týsdagur 3. september 1991síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
UR ÁA
H
í
*
F
á
£
Nr. 160 — 3. september 1991
Tvær
nýggjar
kirkjur
Ætlanir eru um at
byggja nýggja kirkju í
Hoyvík og á Toftum,
men við teirri játtan
Kirkjugrunnurin
hevur fingið á
fíggjarlógini verður
trupult at fíggja
bygging av tveimum
kirkjum samstundis.
Kirkjugrunnurin
hevur enn ikki tikið
stóðu til umsóknina
um eykajáttan til Gøtu
kirkju, sum gjørdist
dupult so dýr sum
roknað varð vid
Ætlanir eru um at byggja
tvær nýggjar kirkjur. Eina
inni á Toftum og eina í
Hoyvík.
Roknað verður við, at
kirkjan í Hoyvík fer at
kosta slakar 19 milliónir.
Kirkjugrunnurin skuldi
eftir ætlanini lata 30% í
stuðli, men av tí at upp-
hæddin til grunnin varð
munandi skerd, fekk
meinigheitsráðið at vita at
ivasamt var við hesum
stuðli.
— —
Nýggja kirkjan í Gøtu,
sum gjórdist dupult so
dýr sum roknað varð
við. Mynd: Kalmar
— - tíðindablaðið Sosialurin |
Hetta hevur meinigheits-
ráðið á Toftum eisini
fingið at vita í samband
við byggiætlaninar har.
Ætlanin var annars at fara
undir byggingina næsta ár,
og roknað verður við, at
krikjan á Toftum fer at
kosta 15 milliónir.
Dupult so dýr
Men nýggja kirkjan í
Gøtu fer møguliga at
tyngja meira um figgingar-
møguleikarnar hjå Kirkju-
grunninum enn uppruna-
liga ætlad.
Upprunaliga skuldi
kirkjan i Gøtu kosta 12,6
milliénir. Grunnurin
jåttadi ein triding av
byggikostnadinum i studli
yvir nøkur år. Men kirkjan
gjørdist dupult so dyr sum
roknað varð við. Nú er
kostnaðurin komin upp á
23,2 milliónir og hevur
Meinigheitsráðið har søkt
Kirkjugrunnin um tridings
studul av meirkostnad-
inum. Umsókninin er enn
ikki vidgjørd i grunninum.
Hvussu verdur framyvir
vid studningi frå Kirkju-
grunninum er óvíst, ti við
teirri játtan grunnurin fær á
fíggjarlógini er ógjørligt at
lata stuðul til bygging av
fleiri kirkjum samstundis.
tór.-
Virksemið hjá B6kamiOsøluni veksur alsamt.
Á
Bókamiðsólan selur í dag fyri 1
43
forløg
Eftir fimm årum er sølan
hjá B6kamidsøluni tvifald-
að. I fjør seldu Bókamið-
Seldu hekur fyri seks milliónir
sølan bøkur fyri tilsamans
6,3 milliónir.
Tað eru eisini alt fleiri
bókaforløg, sum selja sínar
bøkur gjøgnum Bókamið-
søluna, sum i dag selur fyri
143 ymisk forløg.
Hetta ger, at arbeids-
byrdan hjå teimum trimum
starvsfólkunum, sum har
arbeida, er munandi økt,
og hevur B6kamidsølan ti
søkt landsstyrid um at
játta, at eitt fólk verður sett
aftrat.
Bókamiðsglan er týd-
ningarmikil sambindingar-
liður millum føroyskar
bókaútgevarar og føroyska
bókasglu. Umframt at hava
í varðveitslu og avgreiðslu
sølu av bókum hjá al-
mennum forløgum, av-
greiðir Bókamiðsglan sølu
hjá fleiri privatum for-
løgum.
Landsstýrið hevur játtað
Bókamiðsgluni 300.000
krónur komandi ár.
Bókamiðsglan misti fyrr
í ár 100.000 krónur av tí,
at ein bókahandil fór á
húsagang.
tór.-
Síða 13
Tingast um
sterri stuðul
Grundarlagið fyri út-
rokningunum í sam-
band við upphæddina
danir lata í blokkinum
til útbúgvingarstuðul er
fallið burtur, og ti
verður neyðugt at hava
nýggjar samráðingar
við danir um at hækka
studningin.
Hetta vísir Stuðuls-
stovnurin á í einum
skjali í samband við
fíggjarlógaruppskotið.
Sagt verður, at 22
milliónir vóru upp-
runaliga roknaðar í
blokkin í samband við
stuðul til lesandi.
Stuðulin fyri næsta ár
verður um 42 milliónir
hóast fleiri skerjingar
eru gjørdar, og 10.
flokkur er tíkin úr
skipanini.
Víst verður eisini á,
at næmingatalið er
munandi økt. I 1988
fingu 1450 næmingar
stuðul. Nú verður
roknað við, at talið fer
at liggja um 1800.
Ein onnur orsøk til,
at Stuðulsstovnurin
heldur, at grundarlagið
er farið hvat hesum
partinum av blokkinum
vidvikur er, at danir
hækkadu sina studuls-
upphædd vid stivliga
40%-um beint eftir at
føroyingar yvirtóku
studulsumsitingina.
Tær 42 milliónirnar,
sum næsta ár verða
latnar lesandi í stuðli
svara í miðal ul 19.500
krónur í part í stuðli og
góðar 3.000 krónur í
lestrarláni.
Nógv tann størsti
parturin av stuðlinum -
82% - fara ul fólk eldri
enn 18 ár. Av teimum
eru eins nógv útibúgv-
andi sum heimabúgv-
andi. 14% fara til
heimabúgvandi undir
18 ár, og fýra prosent
til útibúgvandi undir
tór.-
—
VPN