Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. september 1991síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Ítróttur Skála søpladi stigini burtur Við 2-0 leiðslu lótu skålamenn sjålvir hvalbing- ar taka tað, teir skuldu hava, fyri at fáa javnleik a. Nr. 161 — 4. september 1991 Skála-Royn 2-2 (1-0) 1-0 Arthur Johansen 2-0 Arthur Johansen 2-1 Ingi Mortensen 2-2 Oli Jensen Leygardagin skuldu skåla- menn á heimavølli taka ímóti liðnum úr Hvalba, sum alt kappingarárið hev- ur verið ligið so væl fyri á stigatalvuni, at tos og tal um uppflyting hevur havt sinar grundir. Hinvegin hevur gingid sera striltid hjá skåla- monnum at fáa síni stig til høldar. Men eftir 7-0 tapið móti B71 hevur liðið tó havt so frægan vind í seglunum, at bert tvey stig vóru upp ul ÍF og fýra til Royn og SIF. Uppiblanding So skuldi ålvari gerast av uppiblanding i uppflyt- ingarstríðið, so var at fáa bæði stigini í hesum heimadystinum móti Royn. Og ikki sá mætari út, enn at hetta fór at eydnast. I fyrra hálvleiki — ið for- restin mest varð merktur av deyðum spæli — hevði Skála yvirvág, ið rættvís- gjørdi, at eitt multi-ålop móti endanum á fyrra hálvleiki endaði við, at Arthur Johansen setti bólt- in í netið til 1-0. Í hesum sama álopinum hevði As- bjórn millum annað ein drønfluktara á yvirliggjar- an. Hesin Arthur Johansen hevur annars dvølt í fjórðu deild í hesum kappingarár- inum, men spæl hansara leygardagin vísu til fulnar, at hann er aðru deild verd- ur. Prógvaði sítt virði Hetta prógvaði hann enn einaferð eina løtu inn í seinna hálvleik, tá hann sneiddi ikki færri enn fýra hvalbingar av sær, áðrenn hann so eisini snýtti mál- mannin ul 2-0. Arthur Johansen (í miðjuni), ið higartil í ár hevur spælt á 4. deildarliðnum hjá Skála, kom um vikuskiftið upp á 2. deild, har hann skjeyt bæði málini hjá Skála í 2-2 javnleik- inum móti Royn. Mynd: Hilmar Jan Nú mundu flestu áskoð- ararnir halda seg hava sæð tað, ið mundi vera at síggja á Skála leygardagin, men so var ikki. Góða Skála-spælið hesa løtuna fekk bráða vend, tå Ingi Mortensen við einum góðum langskoti 25 metrar frá málinum sendi bóltin uppum Pola í Skála- málinum, ið bert gjørdi eina hissini roynd at toyggja seg eftir bóltinum. Framvegis hevði Royn ikki fingið nakað serligt spæl í, men málið fekk skapt so míkið stóra óvissu í Skála-verjuni, at Óli Jensen løtu seinni einsamallur fór igjøgnum høgrumegin og sendi bóltin í málið ul útjavn- ingina 2-2. Blakaðu alt fyri borð Nú vóru skálamenn sera snópnir, og ikki er ilt at skilja tað. Frá løtu til aðra høvdu teir blakað eina fult uppiborna leiðslu fyri borð, og harvið møgulcik- an fyri at blanda seg í toppinum, um hini úrslitini gjørdust eftir vild. Hóast fleiri góðar Skála- royndir aftrat — serliga við Arthuri sum arkitekti — so spurdist ikki meira burtur- úr. 2-2 gjørdist endaliga úrslitið, og liðini býttu hj. B71-SÍ 2-0 (1-0) 1-0 Pjotr Krakowski (br.) 2-0 Jóan Petur Clementsen Leygardagin fekk B71 ta higartil hardastu m6Otstød- una, liðið hevur havt í ár. Tað hendi, tá sørvingar komu suður á vitjan. SI hevur annars ikki havt nakað serliga góð úrslit í ár, og tað er ikki fyrrenn nú í seinnu kappingarhelvt, at tað er farið at ganga rætta vegin av álvara. Ein frágreiðing kann kanska vera, at Eyðfinn Davidsen aftur er at finna á liðnum