leygardagur 7. september 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 164 — 7. september 1991
Páll Heinesen á Strandferðsluni
Fakfeløgini eru tvør
Síða 9
Skulu åsetingarnar fyri manningarnar haldast, so må ein partur av frítíðini hald-
ast umborð. Og tað er einki óvanligt fyri sjómenn
Páll Heinesen,
fólkastjóri á Strand-
ferðsluni, upplýsir, at
tað er rætt, at Strand-
ferðsluskrivstovan hevur
rættað í tímaseðlunum
hjá Ternu-manningini.
Starvs-
Amariel spennir seg út
- Við teimum tímun-
um, sum verða givnir
upp, heldur manningin
ikki tær ásetingar, sum
eru í nýggju manning-
arlógini, ið var samtykt á
tingið í 1988, sigur Páll
Heinesen.
Fylgja nýggju
reglunum
Hóast lógin ikki er sett í
gildi enn, so gjørdi
Strandferðslan tíðliga í
ár greitt, at hon fór at
halda seg til hesar áset-
ingar, sum fara at koma í
gildi fyrr ellæ seinni.
I manningarlógini
stendur millum annað, at
sjómenn skulu hava neyð-
uga hvíld og svøvn. Í
gomlu, galdandi lógini
stendur, at sjómenn skulu
ikki arbeiða fleiri enn 16
tímar út í eitt, uttan at
fáa hvíld; hvíldin skal
vera minst 10 tímar; í
teirri nýggju stendur, at
arbeiðstíðin skal í mesta
lagi vera 14 tímar út í
eitt.
Vita av tí
Páll Heinesen upplýsir,
at á einum fundi 28. febr-
uar við fakfelggini, sum
umboða manningina um-
borð á Ternuni, var boðað
frá nýggju vaktarskip-
anini. M.a. varð gjørt
greitt, at av teimum
seytjan tímunum, sum
manningin er umborð,
skuldu teir hava frívakt í
tríggjar.
- Harvið fekk manning-
in ta hvíld, sum er ásett,
sigur Páll Heinesen, sam-
stundis sum kravið um,
at seks mans skulu vera
umborð sambært trygdar-
krøvunum.
Vanligt vid frivakt
Hóast fleiri rykkjarar
kom eingin góðkenning
frå fakfeløgunum, og á
fundi 8. apríl fekk mann-
ingin at vita, at skipanin
kom í gildi tríggjar dag-
ar seinni. Strandferðslan
hevur umsitið lønirnar
eftir hesi skipan.
Páll Heinesen sigur, at
hann skilir ikki, at
Starvsmannafelagið legg-
ur tað út soleiðis, at fólk
gera arbeiði, tey ikki fáa
lón fyri:
- Tað er vanligt, at sjó-
menn hava frí umborð -
ella frívakt, sum tað eit-
ur - og samstundis trygd-
arliga verða roknaðir sum
partur av manningini,
sigur starvsfólkastjórin.
Tann, ið hevur frívakt,
fær ikki løn útyvir
grundlønina, og uppar-
beidir heldur ikki yvir-
tid.
Vånaligar umsteður
Påll Heinesen vidgongur
kortini, at umstødurnar
umborð eru ikki egnaðar
til at hava frívakt. Tí
hevur hann gjørt eitt
uppskot, har Ternan skal
hava tríggjar manningar í
staðin fyri tvær. Eftir
hesi skipan hevði mann-
ingin altíð ligið niðan-
fyri 14 tímamarkið og
øll fritid var hildin í
landi.
Starvsfólkastjórin á
Strandferðsluni sigur, at
hetta vildi havt við sær,
at seks mans komu í
arbeiði aftrat, meðan
samtaldu lønaritreidsl-
urnar lækkaðu við
100.000 krónur.
- Men fakfelggini vilja
heldur ikki góðtaka hesa
loysn, sigur Páll Heine-
sen.
ówh
— Nógvar nýggjar myndir, millum annað
fleiri, sum lýsa náttúru og hús á Húsum.
Í dag letur Amariel Norð-
oy upp nýggja framsýn-
ing í List í Havn. Við á
framsýningini hevur hann
nýggjar myndir, m.a. úr
Kalsoynni. Myndirnar
lýsa hús og umhvervið á
Húsum.
Við á framsýningini
hevur hann bæði málning-
ar, akvarellir og stein-
prent.
Amariel Norðoy er aftur í
sving í framsýningarhel-
unum hjá List á Konga-
brúnni.
Mynd: Kalmar
Framsýningarhelið hjá
List heldur til í Stefans-
sons húsi á Kongabrúnni.
Framsýningin er opin
gerandisdagar frá klokk-
an 15.00 til 17.00 og leyg-
ardagin frá klokkan 11.00
til 14.00.
Framsýningin letur aft-
ur 26. september.
Atlas Copco
Kompressarar
Borivognar
Borimaskinur
Brekkarar
Borir
Meitlar
Slangur o.a.
Eykalutir og
tænasta
m. Kaj Andreasen
Akran 5
Tlf. 15600