mikudagur 4. september 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 161 — 4. september 1991
Ebbe Skovdahl fingið sekkin frá Vejle:
Mánadagin fekk venjarin hjá
Vejle, Ebbe Skovdahl, at vita
frá leiðsluni í jútska felagnum,
at hann ikki meira skal móta til
arbeiðis har. Allan Simonsen
yvirtók venjingina beinanvegin
Undan Føroya-ferdini hjá
superligaliðnum hjá Vejle,
sum kom hendanvegin í
gjárkvgldið við flúgvar-
anum hjá Atlantic Ari-
ways, hevur ein rættiliga
dramatisk stóða tikið seg
upp í jútska felagnum.
Mánamorgunin hendi
tað rættiliga óvæntaða, at
stýrið í Vejle boðaði
venjara sínum Ebbe
Skovdahl frå, at hann ikki
longur skuldi vera venjari
í Vejle.
>Tað er nú einaferð lætt-
ari at skifta venjaran út,
enn at útskifta alt liðið,< er
tað, stýrið higartil hevur
úttalað seg um alment.
Stýrið sigur tó, at tað
ikki er venjarin ella venj-
ingina, teir eru ónggdir
við, men úrslitini hjá Vejle
seinastu tíðina, ið hava
sent Vejle á næstniðasta
plássið. Tí verður nú vón-
að, at eitt venjaraskifti
kanska kann hava onkrar
broytingar við sær, ið
kunnu beina liðið á betri
kós í superligaini.
Allan Simonsen, ið ann-
ars skuldi yvirtaka
venjarasessin eftir Ebbe
Skovdahl á nýggjárinum,
yvirtók longu seinnapartin
mánadagin venjingina, og
hevur hann ábyrgdina av
liðnum, sum í kvøld skal
spæla móti føroyska EM-
landsliðnum í Gundadali.
Hevði glett seg
Sosialurin pråtadi fyrra-
partin i gjár við tann nú
fyrrverandi Vejle-venjar-
an:
„Hetta má eg siga kom
rættiliga dátt við hjá mær,
sjálvt um hetta er tað, ein-
um kann henda, tá ein er í
hesum fakinum, har góð
úrslit skulu tryggja einum
framhaldandi starvsmøgu-
leikar. Og Vejle hevur h6-
ast alt tapt fyra teir sidstu
dystirnar,« sigur Ebbe
Skovdahl. >Ég hevði nú
annars gingið og glett meg
til aftur at sleppa ein túr til
Føroya.«
Ebbe Skovdahl var venj-
ari hjá Brøndby, sum var í
Føroyum og spældi móti
einum styrktum HB-lið í
Gundadali í 1986.
»Føroyski fótbólturin er
ikki so galin, so eg havdi
væntað, at eisini Vejle nú
fór at fáa rættiliga mót-
stóðu í dystinum móti
landsliði tykkara,< sigur
Skovdahl. >Og so hevði
eg sjálvsagt eisini sæð
Stóðan í donsku
superligaini
Lyngby 7 4 21 35 ib
Brøndby 7 340 127 ib
B1903 7 331 BIO 9
AaB 7 33 1 B1 9
Silkeborg 7 313 1010 7
Næstved 7223 9-9 6%
AGF 7223 s-9 6
Frem 7 214 il S
Vejle 7 2 05 1014 4
OB 7 1 2 4 1120 4
Stigatalvan vísir, at
Vejle í lótuni er á næst-
niðasta plássi í donsku
superligaini. Tað er
høvudsorsøkin til, at
Ebbe Skovdahl i úrtíð
er koyrdur úr venjara-
sessinum hjá Vejle.
fram til at fingið fatur á
onkrum góðum laksi
haruppi. Men tað verður
so av ongum hesaferð.<
Vón um nytt starv
Enn er so stutt fráliðið,
at 46 ára gamli Ebbe
Skovdahl, ið annars er
útbúgvin timburmaður,
sjálvsagt ikki hevur fingið
nakað nýtt tilboð um at
gerast venjari onkra
aðrastaðni.
>Sjálvandi vóni eg, at eg
fái okkurt gott tilboð — og
helst skal tað vera innan
Johnny Mølby ikki við
Á liðnum hjá Vejle í kvgld
vantar ein av teimum
spælarunum, sum seinasta
árið og kanska gott tað,
hevur gj.rt einamest vart
við seg á liðnum og í
donskum fótbólti sum
heild, nevniliga tann 23
ára gamli Johnny Mølby,
systkinabarn tann kendara
Jan M.ølby, sum spælir
við Liverpool.
