Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. september 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 161 — 4. september 1991 - Síða 11 Ítróttur FYLGISVEINASAMBANDIÐ VIÐ NRK ER SLITNAD, OG KEMUR TÍVERRI IKKI AFTUR Í KVOLD. Japanarin hvarv Sjónvarpið roynir at finna veruligu orsøkina til, at sendingin frá maratonrenningini í Tokyo leygarkvóldið brádliga varð avbrotin Hesar seinastu tvær vik- urnar hava fólk við stórum áhuga fylgt gongdini í teimum ymsu HM-kapp- ingunum í frælsum ítrótti, sum hava verið í Tokyo í Japan. Sjónvarpið hevur ómak- að sær at senda frá hesum stórhendingum, ið millum annað kundu bjóðað uppá fleiri nýggj heimsmet. Leygarkvøldid var so tann langa maratonrenn- ingin á skránni, og vitandi, at hendan renning altíð fer um tveir tímar, mundi mangur seta seg væl til rættis at hyggja og fylgja við teimum mongu rennar- unum, sum skuldu royna seg á teimum gott 42 kilo- metrunum. Heilt óvæntað á odda Alt sá eisini út til at ger- ast sera væleydnað, tí meðan renningin í fyrstuni varð avbrotin nakrar ferðir av áhugaverdari speed- way-kappkoyring í Gøte- borg, varð spenningurin móti endanum á renningini so mikið stórri, at ein kundi sita og hyggja alla tíðina. Tá tað so eisini vísti seg, at ein japanari heilt óvænt- að legði seg á odda sein- asta strekkið, gjørdist spenningurin ikki minni, men hann skuldi tó íkki sleppa at halda sær. Bert einar tveir minuttir áðrenn japanarin helst skuldi farið um málið, varð beinleiðis litmyndin út Tokyo avloyst av aðrari mynd, sum í fleiri minuttir greiddi frá, at her var »No mac signal<. Hentar upplýsingar Hetta vardi sum sagt í fleiri minuttir, men so kom endiliga okkurt eitt lítið sindur áhugaverdari á skermin. Har stóð: >Fylgi- sveinasambandið við NRK er slitnað, og kemur tíverri ikki aftur í kvold. Japanar- in vann.< Sera »stuttligur« endi á Hetta var teksturin á 3 mara- skerminum tonfinalan le ygar- kvøldid endadi vid eini SvF-ítróttarsending Ikki minst, tá hugsað verð ur um, at tey flestu óivað hava sitið og fylgt við all- ari renningini í nærum tveir tímar, áðrenn hesi áhugaverdu boð komu á skermin. SvF kannar nú málið Men eins og alt annað, hevur hendan søgan eisini sínar grundir. >Norðmenninir, sum vit hava samsending við í slíkum fórum, hava sagt okkum, at hetta við at myndin brádliga er burturi eftir midnátt, hevur nakað at gera við, at sjónvarps- fylgisveinurin fer aftur- undir, og at signalið ti ikki kemur fram,< sigur Árni Gregersen, programleiðari á Sjónvarpi Føroya. Hann sigur, at hann væl skilir, at fólk gerast ørg, tå slíkt hendir, tí talan var hóast alt bert um fáa min- uttir, ul renningin hevði verið liðug kortini. >Hasi frágreiðingini frá norska sjónvarpinum ivast vit eitt sindur i, og í løtuni kanna vit málið,< sigur programleiðarin, sum er minst lika argur sum 6- nøgdu hyggjararnir eru yv- ir, at sendingin frá mara- tonrenningini varð avbrot- in leygarkvøldid. hj. SI vinnur i kvøld Hvat úrslitið verður í Gundadali í kvøld, er ikki lætt at spåa um, men Sosialurin loyvir sær at spáa, at SI í øllum fórum verður ein vinnari Tað er Sørvågs Ítróttarfel- ag, ið hevur fingið dystin í kvøld millum EM-lands- liðið og Vejle í lag. Av- lopid frå åskodarainntøk- unum er ætlad at fara i pengakassan hjå Si, sum komandi tidina fær n6g mikid at gera vid at gjalda rentur og avdrøg uppå nýggja grasliksivøllin í Sørvågi, sum ætlandi verður liðugur móti endanum á hesum mánaðinum. >Vit vænta, at í hvussu er einir 3.000 áskoðarar fara at koma til dystin, nú hann er tann seinasti við landsliðnum heima, áðrenn EM-dystin móti norðurírum,< sigur Egin Simonsen, formaður í SI. »Finalan um lógmanssteypið savnadi 2.500 fólk. og tá var talan um tvey lið, sum bæði eru úr Havnini, meðan hetta er landsliðið.< Koma 3.000 áskoðarar í kvold, so er SÍ í hvussu er vísur vinnari við 150.000 krónum í kassanum, tá allar útreiðslur eru fingnar av vegnum. >Roknistykkið hjá okkum sigur, at um 1.000 koma, so eru vit inndekkaðir fíggjarliga.< Egin Simonsen sigur, at Vejle Boldklub setti sera lagaligar treytir fyri at koma til Føroya, og at SÍ ti hevur møguleikan at fåa eitt fittligt iskoyti burturúr. hj. Niclas dema U18-landsdyst Mikukvøldid 11. septemb- er — sama kvøld sum Før- oyar og Nordurirland hitt- ast í EM-dysti í Lands- krona — skal Niclas á Líð- arenda dóma sín fyrsta veruliga altjóða dyst. Talan er um ein dyst millum Ul8-liðini hjá svi- um og norðmonnum, sum verður spældur í Karl- skoga. >Tað er síðani við komu uppí UEFA, at vit eru farnir at fáa tilboð um dystir sum hendan,< sigur Niclas á Líðarenda við So- sialin. >Byrjað verður við slíkum dystum sum hesum millum tvey U18-landslid, og gongur so alt væl, ger- ast uppgávurnar stórri so hvørt.« Samstundis sum Niclas skal døma hendan dystin, skal hann å ein fund i Svø- ríki i sambandi vid dóm- araútbúgving. altíð undir hjálmi tá ið tit súkla re mi Niclas å Lidarenda skal dóma ein U18- landsdyst millum Svø- riki og Noregi i Karl- skoga 11. september. Mynd: Hilmar Jan Annars varð Nemus Na- poleon Djurhuus í juli kosin okkara fyrsti FIFA- dómari, og skal hann 25. september dóma sín fyrsta dyst. Tað verður ein EM- kvalifíkatiónsdystur mill- um 16 ára gomlu genturn- ar hjá Noregi og Ungarn. Hann hevur síðani tað eisini fingið tilboð um at dóma ein venjingardyst í Ålborg millum OL-lidini hjá dønum og norðmonn- um, sum skal vera kvøldid fyri, men tá hevði hann longu takkað fyri >ordi- liga« ulbodid frå UEFA. hj. Framhald av sidu 9 eisini verda nevndur Claus Jensen, id hevur spælt å U20-lidnum hjá Danmark. So alt í alt skuldi herta verið ein góð manning, ið kom hendanvegin at royna seg. Umframt teir nevndu hevur Vejle eisini menn sum Steen Tychosen, Finn Christensen, umframt ein- asta nýggja spælaran hetta kappingarárið, Mogens Nielsen. hj.