í heimbygdini, men neyvan er tað øll frå- greiðingin. Í hvussu er megnaði SÍ at spæla ein góðan dyst á Sandi móti B71 leygardag- in. B71 hevur enn einki stig sett til, og hevur alt kappingar árið ligið á odda í 2. deild. Tað er alt, B71 skal hava fyri at flyta uppaftur í I. deild sum suverenur vinnari av 2. deild Tveir komu við tyrluni Tá dysturin byrjaði, vóru Eyðfinn Davidsen og Jón- finn Olsen ikki at síggja á vøllinum, men liðið var fullmannað kortini. Men teir sandingar, ið kanska vónaðu og roknaðu við, at SI nú mátti spæla uttan hesar, fingu annað at síggja, tá tyrlan tíggju minuttir inni í dystinum kom við teimum, og teir beina vegin vórðu skiftir inn. SI royndi at trysta B71 frå fyrsta briksli av, og hetta eydnadist teimum eisini rimiliga væl. SI nær vid 1-0 Millum annað kundi SÍ lagt seg á odda 1-0 í fyrra hálvleiki, tá Amjohn Hvit- hamar varð fríspældur, samstundis sum sanding- arnir ikki funnu útav, hvor átti mannin. Men eydnan var við B71, tå Wieczek bjargaði í stórum stíli. Hinvegin gjørdist tað ur aftrat heimaliðið, ið fór framum, tá okkurt um hálvur tími var spældur. Eli Hentze fór tvørturum inni i brotsteiginum hjá SÍ, har ein sørvingur kom til at taka beinini undan honum. Hendingin líktist mest einum hendiligum óhappi, men dómari dømdi so brotsspark, og tað setti Pjotr í meskarnar til 1-0. Seinstu løtuna av hálv- leikinum royndi SÍ av gll- um alvi at javna út, men ikki eydnaðist. Og størstu kjansirnar fingu sanidngar sum ikki einaferð uppá tey kviku kontraálopini í hin- um endanum, tá sørvingar kastaðu alt fram. Í seinna hálvleiki megn- aðu gestirnir framvegis at geva vertunum trupulleik- ar. Og av álvara sást, at SÍ fór at trúgva uppá møgu- leikan, tá Eli Hentze varð útblakaður eftir eina ella aðra hending, sum dómar- in helt vera grund til reyða kortið. Men við tíggju móti ell- ivu gjørdust sandingarnir ikki veikari, og tå 20 min- uttir vóru spældir, fóru Julian Thomsen og Fran- kie Jensen — tveir av teimum ungu monnunum á liðnum — igjøgnum við fullari ferð, og endaðu teir við at spæla tann meira garvaða Jóan Petur Clementsen so mikið frían, at hann við einum trekki kom í skotstødu og langaði til, og so var 2-0. Eftir hetta trýstu sør- vingarnir øgiligt, men kortini var eydnan ikki við teimum. 2-0 gjørdist endaliga úr- slitið, og B71 hevði fingið tvey stig aftrat, ið skulu føra teir upp í 1. deild. Hinvegin má SI ansa sær, hóast spælið leygardagin ljóðaði av øllum gðrum enn niðurflytingartónum. hj. Fleiri tryggingar ið verða teknaðar — ódýrari gjald Síðani vit í 1940 fóru undir at tryggja móti eldsvanda, er tryggingargjaldið farið niður í helvt. Tryggid hús, innbúgv, verur o. a. móti skaða av eldi, stormi, vatnleiðingsbroti og oman- lopi. Eisini tryggja vit innbúgv og verur móti innbrotstjóvarí. Vit tekna eisini glastrygg- ingar. Eru tað serstøk viðurskifti viðvíkjandi trygg- ing av ogn tygara, ið tygum hava áhuga fyri, geva vit fegnir gjøllari frágreiðing. Tryggingin hevur eisini umboðsmenn á hes- um plássum, ið fegnir eru tygum til hjálpar: Vági Tvøroyri Térshavn Runavik Klaksvik Sverre Skaalum, Hjørleif Enni, Kjartan Dalsgaard Havstein Ellingsgård, Påll Josephsen, tlf. 73012 tlf. 71061 tlf. 15222 tlf. 47055 tlf. 55835 FØROYA BRUNATRYGGING Telefon 17022 Smyrilsvegur 20 — Postbox 45 110 Tórshavn