-
ir nógv um ålcpid hjá
B68. Her er tó B36-
málverjin Egin Høgne-
sen tann fyrri á bólt-
inum. Mynd: Hilmar Jan
um, sat fyri fyrstu ferð í
óminniligar tíðir uttanfyri
skaddur, og Ingemar Høj-
gaard kom ikki inn, fyrr-
enn tað restaðu 8 min.
Hann er sterkasti B68
maðurin í luftspælinum og
hevði havt góðar fyritreyt-
ir at avgera.
Broytt uppstilling
B36 fekk ongantíð tak á
miðvellinum. Ósteðuga
gongdin seinastu umferini
hevði broytingar við sær,
soleiðis at Sofus og Karl
Arne sótu uttanfyri,
Rógvi var aftastur, Petur
Amon á miðvellinum,
meðan Jákup Símun var á
hegra vongverja.
Miðvellurin hevði trup-
ult við at fáa positións-
spæl í lag, og Kårarnir
bådir og Bergur komu ikki
til royndir. Stanislaw ans-
aði Reynheim og prógvaði
enn eina ferå, at hann er
frålikur forstoppari: skjót-
ur, dekkar reint og megn-
ar at venda verju- til
ålopsspæl.
Annars visti Reynheim
góðan liðhugburð og var
dúgligur í verjupartinum
Tað plagar Gullfoss at
vera, men bæði hann og
Bergur stóðu veikir
myndini
-nn-
AR 7 LA
Vit vona, at lands-
liðið verður á tonp-
inum í Europa eins
leingi og VW Golf
VW Golf hevur tey seinastu sjey árini verið
tað mest selda einstaka bilmodellið i Europa
É | BILASØLAN
NORRØNA
Vegurin Langi 188 Hoyvík Til. 15354 Fax 18205