leygardagur 7. september 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
BNA sosialurin | Nr. 164 — 7. september 1991
Í Gøtu eina nåttina
Eg hevði leingi ætlað mær til Gøtu. Eg havi eina
ommusystur har, sum eg ikki havi sæð í ellivu ár.
Men nú skuldi tað vera.
Vit fingu okkum nátturða bæði. Ommusystir er
86, men røsk og lett upp á sporið sum fá. Og mín
sann um hon ikki átti ein dropa at leska okkum við
aftur við nátturðanum.
Tá ið klokkan var blivin hálvgum tólv, fór gamla
at leggja seg. Hetta var eitt av teimum dýrdar-
kvøldunum, sum bara finnast í Føroyum um há-
summarið. Vit vóru mitt í juni, og veðrið hevði
verið sjáldsama gott í fleiri vikur. Eg mátti út.
Eg fekk mær tveir skarpar afturat úr fløskuni
hjá ommusystur og fór spakuliga út í tún. Tað var
so lýtt og samstundis svalligt, at eg feldi tað før-
oyska summarið koma niður í lunguni á mær,
hverja ferð eg dró andan. Hetta er eitt vælsignað
land, hugsaði eg og kíndi trappugelendaranum hjá
emmusystur. Eg fór tey fáv sporini rundan um
húsini og sá, at tey vóru væl hildin. Tað hevði
gingið tann rætta vegin í so máta í Feroyum hesi
seinastu árini. Ommusystir hevði tríggjar ommu-
synir, sum plagdu at koma at taka eina hond í.
Teir vóru allir av raskastu fiskimonnum, og tá ið
teir ikki arbeiddu upp á síni egnu hús, so vóru teir
her niðri hjá »hini gomlu« og hampaðu um.
Eg fór spakuliga gjøgnum ta nåttarkvirru bygd-
ina. Nógv nýggj hús vóru komin, síðan eg var har
seinast. Men best dámdi mær tey gomlu. Eg nærk-
aðist aftur húsunum hjá ommusystur, tá eg
knappliga sá hoyggjhúsið hjá abba daga fram úr tí
fína slerinum av náttarsummarmjerka, sum
gjerdi alt so trelsligt og so deiligt. Har plagdi eg
at spæla sum barn. Eg mátti fara inn. Hurðin ríkti
eitt sindur. Eg sá, at træhongslini vóru tey somu.
Tá ið eyguni høvdu vant seg við myrkrið, sá eg, at
hoyggj var einki. Sjálvsagt, tað vóru minst 25 ár
liðin, síðan tey drupu kúnna. Men angin var har.
Tann sami angin av hoyggi og farnum barnaárum.
Ein súkkla stóð í einum króki. Annars var hoyggj-
húsið tómt. Nei, hvat var hatta har yviri undir
vindeyganum? Ein divanur. Ein divanur, sum tey
nýríku hava tveitt út higar, hugsaði eg smáillsliga
og læt eitt sindur av økologiskum forargilsi kitla
meg. Eg fór yvir og legði meg. Beint her undir
vindeyganum plagdi eg mangan at liggja í hoy-
num og eygleiða mánan og skýferðina sum barn
og hálvvaksin. Nú var eingin máni á luftini, bara
tað duldarfulla mjørkatåmiø, sum ballaði alt og øll
hesa stillu og tølandi summarnáttina...
Knappliga hoyrdi eg træhongslini ríkja. Merki-
ligt, hugsaði eg, hver man ganga uppi í nátt.
Hurðin fór spakuliga upp. Móti tí veika og támuta
náttarlýsinum sá eg ein breiðvaksnan mann
standa sum innrammaður av durakarminum.
Hann var hattleysur. So trein hann spakuliga inn,
og eg sá, at hann var í einum skapilsi av stúku og
húðaskúm. — Undarligt, hugsaði eg, her ganga
annars ell í cowboybuksum. Eg settist upp undir
meg og segði, bilsin og ikki sort kløkkur: »Gott
kveld<. Mín tigandi gestur kom nærri og rætti
mær hondina: »Gott kvøld«. Hann hevði eina
sterka hond, sum óivað hevði hildið um mangan
áralumman, hugsaði eg. Eg hevði reist meg upp,
og nú stóðu vit báðir í tí trelsliga hálvmyrkrinum
og segdu einki. Eg segði so, hvussu eg æt, og hann
svaraði: >Tróndur<. „Íðan, tygum máttu bukka
beinini<, segði eg og peikaði á divanin. Tróndur
settist, og eg settist eisini. »Tygum eru kanska
hiðani?< spurdi eg.
„Ja, jú so er«, svaraði Tróndur, »eg búði her
fyrr, og eg plagi at vitja aftur viðhvert. Eg vil so
fegin vita, hvussu steðan er í landinum«.
„Ja, tað er so rímiligt<, svaraði eg og hugsaði:
Merkiligt, at hann ikki lurtar eftir útvarpinum.
„Hvat ger tingið?< spurdi Tróndur.
»Ja, hvat ger tingið. Teir tosa um at gera ein
tunnil undir Vestmannasundi«.
»Ein tunnil? Hvat er tað?<
„Ja, eitt hol, ein long gong. Tað skal gerast
møguligt at koma turrskøddur um Vestmanna-
sund«, svaraði eg og skeitti niður á húðaskúgvar-
nar hjá Tróndi.
