leygardagur 7. september 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 164 —
=D -
7. september 1991 |
-
„.S005
Upp í 50 børn hava onkuntíð verið á Barnaheiminum í senn, nú eru 15. M yndin er tikin í teimum døgum, tå barnaheimið
var fullsett
Eingi koma aftrat
Eftir stuttari tíð er talið av børnum á Føroya Barnaheimi minkað
niður í ein triðing
Í áravís hava millum 40 og
50 børn verið á Føroya
Barnaheimi í Havn. Men
fyri umleið einum ári síðan
fór talið at minka. Eingi
nýggj koma inn, og nú eru
bara 15 børn á barmaheim-
inum.
Hetta hevur havt við sær,
at barnaheimið sum er ikki
hevur húsini hjá Mitens, har
pinkubørnini vóru, fyri
neyðini. Á barnaheiminum
eru eingi so smá børn long-
ur. Starvsfólkini, sum ar-
beiddu í teimum húsunum,
eru farin niðan í hini húsini
at arbeiða.
Og tá barnatalið er so
nógv minkað, er eisini
minni arbeiði hjá starvs-
fólkunum. Hetta hevur havt
við sær, at 14 av teimum 32
starvsfólkunum, sum ar-
beiddu á heiminum, eru
uppsøgd. Øll hesi fólkini
hava ikki arbeitt heilan dag.
- Heldur talið av børnum
fram við at minka, verða vit
óivað noydd til at siga fleiri
upp, sigur Petur Hgjgaard
Simonsen, fyrisødumadur á
Føroya Barnaheimi.
Eingin ætlan er um at selja
húsini, sum nú ikki verða
nýtt. Petur Højgaard Sim-
onsen tryr ikki, at øll børn
knappliga hava fingið tað so
gott, at tørvur ikki er å
bamaheimi. Og als ikki nú,
fólk hava fingið fleiri trup-
ulleikar at dragast við or-
sakað av vantandi arbeiði og
trongum korum. Tann dagur
man fara at koma, tá bórn
aftur koma á barnaheimið,
heldur Petur Højgaard Sim-
onsen.
Torført er at finna nakra
eintyduga frågreiding, hvør
orsøkin er til, at eingi børn
knappliga koma å barna-
heimið. Kanska eru eisini
fleiri orsøkir.
Tað hevur verið í samráð
við barnaverndirnar, at børn
eru komin inn á barnaheim-
ið. Barnaverndarlimir,
Sosialurin hevur tosa vid,
halda ikki, at barnavernd-
irnar beinleidis seta seg upp
ímóti at senda børn á barna-
heimið. Tann loysn verður
tó fyri tað mesta bert nýtt, tá
einki annað er til ráða at
taka, ella tað eru systkin,
sum við at fara á barnaheim-
ið kunnu vera saman gll.
Tó er tað ikki óvanligt, at
barnaverndir heldur royna
at finna onkra familju, børn-
ini kunnu vera hjá, heldur
enn at fara á barnaheim. Og
ein sannroynd er, at barna-
verndin ikki hevur verið
serliga heit fyri at lata børn
inn á barnaheimið. Børn úr
Havn eru fyri tað mesta bara
komin á bamnaheimið í
akuttari neyð fyri styttri tíð-
arskeið.
Broytingar í sosialu skip-
anini eru óivað ein høvuds-
orsøkin. Fyrr var ofta ikki
annar møguleiki enn at lata
børnini fara á barnaheim,
um foreldrini vóru illa fyri
fíggjarliga. Nú ber til at fáa
fíggjarliga hjálp til børnini.
Hamæst skal nevnast, at
barnaverndimar nú gera
meira enn áður við at fylgja
børnunum. Tær sleppa ikki
barninum við bara at lata tað
fara á barnaheim, men
royna at finna fram til aðrar
loysnir, so barnið kann vera
heima ella hjá ødrum fólki,
har barnið kann hava tað
gott.
randi
Tusund
kronur
fyri pistolina
Málið viðvíkjandi politist-
inum, sum misti pistól sína í
Kaldbak herfyri, er nú av.
Maðurin hevur verið á
fundi hjá fútanum og har
fingið sína átalu.
Politisturin hevur fingið
at vita, at hann í framtíðina
má ansa betur eftir pistólini,
sum hann hevur ábyrgd av
sjálvur. Hann hevur eisini
fingið átalu fyri, at hann ikki
beinanvegin boðaði leiðsl-
uni frå, at pistólin var burt-
ur, sigur Nepper-Christ-
ensen, futi.
Meir hendir ikki i mål-
sert i
Peningastovnamir
munnu halda ungfólk
vera nógv verd sum við-
skiftafólk.
Føroya Banki hevur
sína ungdómskonto, og
nú bjóðar Sjóvinnu-
bankin = ungfólki at
stovna "stjórnukonto".
Sjórnukonto | kunnu
ung millum 13 og 20 ár
stovna. Kontoin gevur
somu rentu sum banka-
bók við 24 mánaða
uppsøgn, iløtuni 7,25%.
Upp til 100.0000 krónur
kunnu setast å kontoina.
Stjørnukontoin er ikki
bundin. Hon kann brú-
kast sum lønarkonto og
pengar kunnu takast út
av henni.
Tey, sum stovna
stjórnukonto og eu undir
18 ár, fáa eitt stjórnukort
at snýta í sjålvtøkum og
avgreiðslum bankans.
Tey, sum eru yvir 18 ára
gomul kunnu fáa FR/-
VISA kort til stjórnu-
kontoina.
Tá ið kontoin verður
stovnað, verður latin ein
peningapungur til kort,
pengar og roknskapar-
Serlig konto
til ungdóm
Sjóvinnubankin skipar 22.
september fyri rock kon-
sambandi
bankin bjóðar ungum at
stovna "stjórnukonto"
inum, tí á ein hátt var hetta
eitt óhapp, ið kann henda,
sigur hann. Vanliga hoyrir
tú, um tú skuldi mist eina
pist6l, men í hesum førinum
datt hon úr lummanum nið-
ur á bøin.
Fútin hevur nú heiðrað
drongin, sum fann pistólina
og syrgdi fyri, at hon kom
aftur á politistødina i Havn.
Hósdagin sendi fútin dron-
ginum ein kekk við túsund
krónum.
randi
við, at
blað. Eisini kann fáast
audio response tænasta
til kontoina, so tað ber til
at ringja inn og spyrja,
hvat stendur á stjørnu-
kontoini.
STJØRNUKONSERT
I sambandi við etta
nýggja tiltak hevur
bankin tikið stig til stóra
rock konsert í Badmin-
tonhøllini í Havn sunnu-
dagin 22. september.
Térshavnar Musikk-
skúli við Brandur Øss-
urssyni stendur fyri kon-
sertini, ið verður fyri tey
13 til 20 ára gomlu.
Mannagongdin er, at
tú letur onkrari deild hjá
Sjóvinnubankanum ein
serligan lepa, har túu
teknar teg fyri stjórnu-
konsertog til konsertina.
Seinasta freist er 18.
september fyri at sleppa
við ul konsertina. Sam-
stundis ert tú við í kapp-
ing um ein ghetto blast-
ara.
Ókeypis flutningur
verður til Havnar til
konsertina, ið fer at vara
í fýra tímar.