Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. september 1991síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 163 — 6. september 1991 Síða 15 Ítróttur Vejle ikki uppiborið — landsliðið uppibor Sum Sosialurin spåddi, gjørdist Sørvågs Itr6ttar- felag einasti veruligi vinn- arin av dystinum miku- kvøldid millum føroyska landsliðið og danska liðið Vejle, sum spælir í donsku superligaini — liggur í løt- uni á næstniðasta plássi. SÍ fekk nevniliga nógvar áskoðarar til dystin í Gundadali, sum var tann síðsti hjá landslidnum, áðrenn teir tríggjar EM- dystirnar, ið eftir eru at spæla móti ávikavist Norðurírlandi, Danmark og Jugoslavia. Nóg mikið var hjá sørv- ingum at fáa 1.000 áskoð- arar fyri at fáa neyðugu út- reiðslurnar inndekkaðar. Restin av áskoðarainn- tøkuni var so eftir at koyra í pengakassan hjá SI. Onkur skal eisini tapa Men nú er tað einaferð soleiðis, at er onkur vinn- ari, so má eisini onkur vera tapari. Og so var eis- ini mikukvøldid í Gunda- dali. Har varð tað nevniliga áskoðarin, ið varð taparin. Hóast útvarpsmenninir við teirra frálíku fråsøgu- eyvnum royndu at lata kun- oyingar, heimasandsmenn og hovbingar halda, at her var talan um ein góðan og spennandi dyst, so var tal- an tó um lítið annað enn ein stóran vavgreyt úr enda í annan. Var rætt, skuldi einki mál verið komið í hasum dystinum, tí undan mál- inum hevði hvørki liðið havt so mikið sum ein tann. einasta veruligan málkjans — og so langt frá tí. Sera lítið undirhald Hetta var als einki undir- hald at bjóða áskoðarun- um, sum kanska høvdu vónað, at bert ein dropi av yvirflóðini frá Turkalands- dystinum var eftir í okkara monnum. Nógv vóru tey, ið komu til ta niðurstøðu, at verri dyst høvdu tey ikki sæð. I fyrra hálvleiki var eitt sindur av skilið í spælinum - serliga ti føroyska, men tað gav ikki meira av sær enn okkurt smávegis gleps uttanfyri 16-meturstrikuna hjá Vejle. Hesar fyrru 45 minutt- irnar hevði landsliðið greiða yvirvág, men fekk bara einki burturúr, og burtursæð frá teimum síðstu minuttunum, var sjáldan veruligt >guff< í spælinum. Vejle einki at bjóða Vejle hevði í fyrra hálvleiki púrt einki at bjóða — helst fyrst og fremst takkað verið undir- lagnum, teir fyrst skuldu sleppa at venja seg við. Kortini fingu vit ongan- tíð mál og undirhaldandi spæl at síggja frá vestur- jútlendingunum, hóast tað var tað, nýggi venjari teirra hevði lovað bæði eina og tvær ferðir undan dystinum. Liðið fortaldi teimum kanska 2.-2.500 áskoðarunum, hví tað liggur í botninum á Super- ligaini. Liðið nyttar jú svarta einki í tí líki, tað nú er í! Seinni hálvleikur er ikki verdur at umtala nakað serligt. Bert má finnast at tí yvirdrivna gestablídni, ið FIFA-dómarin legði fyri dagin — í skýmingini tá hann læt Vejle-spælara fella Tummas Eli Hansen, ið hevði beina kós mót málinum. Vejle-maðurin fekk bert gula kortið afturfyri, hóast slík slakting hoyrir heima i reyða bólkinum. Sjálvsagt skal gestablidni valdast, og hóast reyðakortið er hart í einum vinar- og venjingardysti, so eru tað nú einaferð reglurnar, ið gera av, hvussu dømast skal. Hvat sigur venjarin? Ringast fyri av gllum man venjarin Páll Guð- laugsson vera eftir dystin. Hann skal jú royna at fáa okkurt burturúr honum og royna at brúka hann sum grundarlag undir endaligu fyrireikingunum til dystin móti Norðurírlandi. Ringt man fara at vera hjá honum at seta liðið, skal mikukvøldsdysturin brúkast sum grundarlag. Har var jú bara snøgt sagt einki! Ikki tykist vera sørt, at tíðin er um at fara frá hes- um góðu dystunum, har eitt — eftir hvat sigst — hampuliga gott og fyrrver- andi undirhaldandi lið er annar parturin og landslið okkara er hin. Hesi liðini, ið vitja okk- um, eru ikki so imponer- andi góð, sum tey kanska plagdu at vera fyrr. Tá var landslið okkara ikki ment at geva somu moåtstødu, tað kann geva í dag, og tí sleppa gestirnir sjáldan at vísa tað heilt stóra nú. Máttu tort eitt sindur Hetta átti sjálvsagt at havt verið útnyttað til fuln- ar mikukvøldid, eitt nú við at satsa við meira fólki í álopinum, so áskoðararnir um ikki annað kundu Jens Martin Knudsen sat á bonkinum, meðan art Kaj Leo Johannesen i 1 p fyrra hálvleiki roynd £ 2 Á J í EIKI royndi i 4 seg i føroyska målinum. 4 Á Todi Jónsson var L Á á skaddur og spældi ikki Á É Mynd: Hilmar Jan sloppið at sæð nøkur mál. Væl er skiljandi, at okk- ara landslið spælir verju- kendan fótbólt í EM-kapp- ingini — annað vildi verið ørt har — men á heimavølli í vinar- og venjingardysti, har einki er at missa, mátti landsliðið tort eitt sindur meira. At ein markeringsspæl- ari, ið kemur allan vegin afturi úr verjuni og fram, skal hava størsta føroyska kjansin i dystinum, er ov galið! Men hvussu skal vera, tå at kalla eingir av spælarunum bjóða seg til, men heldur standa og bida, ul onkur av hinum ger okkurt, og alla tidina velja at flyta seg skeivt, heldur enn at brúka høvdid at hugsa við og gera sítt besta — uttan harvið at skula blaka alla sunna for- nuft fyri borð. Víst duga tit at spæla Spælir landsliðið hetta spælið um eina viku Landskrona rðir verour Osl at Vinna ið at tapa Jacob Svinggaard og Kári Reynheim í duell um bóltin mikukvøldid Mynd: Hilmar Jan urin ikki bert við tí eina málinum — norðurírar lata ikki slíkar offurgávur um seg ganga, uttan at taka av. Spælir landsliðið hin- vegin upp ul sítt besta Sum vit jú vita, at tað veru- liga kann — hava vit loyvi at vóna, at vit enn einaferð taka fótbóltsheimin á bóli við einum góðum og heið- urligum úrsliti. Og, vælsignaðu tit, hugs- ið tó um, at ein sigur á Norðurírlandi kann loysa > LE g í longra endanum, skuldu jugoslavarnir farið sín veg og sagt EM-kapp- ingini farvæl og latið 0-7 | gið efur í ruskinum bj. nl