Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. september 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 160 — 3. september 1991 — Getumenn settu seg á øll plåssini Hóast NSÍ-trýst í fyrra hálvleiki, fekk GI vent dystinum í Runavík, og sum seinni hálvleikur leið, varð sigurin fult uppiborin NSI-GI 0-2 (0-0) 0-1 Per Dalheim 0-2 Simun P. Justinussen br) Meðan GÍ nú hevur fingið vind í seglini og roynir at nærkast toppinum og me- daljuplássum, er NSI full- komuliga uppsteðgað. Sunnudagin møttust hesi bæði liðini, og gøtumenn kundu við góðari sam- vitsku stinga sær bæði stigini í skjáttuna. Eftir at hava ligið undir í fyrra hálvleiki — tó uttan at vera fyri ongum — fingu gøtumenn vent dystinum til egnan fyrimun, so teir at enda høvdu vunnið 2-0. Målini komu bædi i seinna hálvleiki. Prikadi bóltin inn Tað fyrra var eitt smart prik frá Per Dalheim, ið annars hevur verið >mál- leysur< í longri tíð. Landsliðsmálverjin hevði ongan kjans at fáa fatur á bóltinum, tá Per av NSI- verjuni slapp at standa púra leysur og taka ímóti avgerandi avleveringini, ið kom burturúr góðum uppspæli. Seinna málið skjeyt Sím- un Petur Justinussen eina løtu seinni, tá GÍ fekk brotsspark. Frammanundan hevði tann júst innkomni Hjalm- ar Johannesen tikið beinini undan Poul Enoki, sum tó hevði mist bóltin. Poul Enok skjeyt sjálvur brotssparkið, men lands- liðsmálverjin Jens Martin Knudsen bjargaði í stórum Ea stíli, hóast skotið var væl- plaserað. Knudsen væl fyri Eingin ivi um, at Knud- sen undir venjing niðri hevur gjørt stór framstig, tí fleiri aðrar ferðir vísti hann dygdir, har annars kundi roknast við, at bólturin fór inn. Seinna brotssparkið tók sum sagt Símun Petur, eft- Johnny Skibenæs fer her framvið Anton Skoradal, men tað var annars ein sjáldsom hending sunnudagin, har tað var GÍ, sum við hjálp av klókum spæli í seinna hálvleiki og einum stak tannleysum NSÍ-álopi vann 2-0. Mynd: Hilmar Jan Símun Petur Justinus- sen sendir seinna brotssparkið hjá GÍ í netið til 2-0, hóast Jens Martin fekk hond á. Fyrra brotssparkið, ið Poul Enok Hansen skjeyt, tók landsliðs- málverjin við bravour. Mynd: Hilmar Jan ir at dómarin helt seg hava sæð Trygva Mortensen fella Rúna Justinussen, hóast fáur annar sá tað. Í hvussu er varð brotsspark- ið sent í netið um hond landsliðsmálverjans, sum fór til vinstru, meðan skot- ið endaði mitt í málinum. Nú var so 2-0 ul GI, og tað var eisini ein fult uppiborin leiðsla. Brotssparkið kostaði eis- ini Jens Martini og Trygva gul kort fyri at brúka seg eftir dómin. Gl javna framgongd Allan seinna hálvleik tók GÍ seg støðugt fram í spælinum, og stig fyri stig vann liðið yvirtakið á øllum vøllinum, meðan NSI viknaði burtur í einki. Framhald av síðu 7 landinum og var umborð á flúgvara, sum mótsatt tí hjá Kurt ikki fekk lent. Rógvi megnaði í ávís- an mun at stýra spælinum í síðurnar, men restar sjálvandi framvegis autoritetin hjá Abrahami. Málið, gott korter inn í 2. hálveik, kom eftir frí- spark frá Rógva av síðu- linjuni 25 metrar frá bak- linjuni í hegru. Margar hongur uppi og stútar frá- líkt úr 11 metra fjarstødu, John William kýtir seg, men megnar bert at sláa bóltin á stólpan og haðani Hóast runavíkingar enn einaferð spældu við trim- um monnum har frammi, var álopið tannleyst, og ikki ein ærliga tilspældur kjansur var at síggja í seinna hálvleiki. Hinvegin fleyt spælið hjá GI væl, og við nógvari ferð fóru teir fram í síð- unum, har NSI-verjan ikki fekk skil á, hvat hendi, hó- ast heimaliðið til tíðir hevði ikki færri enn fimm mans rundanum teir báðar, Per og Símun Petur, ið spældu frammi í GÍ-álop- inum. Miðjan varð ikki brúkt, og hvgrja ferð gøtumenn skuldu frameftir, kundu teir spæla sær á miðjum vølli, sum teimum lysti, ti har var eingin av hótta teir. , Soleiðis fekk GI við um- hugsni vunnið sær tvey týðandi stig, umframt eis- ini at fáa hevnd fyri tapið í vár í Serpisgerði. hj. í netið. Umframt henda hevdu teir í 1. hálvleiki dupult meguleika. Fyrst hálvbjargar John William skoti frá Rógva, og returin brennur Magni á Lakjuni í stólpan. Bestur á meira kemp- andi Kl liði enn seinast, var John Hansen í álopin- um. Hann skapti nógv, men var ov einsamallur saman við Allan Joensen til at mál kundi spyrjast burturúr, tí miðvellurin ikki náddi ella tordi at koma fram við. -nn- RAÐIÐ FYRI FERDSLUTRYGD EG