fríggjadagur 6. september 1991síða 19
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A—
RN AR
Nr. 163 — 6. september 1991
Nýggj bók:
Rithevundur: Tommy
Dybbro
Týðing: Heðin M.
Klein
Útgáva: Feroya Skúla-
bókagrunnur
Í hesi bókini verða spurn-
ingar viðvíkjandi okkara
rekt av náttúruni settir,
við serligum atliti til
djórarekt. Náttúruvernd-
arfelagsskapurin WWF
hevur upprunaliga givið
bókina út fyri at upplýsa
um, hvussu tað er statt
við djóralívinum í heimin-
um í dag.
Í bókini verður nomið
við, at tá ið djóraslag er
týnt, er tað farið í søguna.
Slagið kemur ongantíð
aftur. Gjøgnum jarðarinn-
ar longu menningarsegu
eru nógv djérasløg íkomin
og horvin aftur. Teirra
pláss í náttúruni eru yvir-
tikin av eðrum sløgum.
Fyrr gingu nógv túsund
ár, áðrenn eitt slag á
náttúrligan hátt vann á
eðrum slagi.
Føroya Skúlabókagrunnur
A okkara døgum koma
eingi nýggj djórasleg eftir
tey, ið menniskjan týnir.
Oyðingin gongur alt ov
skjótt. Náttúran verður
við eðrum orðum fátæk-
ari.
200 súgdjór og fuglar og
óteljandi onnur djórasleg
eru longu týnd av menn-
iskjanum. Men nógv
sterri tal er nú í alstórum
vanda fyri týning.
Rithevundurin leggur
fram tel um hetta í bókini
>Djór í vanda<. Hann
greiðir frá, hvat hann met-
ir hóttir djóraslegini, og
hvat ið kann gerast fyri at
bjarga teimum frá týning.
Hvønn vendir
bókin sær til?
Bókin er lett at lesa. Hon
hevur nógvar myndir, og
er ætlað til framhalds-
deildina í fólkaskúlanum
og somuleiðis til studenta-
skúla og HF-skeið.
Bókin kostar 56 kr., og
fæst í bókabúðunum.
Nýggj útgáva
av Sálmabókini
Tann nýggja sálmabókin
er komin í tveimum stedd-
um, tann sterra hevur all-
ar tekstirnar við, hin
minna ikki. Báðar bekur-
nar eru væl egnaðar til at
hava liggjandi heima við
hús og í kirkjum o.s.fr.
Men eru heldur stórar at
hava við sær í kirkju —
tær fylla ov mikið til at
hava í lummanum. Tann
minna bókin er við at
verða útseld.
Nú kemur bókin í einum
væl minni formati. Tekst-
parturin verður ik'i við í
henni. Hon verøir til
steddar sum tann lítla
4% $
gamla sálmabókin, men
eitt sindur tjúkkari. Perm-
an verður lin, men eitt vet
stívari enn í tí gomlu.
Hetta verður ein fittligari
útgáva, sum væl ber til at
hava við sær uttan at hon
fyllir ov mikið.
Bókin er til prentingar,
og vit hava fingið lyfti
um, at 3000 eintek skulu
verða liðug til 1. okt., tað
vil siga, verður at fáa til
heystkonfirmatiónina, og
til jóla verður hon liðugt
prentað, so eingin vandi
skuldi verið fyri at keypt
hana til jólagávu.
20003%98005
$3%%%3
4406060 0%00)3%) 00
1 Síða 19
( Lesarabrøv 7)
Hattin av fyri Birgiri og Vilhelmi
Áhugavert var tá sam-
gongan, javnaðarflokkur-
in-fólkaflokkurin, varð
skipað. At hesir flokkar,
av náttúru so ymiskir,
vildu arbeiða saman. Ikki
minni áhugavert er tað
nú, tað vísa seg at vera
rættir menn í báðum
flokkum. Birgir og Vil-
helm, eg eigi ein hatt, og
hann taki eg av fyri tykk-
um. Halda tit fast við
steðu tykkara um undir-
sjóvartunnil um Vest-
mannasund, so heingi eg
hattin á bróstið í kamarin-
um sum prýði, á mítt høvd
skal hann ikki aftur. Góðu
menn á tingi og í lands-
stýri, vit hava ov mikið av
stórum ílegum, Gamla-
rætt, Sund, skipaævintýr
og risastór handilshús,
bara fyri at nevna nekur
millióna »projekt«. Nú vil
onkur kanska siga, at tað
ikki er úr sama kassa, ikki
eru somu menn, sum
ábyrgdina hava. Møgu-
liga er tað so, men eg veit,
hver ið skal gjalda — tað
eru synir og detur okkara
— gott í tykkum, gevið
teimum ikki stein oman á
byrðu!
Ég veit væl, at samfe-
lagshjólini skulu mala.
Undirsjóvartunnilin sigst
at skula kosta ímillum 170
og 300 mill. kr. Hevði tað
ikki verið skilabetri at
lagt pening í vinnufremj-
andi endamál? Verumenn-
ing, marknaðarkanningar,
selufremjandi tiltek, ný-
hugsan við meira? Tað
hevði eisini skaffað fólki
arbeiði, um vit tóku betur
hond um tey minst mentu
í samfelagnum. Tað veri
seg bern, ung, gomul, sjúk
ella tey, sum ikki megna
at fóta sær í gerandisdeg-
num. Hetta gevur, um
ikki peningaligan, so
menniskjaligan vinning. Í
longdini vildi tað eisini
givið sparingar á al-
manna- og heilsuøkinum.
Við ådurnevndu flokk-
um við ræði átti vinnuliv-
ið og tey veikastu í samfe-
lagnum at havt hegan pri-
oritet. Ikki veit eg, hvat
tað er, ið tit menn vilja
prógva við ellum hesum
milliónaílegum, manndóm
kanska? Leggið ikki í, vit
kenna tykkum, vit vita at
tit eru menn, vísið nú at
tit eisini kenna ábyrgd!
-51
Nú stevna er...
...hava vit eitt gott
MICROFORM
tilbod til tin!
386SX telda v/1 Mb minni 20Mhz
44 Mb harddiskur/23 ms
VGA monoskermur 640 x 480
MS-DOS 5.0 + Windows 3.0
1 x 3,5” diskil 1.44 Mb
"Tower" húsi
Mús v/software og máttu
Alt hetta fyri
einans 16.900,—
Tilboðið er galdandi frá 5. til 14. september 1991
Dr. Jakobsensgøta 17—19 * tif. 17211 * fax 10415
Postrúm 198 * FR-110 Tórshavn
Upplatingartíðir um stevnuna:
6. sept: 9.00 — 20.00
7. sept: 9.00 — 14.00
A (hí
| r h