Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. september 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 . þa tíðindablaðið |S0Sialurin Vilhelm Johannesen, løgtings- maður um undirsjóvartunnilin: Eg atkvødi ikki fyri eini so vit- leysari ætlan -Lat okkum undir øllum umstødum bida nøkur år og kanska finna eina heilt aðra loysn, sigur tingmadurin Eftir øllum at døma verda fleiri 17.-menn i tinginum um uppskotid um at fara undir undirsjóvartunnilin um Vestmannasund kemur til atkvóðugreiðslu. Fólkaflokstingmaðurin Birgir Danielsen hevur longu boðað frá, at hann fer ikki at atkvøda fyri tí. Tað fer javnaðartings- maðurin, Vilhelm Johann- esen, heldur ikki at gera. Hann sigur, at teir tunnlar, sum higartil eru gjørdur, upp á longri sigt spara útreiðslur í samband við viðlíkahald. Ein vegur gjøgnum ein tunnil slitist ikki so illa og kavarudding er eingin. Soleiðis eru royndirnar aðrastaðni ikki við einum undirsjóvartunnli, sigur Vilhelm Johannesen og vísir á tær royndir norð- menn hava gjørt. -Tað vísti seg, at út- reiðslurnar til rakstur gjørdust ógvuliga stórar. Millum annað lak nógvur sjógvur inn í tunnlarnar so neyðugt var at puma hann út aftur. Hetta krevur nógva orku, og hugsa vit um orkuprísin í Noregi, í mun tl hjá okkum sjålv- um, verður dýrt, sigur Vilhelm Johannesen og leggur aftrat, at vit fara at gjalda umleið 14 ferðir so høgan streympris sum norðmenn rindaðu í sam- band við sínar tunnlar. -Vit hava als ikki ráð at hugsa um eina tílíka íløgu nú, men heldur taka spur- ningin upp aftur seinri, og kanska finna eina heilt aðra loysn, heldur hann. -Tað verður millum annað víst á, at neyðugt er at seta fólk í arbeiði. Tað skulu vit sjálvandi eisini gera, men betur er at nýta tøka arbeiðsmegi aðrastað- ni. Millum annað at gera berholið millum Signabø og Kaldbaksbotn liðugt so vit kunnu fáa teir fyri- Norðstreymoyar Javnadarfelag Mælir frá at gera undirsjóvartunnil Norðstreymoyar Javnað- arfelag er ivasamt um ætlaða undirsjóvartunn- ilin um Vestmannasund. Nevndin í felagnum hevði fund um málið sunnukvøldid, og á fund- inum var gjørt av at heita á Javnaðarflokkin at umhugsa iløguna eina ferð enn, áðrenn hon verður gjørd. Felagið heldur, at ráðini eru ikki til so stóra iløgu fyri- bils. Nevndin í felagnum heldur, at onnur arbeiðs- skapandi tiltøk eru meira nærliggjandi enn hetta, og mælir flokkinum til at leggja dent á aðrar møguleikar. Fyrst og fremst mælir felagid til, at meira verdur fingid burturår tilfeinginum i havinum; å hesum øki eru møguleikar fyri fleiri arbeidstimum og øktum útflutningsvirði, sigur nevndin. Felagið vísir í hesum viðfangi á, at landsstýrið hevur pening og heimild at seta slíkt virksemi í gongd, og at slík stig frá landsstýrissíðu høvdu verið kærkomin á fleiri virkjum kring landið. ówh munir, tað hevur við sær, sigur Vilhelm Johannesen. Tingmaðurin vísir eisini á, at tað ber væl til at finna meiningsfylt arbeiði til mong, sum í dag ganga arbeiðsleys, um tað er hetta, landsstýrið hugsar um. At seta t.d. autoverjir upp á landsvegum hevði hjálpt almíkið um trygdina, heldur Vilhelm Johannesen. Javnaðarflokkurin fund Annars hevur Javnaðar- flokkurin sum so ikki tíkið stóðu til málið um undir- sjóvartunnilin. Flokkurin fer at hava floksleiðslu- fund leygardagin 14. Nr. 160 — 3. september 1991 Vilhelm Johannesen, løgtingsmadur: Kortanei til undirsjóvartunnil september. Tá fara floks- leiðslulimir at viðgera fíggjarlógina, og sum vit hava skilt skal eisini stóða takast til málið um undir- sjóvartunnilin um Vest- mannasund. tór.- Greið boð til fuglfirðingar Kókið vatn - áðrenn tit drekka av tí Heilsunevndin í Fugla- fjarðar Kommunu sendi um vikuskiftið eitt skriv í hvørt hús i komm- ununi. Innihaldið í skrivinum er sera greitt: íbúgvarnir í Fuglafirði fáa snøgt sagt at vita, at tað er ikki gott at drekkivatnið er illa drekkandi. heislunevndin sigur, at ein kanning hevur víst, at vatnið er so mikið dálkað, at mælt verður til, at tað verður kókað. Heilsunevndin heitir eisini á bygdaráðið um at taka stig til at gera reinsiverk. ówh mSummarhis á bygd til leigu Standa i sera barna- vinarligum umhvørvi Ringið tlf. 11280 ella tlf. 56111 k 15 kemur upp Í KO ve. st Vat! + vatnveitin” Tølini: 47 — 88 — - — 76 — 57 65 — 96 — 59 — 51 — 5í 98 5 — 8. Vinningur: 120.840,00 kr. Vinnarar: EIN * Havn. Eykavinningar: 50.000,00. 1X10.000,00 kr., 1 » og 20X500,00 kr. 1X15.000 kr., 5.000,00 kr., 10X 1.000,00 kr. Støtte til oversættelse af nordisk litteratur Nordisk litteratur- og bibliotekskomité, som er nedsat af Nordisk ministerråd (kultur- og undervisningsmini- strene), disponerer over midler til støtte til udgivelse af nordisk litteratur i oversættelse i de nordiske lande. Årets andet fordelingsmøde afholdes i november måned. Skemaer med vejledning kan rekvireres fra Føroya Landsstyri, FR-100 Térshavn (tlf. 11 080) eller fra Nor- disk ministerråds sekretariat på nedenstående adresse (tlf. 33 11 47 11). Ansøgningstiden for fordelingsmødet i november ud- løber den 1. oktober 1991. Ansøgning sendes til: Nordisk litteratur- og / bibliotekskomité 1/4 Nordisk ministerråd Sekretariatet Store Strandstræde 18 1255 København K ÉR i 2 8