Orsø.kin er tann, at hann
er úttikin til danska lands-
liðið, sum í kveld spælir
dyst móti Íslandi á Laugar-
dalsvøllinum í Reykjavik.
Johnny Mølby hevur
annars roynst sera væl á
midvøllinum hjá Vejle, og
lítið man vera at ivast í, at
Vejle saknar hann nógv í
kvold.
Á liðnum hjá Vejle eru
annars fleiri, ið kenna eitt
sindur til royndir í donsk-
um landsliðsfótbólti.
Brian Steen Nielsen og
Jacob Svinggaard hava
javnan roynt seg á A-
landsliðnum, so teimum
kann ein í hvussu er loyva
sær at vanta nakað av í
kvøld, og umframt er so
Jacob Laursen á tí danska
OL-landsliðnum.
Ein av teimum rættiliga
lovandi ungu spælarunum
á liðnum, er framherjin
Thomas Thorninger, sum
hevur spælt við U19-
liðnum, og annars kann
Framhald á síðu 11
alt ov langa tíð, men tað
má tíðin koma at vísa,<
sigur hann, samstundis
sum hann hevur hug at
fregnast eitt sindur um
íslendskan fótbólt, hvussu
nógv lid eru har uppi, og
um teir spæla á grasi og
sovorðið.
Alan Simonsen, ný
-
I gllum fórum er Skov-
dahl ein liðugur maður í
Vejle, har tað hóast alt
byrjaði hampuliga gott, tá
hann í vár fekk hildið ti
upplagda niðurflytingar-
kandidatinum í superliga-
ini, hóast liðið hevði
mist spælarar sum Henrik
Risom, John Larsen, Keld
Bordinggaard, Preben El-
kjær og Brian Rasmussen.
hj.
Síða 9
Ebbe Skovdahl við Sos-
ialin: >Tað var spell,
at eg ikki skuldi sleppa
ið hendan túrin til
Føroya, tí nú hevdi eg
gingið og gleu meg
Bæði at fáa ein góðan
dyst móti ti føroyska
landsliðnum, og so at
fáa ein góðan laks.«
Mynd: Kim Agersten
i Vejle-venjarin:
Hesum hevdi eg
ikki roknad vid
Nyggi venjarin hjå Vejle
er Allan Simonsen, sum
annars ikki skuldi taka
vid venjarastarvinum í
Vejle eftir Ebbe Skov-
dahl fyrrenn 1. januar
1992.
»Eg må vidganga, at
hetta kom sera óvæntað
á hjá mær, at eg nú við
SO stuttum varsli skuldi
gerast venjari í Vejle,
sigur Allan Simonsen
við Sosialin. >Hetta
kom óvart meg, tí eftir
avtaluni skuldu gingið
fýra mánaðir, áðrenn eg
tók við, men nú má eg
so royna at fáa tað besta
burturúr, hóast stutta
skotbráið.<
Um talan verður um
stórri ella smærri broyt-
ingar á liðnum, nú hann
er venjari, dugir Allan
Simonsen ikki at meta
um enn. »Av tí at eingin
tíð er at geva út av,
vænti eg ikki nakrar
stórar broytingar, umenn
eg kanski fari at gera
okkurt burturúr taktikk-
inum. Men tað fáa tit so
at síggja, tá vit fara á
vøllin.«
Lovar áskoðarunum
góðan fótbólt
Tá Sosialurin tosaði
við Allan Simonsen fyri
hálvumgðrum mánaði
síðani, lovaði hann ein
góðan dyst, sum áskoð-
ararnir ikki skuldu ger-
ast vónsviknir av. Tað
heldur hann eisini fast
við:
> Vit fara at halda okk-
um til at spæla undir-
haldandi fótbólt, so
frægt sum vit kunnu, og
so vóna vit sjálvsagt eis-
ini, at vit fáa ein málrík-
an dyst,< sigur hann. »I
øllum fórum haldi eg, at
vit skylda áskoðarunum
góðan fótbólt.<
Liðið hjá Vejle kom
til landið í gjårkvøldid
við Billund-flúgvar-
anum hjá Atlantic Ai-
rways, og hevur í nátt
gist á Hotel Vágum. Í
morgun verður so vant
vesturi í Vágum — helst í
Miðvági, áðrenn farið
verður til Havnar
seinnapartin í dag.
hj.