Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. september 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Skúlarnir í Havn verða alt meira kroystir Nú skulu eisini skrivararnir út | -Vit sleppa ikki so frægt at ráða yvir tí, okkum er tillutað á fíggjarætlanini fyri skúlan. Eg r kenni meg hålvavegna sum brotsmann, um eg 'åÅ skal keypa okkurt til skúlan, sigur Ottar Nr. 164 — 7. september 1991 Síða 4 Jacobsen, skúlastjóri Býráðið í Havn er sera virkið tá skerjast skal. Í hvussu er á ávísum gkjum. Í longri tíð hevur verið líkt til, at skúlarnir í býnum Skulu hava av at vita. Fyrst stóu vaskikonurnar fyri skotum. Síðani skúlatæn- ararnir, og nú er so túrurin komin til skrivararnir. Í summar samtykti fíggj- amevndin hjá býráðnum at Ouar Jacobsen og Bjarni Skaalum, skúlastjórar eru ikki fegnir um, at skrivararnir skulu sparast burtur tá oll vilja síggja í senn. Leiga tólini, tænastan er frí. VIDEO HI-FI-TV Niels Finsensgøta 12 - Tlf. 151 32 hevur sjónverp til leigu spara skrivararnir á kommunalu skúlunum burtur. Hetta fingu bæði skúla- stjórarnir og skúlaráðið at vita frá býráðnum á einum fundi hósdagin. Tað eru millum onnur skúlastjórar- nir alt annað enn glaðir fyri. Ottar Jacobsen er stjóri í Kommunuskúlanum. Hann sigur, at tey hava havt skrivara á skúlanum sein- astu tjúgu árini, og hevur hesin havt úr at gera. Millum annað er sera nógv skriviarbeidi av framhalds- deildini. Skrivarin hjå okkum hevur ur at gera hvønn einasta dag, sigur Ottar Jacobsen sum heldur, at verður hetta starvið nið- urlagt, fer nógv at liggja á láni. Um sparingarnar á skúl- unum annars sigur skúla- stjórin á Kommunuskúl- anum, at tær raka hart. -Fyrst royna vit framm- anundan at spara har vit á nakran hátt kunnu spara. Síðani fáa vit eina sera stramma fíggjarætlan, men ringast er tað, at vit sleppa ikki at ráða yvir teimum pengum, vit fáa tillutaðar á hesi somu fíggjarætlan. Mitt í øllum koma nýggj boð frá býráðnum, at vit mugu spara enn meira. -Vit fáa neyvan keypt tað vit hava brúk fyri. Vit mugu fyrst spyrja býráðið um vit kunnu keypa eitthvørt. Ja eg kenni meg hálvavegna sum brots- mann, skal eg keypa okkurt til skúlan, sigur Ottar Jacobsen, sum sigur seg vóna, at Skúlaráðið fer at skilja støðuna hjá skúl- unum. Stórt afturstig Bjarni Skaalum, sum er stjóri á Sankta Frans Skúla heldur, at verða skrivarar- nir spardir burtur, fer hetta at merkja eitt stórt afturstig fyri skúlan. Hann vísir á, at skrivarin er sambind- ingarliðið, bæði innan fyri skúlan og úteftir. Pappírs- rúgvurnar vaksa í hvørjum, telefonin skal passast og uppgåvurnar yvirhøvur eru stérar hjå einum skrivara, sigur Bjami Skaalum. Skúlastjórin á Sankta Frans Skúla heldur, at nú eru skúlarnir skerdir niður á lágmarkið. Verða fleiri skerjingar gjørdar, fer skúlin ikki longur at lúka tey krøv, eitt nýmótast og framkomið samfelagið set- ur. Fund við býráðsformannin Jóhannes Álvheygg, formaður í Skúlaráðnum Sigur, at Skúlaráðið nú fer at hava fund við býráðs- tormamnnin, Poul Michel- sen um hetta mál. Skúlaráðsformaðurin heldur ikki, at Skúlaráðið uttan víðari fer at góðtaka hesa seinastu spariætlan býráðsins. tór.- LY El-trukkar 1-4 tons Diesel trukkar El-ståplarar Lyftivognar | Útgerð, eykalutir | og tænasta | » Kaj Andreasen Akranesgeta5 *“ Tlf. 15600 Vit framleiða... Kloak- & Vatnrør i øllum støddum til kappingarførar prisir. Heilsola & småsøla PF. NORTH ATLANTIC PLAST Tlf. 1 2151 - Fax. 1 2316 Ouar Jacobsen, skúlastjóri á Kommunuskúlanum óttast fyri, at verða skúlarnir enn meira skerdir, fer hetta at ganga útyvir undirvísingina eisini bátamáling Bravo botnmáling Hard Racing Poly Best emalja til glasfipur Bonivoks 0.a. Bíðið um bóklingin um viðlíkahald av bátum! =. Kaj Andreasen Akranesgeta 5 209. Tlf. 15600