leygardagur 7. september 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 164 — 7. september 1991
2
slikari broyting
Persónliga eri eg fyri, at
heiladeyði verður settur
í gildi sum deyðsmark,
men málið
má búnast,
so ein enda-
lig avgerð
byggir á
eitt breitt
og sakligt
orðaskifti
Sepp Piontek, fótbóltsvenjari: Nú
heiladeyði er settur sum mark fyri deyða
í Danmark, áttu allir íbúgvar at verði
skrásettir í tveir bólkar: Tey, sum gjarna
vilja lata síni gøgn til síni meðmenniskju,
og tey, sum ikki vilja. Tey seinnu mugu
so gera sær greitt, at skuldu tey sjálvi
ein dag havt brúk fyri einum hjarta, so er
'butikken lukker". Vil ein ikki lata, kann
ein heldur ikki njóta. Í Danmark aftra
fólk seg við at tekna seg sum gøgngev-
arar av ótta fyri at taka eina skeiva av-
gerð, men tey vilja fegin taka ímóti.
sum heiladeyður.
=
i
i
JOR-TESTAMENTER « fås GRATIS hos …
= FOR NYRESYGE I DANMARK
PA Veli ver þv
AK
Fræk
OD OR MR LF FAN BAG SØ
ff
Mikukvøldid skipadi
triði flokkur á sjúkra-
systraskúlanum fyri inn-
anhýsis orðaskifti um
deyðsmark. Flokkurin
hevði sett saman eitt
pallborð at siga sína
hugsan um evnið; við
pallborðið sótu Jóannes
Eidesgaard, landsstýris-
maður, Marjun Bæk,
prestur, læknarnir Høgni
Djurhuus og Jenis av
Rana, Odny Thomsen,
sum á hesytið 1987 fekk
transplanterað nýtt nýra,
og Tummas Pauli Thom-
sen, avvarandi, sum eisini
er umboðsmaður í Før-
oyum fyri danska nýra-
felagið.
Hjarta ella heili
Tann meiri nágreiniligi
Spurningurin, sum sjúkra-
Eftir lógini, sum er galdandi i Føroyum, er eitt
menniskja deytt, tá hjartað er hildið uppat at sláa.
Heiladeyði er veruleiki, tá blóð ikki longur kemur
til heilan og alt virksemi í heilanum er hildið full-
komuliga uppat og heldur ikki kann koma fyri seg
aftur. Tá heiladeyði er staðfestur, heldur hjartað altíð
uppat at sláa eftir avmarkaða tíð, sjálvt um respirator
andar fyri tann heiladeyða. Heiladeyði skal sostatt
ikki blandast saman við óvit, skinndeyða 0.1.
Skal heiladeyði staðfestast, skulu tveir serútbúnir
læknar gera serligar kanningar, sum við fullkomu-
ligari vissu kunnu vísa, at alt virksemi í heilanum er
hildið uppat; sjálvt allarminsta tekin um virksemi
hevur við sær, at sjúklingurin ikki verður roknaður
Við lógini, sum er galdandi í Føroyum, kunnu gøgn
ikki takast úr fólki, fyrrenn hjartað er hildið uppat at
sláa. Verður heiladeyði settur sum mark fyri deyða,
kunnu gøgn takast úr fólki, tá tað er staðfest gjøgnum
serligu kanningina, at heilin er deyður.
Skulu vit hava heiladeyða sum deyðsmark
Neyðugt við einum
skipaðum orðaskifti
- heldur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, ið persónliga er fyri
systranæmingarnir vildu
hava lýstan og svaraðan
var: Skulu vit hava heila-
deyða sum deyðsmark
heldur enn hjartadeyða?
Verður heiladeyði deyðs-
mark, so ber tað í sær, at
møguleikarnir fyri at
taka úr fólki hjørtu,
lungu og livrar og onnur
gøgn, sum harvið kunnu
koma sjúklingum til
gagns (um munin millum
hjartadeyða og heiladeyða
sum deyðsmark, sí grein
aðrastaðni á síðuni)
1. juli 1990 var heila-
deydi settur i gildi sum
deyðsmark i Danmar;
men lógin varð ikki sett í
gildi fyri Føroyar og
Grønland, men tað kann
gerast við kongaligari
fyriskipan, um løgtingid
samtykkir tað.
Persónligt »ja«
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður í
heilsumálum, er fyri at
heiladeyði verður settur
sum deyðsmark.
- Tá blóðflutningurin
til heilan er hildin uppat,
so heilin gongur til
grundar, og tað kann
staðfestast, at heilin er
vorðin óvirkin med alla,
so haldi eg, at tað er
virðiligast at lata fólk
doyggja heldur enn at
leingja deyðsgongdina við
einum respirator, sigur
Jóannes Eidesgaard.
- Tá tað er komið har-
til, so er øll læknavið-
gerð úrslitaleys, og tað
er møguligt at ein slik
leinging av deyðspross-
essini er Óetisk, legði
landsstýrismaðurin aftr-
at.
Alment orðaskifti
Jóannes Eidesgaard undir-
strikar, at hetta er hans-
ara persónliga uppfatan.
Talan er um ein sera
viðbreknan og kenslu-
bornan spurning, og tí er
tað ikki rætt at broyta
deyðsmarkið frá einum
degi til annan við eini
løgtingssamtykt. Hjartað
ímyndar í mentan okkara
lívið og sálina, so gil
orsøk er fyri at lata eina
avgerð í málinum búnast,
= Sida7
áðrenn hon verður tikin,
heldur landsstyrismad-
urin.
Skal fyriskipast
- Ein slík løgtingssam-
tykt - sama hvgr hon
verður - eigur at vera
grundað á eitt alment
kjak, har øll hava havt
høvi at siga sina hugsan,
sigur Jóannes Eidesgaard,
ið kundi hugsað sær eitt
ráð, ið stóð fyri einum
slíkum almennum orða-
skifti og harvið tryggj-
aði, at orðaskiftið varð
breitt og sakligt.
- Tað er umráðandi, at
ein møgulig avgerð um
heiladeyða sum deyðs-
mark ikki verður borin
uppi av møguleikanum
fyri = transplantatión,
segði Jóannes Eidesgaard,
ið helt, at heiladeyðin
verður vidgjørdur sum
evni fyri seg og og trans-
plantatiónir verða við-
gjørdar fyri seg.
Njóta uttan at lata
Við tað at heiladeyði ikki
er deyðsmark i Føroyum,
so kunnu føroyingar
heldur ikki lata seg
skráseta á sokallaða don-
or-listanum, har teir
siga seg fúsar til at lata
síni gøgn, tá tey doyggja.
Eftirsum vit hava at-
gongd tl Ríkissjúkra-
húsið á jøvnum føti við
danir, so hava føroyingar
eisini møguleika at fáa
eitt nýra ella hjarta frá
einum donskum gevara.
- Tað er í míni verð
eitt sindur ómoralskt,
ikki at vera við í eini
skipan sum gevari, sum
ein samstundis kann njóta
gott av, segði lands-
stýrismaðurin, ið er farin
at kanna eftir, hvussu eitt
slíkt orðaskifti kann fá-
ast í lag.
- Talan er um eina rad-
ikala broyting, og eftir
royndunum í Danmark at
dóma, so eigur málið at
vera frammi í almennum
kjaki í eitt, tvey ella try
ár, áðrenn endalig polit-
isk stóða verður tikin,
segði Jóannes Eidesgaard
á fundinum hjá sjúkra-
systranæmingunum miku-
kveldið.
ówh