leygardagur 7. september 1991síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Í einum kolonihavahúsi á
Temuryggi í Havn er Ole
Wich í ferð við at gera seg
lidnan við myndirnar, sum
skulu við á framsýningina,
sum hann letur upp í
Norðurlandahúsinum í dag.
Í húsunum, har hann
hevur arbeiðsrúm, hýsir
hann eisini hønunum hjá
grannanum í kjallaranum.
Á gólvinum liggur stellið
av einum gomlum barna-
vogni. Ein skirvislig
ljósakrúna, sum hevur sæð
betri dagar, og leivdirnar
frá nøkrum, sum minnir
um ein telduskerm á onkr-
ari skrivustovu í Havn.
Hann skorar seg í
gjøgnum óruddið og vísir
okkum listaverkini. Ella
kunnu vit rópa hetta list?
Eitt gamalt vindeygað
við ongum rúti. Ein sjón-
varpsskýggi vavdur inn í
leidningar og kopartráð.
Eitt føroyskt flagg klaggj-
að við svartari máling.
Heilt ærligt vildi onkur
sagt: Hetta er órudd, sum
ikki kann brúkast til annað
enn íkast til brenniovnin
á Sandvíkahjalla.
Ole Wich flennir. Jú
myndirnar eru ein provoka-
tón, sigur hann. Serliga
móti tí etableradu listini.
- Eg vil ikki fornerma
nakran, men eg haldi at
nógv listafólk eru alt ov
romantisk. Myndir skulu
vera vakrar og helst vera
gjørdar í góðum veðri.
-Eg vil lýsa gerandisdag-
in. Tað sum hendir
uttanum meg, beint her og
nú. Fólk, girnd, politisk
makt, herverk, at keypa og
tveita frá sær aftur, eru
nøkur av stikkordunum.
Brøytingar
Ole Wich arbeidir vid hug-
takinum "breytingar". Ein
brøyt, sum gravar niður í
moldina og broytir um-
hvørvid rundanum okkum.
Eisini eru tað litirnir.
Reytt, gult og svart.
- Tað er ikki av tilvild,
at allar entprengrmaskinur
eru antin gular, svartar ella
reyðar. Hetta er ein aktivur
litur, sum skapar reaktión.
Í náttúruni bera hesir
liirnir boð um vanda.
Ole greiðir frá, at hann
altið hex 3 hugtikin
av teim i OR ORV-
1 Sun
barn stóð ofta og
eygleidd meðan tær
dá
RÆ, 4
k i 4 <hi-
id HE | mAVO
ur Ole Wict
f r
x
hann gipsmyndina
"Konsument".
Mynd Kalmar
Nr. 164 — 7. september 1991
Órudd í Norður-
landahúsinum
-Føroysk myndlistafólk eru náttúru romantikkarar. Nógv eru ikki
komin longur enn til 18. óld. Myndirnar skulu vera vakrar og lit-
fagrar. -Hesum royni eg at arbeiða ímóti. Við mínum myndum vil
eg alt annað enn, at tær enda sum prýði uppiyvir sofuni í stovuni,
sígur Ole Wich, reklamuteknari og myndlistamaður.
Eitt nýmótanssamfelag
hevur nógvar øduligar
avleiðingar.
Parbolantennan og
sjónvarpsrásirnar gera
fólk ør í høvdinum,
sigur Ole Wich.
Mynd:Kalmar.
Og ikki altíð til tað
besta, heldur hann.
- Hygg bara eftir mið-
býnum, hvussu hann sær
út. Ikki tí, allir stórbýir
líkjast. Men Havnin hevur
broytt seg, spakuliga men
nógv. Høg hús og kaldar
flatir. Alt gjørt burturúr
óviðkomandi og gráum til-
fari.
-Býurin gerst alt meiri
fíggindaligur og hóttandi
móti menniskjunum, sigur
Ole Wich.
Lættur symbolikkur
Tilfarið sum Ole Wich
brúkar til skulpturnar, er
alt slíkt, sum hann sjálvur
finnur úti í náttúruni.
- Fólk tveita frá sær tað
mest ótrúliga, sigur Ole
Wich, sum júst hevur
fingið nýggjan radiator.
Um hann ikki sjálvur
kann brúka tað, kann tað
brúkast sum list.
Tilfarið er gott og sym-
bolikkurin lættur at týða.
Einki loyniligt er við
myndunum hjá mær, Ole
Wich.
Men væntat tú at selja
nakrar av myndunum?
- Eg plagi at selja nógv-
ar fotomyndir. Men hetta
rokni eg ikki við at sleppa
av við.
Hvussu nógv kosta tær?
- Enn havi eg íkki sett
nakran prís á tær. Og eg
veit heldur ikki, hvussu
nógv tær fara at kosta.
Kanska er tað best, at tær
enda aftur á Sandvika-
hjalla .
Eggja ungum
listarfølki
Ole Wich sigur, at hetta,
sum hann nú fæst við,
ikki er nakað nýtt.
Listafólk hava fingist við
sama evnið í hundrað ár.
Bara ikki í Føroyum.
- Eg vil við hesari fram-
sýningini eggja ungum
listafólkum at gera tað,
sum tey sjálvi hava hug
til. Og ikki gera myr
T
Hist,
sum bert er sum prýði á
vegginum.
- Hetta er sjálvandi lætt
hjá mær at siga. Eg livi
ikki av at gera myndlist og
havi ikki tørv á peng-
unum.
- Men tað er stuttligt at
gera nakað, sum er ødrvisi
og brýtur frá tí, sum vit
vanliga síggja, sigur Ole
Wich.
Við á framsyningin hev-
ur hann eisini fotomyndir,
málningar og tekningar,
sum viðgera evnid "Brøyt-
ingar".
Eyð