»Men tað ber jú til við båti«, segði Tróndur
undrandi.
„Ja, men tað verður tíggju minuttir skjótari
gjøgnum tunnilin«, svaraði eg treystliga.
»Eg meini tad«, segði Tróndur og tagdi eina
letu.
So segði hann: >Hvussu gongst við útróðrin-
um?«
>Utróðrinum?< endurtók seg. »Vit hava ongan
útróður<.
Tróndur vendi sær knappliga móti mær, hugdi
benandi at mær og treiv um mín vinstra skevning.
So segði hann: >Ikki máttu tygum skemtað so, tá
eg beri fram álvarsligan spurning«.
„Ég skemti ikki. Tað er mítt ramasta álvara. Vit
hava ongan útróður, tí eingin fiskur er. ..a
„Eingin fiskur«, fisti Tréndur, »tå ið vit í mínum
ungu degum flotaðu áttamannafarið og róðu út á
Svínoyarbanka, tá stóð á at draga. Tit skulu bara
fara nóg langt út!<
>Tað er ikki tað, góði tygum«, svaraði eg, »i dag
kunnu vit sigla um øll høv. Tað er eingin fiskur eft-
ir undir Feroyum, tí vit hava sjálvir beint fyri hon-
um. Vit hava latið trolararnar grópa allan land-
grunnin upp. Teir hava dripið hvenn stert, bæði
stórt og smátt. Tá ið gýtingarfiskurin nærkast
landi um várarnar, so liggja teir upp á lúr. Partrol-
ararnir eru teir verstu. Og so skittfiskabátarnir,
sum drepa tað sindrið av yngli, sum er. Teir taka
alt, eisini línurnar hjá klaksvíkingum. Og í staðin
fyri fongsulsstraff fáa teir premiu úr landskassan-
um. Freðingarnir tosa um at minka um veiðitrýst-
ið, men higartil hava teir bara minkað um fiskin.
Tað er so lítið av fiskakendum eftir í havinum, at
eisini fuglurin doyr«.
Tróndur tagdi. Eg feldi, at hann ristist. So segði
hann:
„Men eru tað eingir skilamenn í Føroyum, sum
kunnu siga við hasar — trolararnar, ella hvussu
tað nú eitur, at teir skulu binda frið. Hatta er jú
stórur landsskaði, um tað er satt, ið tygum siga«.
»Skilamenn?« Eg mátti smírast. „Jú, vit hava
nakrar politikarar og nakrar fiskifreðingar. Teir
hava hildið, at hetta var beint«.
„So eru teir ikki skilamenn«, svaraði Tróndur.
So var tegn eina letu. Tað var týðiligt, at hetta,
sum eg hevði sagt, hevði skakað mín óvanliga
gest.
„Men landið er skuldafrítt, tað vóni eg«, segði
Tróndur spakur á málinum.
»Skuldafritt er nú so nógv sagt«, svaraði eg.
>Vit skylda einar ellivu milliardir til útlandið, og
skuldin er skjótt vaksandi. Landskassin hevur ein-
ar 600 milliónir í undirskoti um árið, og hesin pen-
ingur má so lænast«.
Tróndur tagdi. So spurdi hann: >Hvat er ein
milliard?<
Eg svaraði: »Ein milliard er túsund milliénir«.
»Men góðar bátar hava føroyingar vénandi«,
segði Tróndur. »Tå ið vit í minari tíð flotadu åtta-
mannafarið her í Getu...<
„Nú eitur tað skip«, beit eg hann av. »Vit hava
nógv skip. Men vit hava havt fleiri. Fyri nokrum
árum síðani fingu vit ein heilan flota av skipum,
sum kostaðu báðu megin 100 milliónir hvert. Men
nú hava vit latið tey fara av aftur landinum«.
„Við stórum vinningi?< spurdi Tróndur glaður.
»Nei, við stórum tapi«.
Tróndur skalv, so hann mátti halda sær í.
Eftir eina langa tegn tók hann renningarlop og
segði: >Vónandi eru feroyingar sjálvbjargnir og
fríir menn. Sum tygum helst vita, hevdu vit ikki
lítið stríð av Sigmundi og hansara slag. Teir vildu
leggja okkum undir Noreg, og føroyingar skuldu
rinda Noregis kongi skatt. Men hetta vildu vit
sjálvstýrismenn ikki. Tí var mikið stríð. Sig mær,
lata føroyingar skatt til útlandið?<
»Nei«, svaraði eg, »vit lata ongan skatt til út-
landið. Men vit fáa 900 milliónir um árið úr Dan-
marka.
„Fyri hvat?« spurdi Tróndur forfardur.
»Fyri einki«, svaraði eg og hugsaði um arbeiðs-
loysið í Danmark.
»Nådinnar breyå«, suffaði Tróndur, Þat móttaka
olmussu er verri enn at lata skatt. Hevði Sig-
mundur vitað! Men eru so eingir sjálvstýrismenn
eftir i Føroyum?«
„Jú, vit hava minst tríggjar flokkar av sjåly-
styrismonnum?«
Tróndur risti við hevdinum. „Eg forstandi
einki«, segði hann og roytti seg í sítt reyða skegg
og hår. >Hevði Sigmundur á sinni komið við til-
boði um pening frá Noregis kongi, so hevdu vit
4
See