týsdagur 3. september 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 160 — 3. september 1991
síðsta sparkið
%
Síða 11
Landsliðið og Vejle
uttikid spælararnar
Føroyskt hópurin er 18 mans, og skulu tveir av spælarunum úr før-
oyska hópinum. Enn er tó ikki greitt, hvørjar tveir talan verður um
Í annadkvøld kl. 19 hittast
føroyska A-landslidid og
danska superliga-felagið
Vejle i vinardysti, sum SI
skipar fyri.
Hesin dystur er seinasti
lidur i EM-fyrireikingum
landsliðsins til dystin móti
Norðurírlandi 11. septem-
ber í Landskrona.
Upprunaliga var ætlanin,
at dysturin skuldi verða
spældur á nýggja graslík-
isvøllinum í Sørvågi, men
hann er ikki liðugur enn,
so tí verður hann spældur í
Gundadali í staðin.
Sørvingar roknað við
nógvum fólki til dystin, ið
samstundis er seinasta
høvi, føroyingar hava at
síggja landsliðið, áðrenn
Norðurírlands-dystin.
Í sambandi við dystin
verður millum annað skip-
að fyri ferðing við Strand-
ferðsluni og Bygdaleiðum,
so fólk stórt sæð allastaðni
úr landinum kunnu sleppa
heimaftur eftir dystin. SÍ
fer at lýsa nærri við hesum
ferðamgguleikunum í út-
varpi og við uppsløgum.
Tveir skulu burturav
Til dystin í annadkvøld
hevur føroyski landsliðs-
venjarin Páll Guðlaugsson
úttikið 18 spælarar, og eru
teir hesir:
Jens Martin Knudsen,
NSI, Kaj Leo Johannesen,
HB, Jan Dam, HB, Mikkj-
al Danielsen, MB, Ari
Thomasen, „SÍF, Allan
Mørkøre, KI, Todi Jóns-
son, KI, Magni Jarnskor,
GÍ, Jákup Símun Simon-
sen, B36, Kári Reynheim,
B36, Jens Erik
Rasmussen, MB, Jan
Allan Miller, VB, Gunnar
Mohr, HB,. Eyðfinn
Davidsen, SI, Torkil
Nielsen, SIF, Abraham
Hansen, IF, Jóannes Ja-
kobsen, VB og Tummas
Eli Hansen, B36.
Sum vituligt er, kunnu
bert 16 vera í hópinum, tå
hann er endaligur, so her
skulu tveir-burturav í gll-
um fórum. Hvørjir hesir
báðir verða, er ikki greitt
enn.
Sterkasta manning
Meðan føroyski hópurin
ljóðar at verða merktur av,
at ávísir spælarar íkki
skulu vera so væl fyri og
kanska ikki eru rættiliga í
toppformi til altjóða dyst,
er tað sterkasti Vejle-hóp-
urin, ið kemur hendanveg í
dag.
Vejle-liðið kemur til
Føroya í dag, spælir í ann-
adkvøld og fer so avstað
aftur til Danmarkar hós-
morgunin.
Umframt at Vejle hevur
Ebbe Skovdahl og Ulrik le
Fevre á ávikavist venjara-
og hjálparvenjarabonk-
inum, er eisini ein kendur
fyrrverandi Vejle-spælari
við sum manager — tað er
Allan Simonsen, ið
millum annað hevur møtt
f.royska landsliðnum í
dysti, tá hann sjálvur
hevur spælt við danska
veteranlandsliðnum.
Spælarahópurin á ferðini
hjá Vejle er annars hesin:
Finn Christensen,
Henrik Fig, Boye
Habekost, Claus Jensen,
Jacob Laursen, Thomas
Lund, Christen Lundberg,
Brian Steen Nielsen,
Mogens Nielsen, Henrik
Olesen, Carsten Pedersen,
Lars Rud Pedersen, Tor-
ben Sangild, Jacob Sving-
gaard, Thomas Thorninger
og Steen Tychosen.
Altjóða dómari
Dómari í annadkvøld
verður okkara fyrsti
altjóða dómari, Nemus
Napoleon Djurhuus.
Afturat sær hevur hann
Niclas á Líðarenda og
Jóan Carl Dam sum
linjuverjar, og verður
Jónfinn Olsen eykamaður,
. Skuldi onkrum teirra borist
frá.
hj.
TB-Sumba 4-1 (3-0)
1-0 Henrik Thomsen (16.)
2-0 Henrik Thomsen (17.)
3-0 Gullokk Svalbard (22.)
3-1 Jan Poulsen (48.)
4-1 Bogi Johannesen (90.)
TB spældi Sumba nidur
og nord fyrstu 20 min-
uttirnar i dystinum å
Sevmyri. Hetta tidar-
skeiði í dystinum var
endað við trimum mál-
um, - tvey av veteran-
inum Henrik Thomsen og
einum av Gullokk Sval-
bard.
Eftir
hetta tóktist
Ítróttur
heimaliðið vera nøgt og
fekk ongan tíð eftirsíðan
spælið at hanga saman.
Hetta merku kortini
ikki at Sumba fekk fótin
fyri seg, tverturímóti.
TB-leiðslan var ongantíð
hótt, hóast Sumba legði
út í seinna hálvleki við
einum máli eftir horna.
Bogi Johannesen setti
punktum - fyri dystin og
1. deildartilveruna hjá
Sumba tá hann tók
bóltin av verjuleikara og
skoraði eftir solo.
ówh
Reynatrød
I stetinum
2. deild
Streymur—LÍF 0—3 (0—2)
0-1: Kristian á Reynatreð
0-2: Kristian å Reynatrød
0-3: Marner Olsen
Leirvikingar hava havt
trupult vid at stilla sterk-
asta lið í summar, og tað
nívir dygt í so lítlum felag,
tá onkur av stuðulsleik-
arunum ikki er við.
Kristian á Reynatreð
prógvaði í Streymnesi, at
saknur hevur verið í hon-
um. Hann breyt beinið
seinasta heyst, og hevur
ikki verið við fyrr enn
móti SIF. Móti Streymi
yvirtók hann frammarlaga
á miðvellinum gamla leik-
lutin sum málskjútti.
Longu eftir fimm min.
legði hann LÍF á odda eft-
ir innlegg úr vinstru frá
Óla Jákupi, sum leikti
vongverji. Sjey min.
seinni blivu bædi uppspæl
og skoring endurtikið, og
so var dysturin avgjørdur.
Streymur tykist hava
trupult við at skapa dyst-
irnar, og LÍF miðvellurin,
har Berg Vatnhamar eis-
ini er komin við aftur,
riggar alt betur, bæði tá
tað ræður um álopsliga og
verjupartin.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki
var sigurin staðfestur:
Kaj Eli Olsen vinnur takl-
ing í hegru, spælir Marner
Olsen, og hóast hann bert
hevði verið góðan min. á
vellinum, so stóð ikki á at
smekka í kassan.
Óla Kristian stóð ann-
ars sum altíð væl í
Streyma málinum, m.a.
bjargaði hann frálíkt herð-
um skoti frá Bergi. Tað
vóru ikki bert sundalags-
menn, ið mistu luftina. Í 2
hálvleiki brast bólturin,
meðan LÍF var á veg í
álop. Eingin annar kamp-
bóltur var tekur, og tí
máttu seinastu min. spæl-
ast við flusnaðum venjing-
arbólti!
(-nn-)
Tad rætta
parkett- 8
gólvið
finnur
tú hjá
okkum
Fliigger måling
Tórshavn, Klaksvík
Leirvik og Sørvågur
Stóðan, 2. deild menn
B71 13 13
SIF 13
Royn 13
IF 13
Skåla 13
LIF 13
GI 13
SI 13
Streymur 13
KI 13
DDU SS
0 39- 7 26
27-14 18
23-18 17
30-20 16
18-20 13
20-30 9
16-26 9
15-22 8
9.27 8
14-27 6
I da da OG ON da 9 da
- A IS