leygardagur 7. september 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
á
Nr. 164 — 7. september 1991
Síða 17
Universal-loysnir
- -allir hugsandi trupulleikar
UD punktet
loystir
Oko til
Sosialurin — fimm ferðir um vikuna!
TLJ = alt innan itriv, ídnað og mang annað
Vit eru við á framsýningini í Gundadalshøllini 5. til 8. september
kastað tað aftur við brestin. Men, sig mær, hvat
brúka tit so allan handan peningin til?«
„Vit gera hol gjøgnum fjøllini, vit fara at gera
hol undir sundini, vit keypa og selja trolarar, vit
keypa bilar og byggja hús, vit bestilla øl og
brennivín, vit gera fótbóltsvellir, vit ferðast, ja,
vit brúka pengarnar«.
>Og eingin skammast?<
„Ég veit ikki«.
So var aftur tegn í eina góða letu. Tróndur sat
við albogunum fram á knøini og sá so niðurboygd-
ur út, at mær tykti hjartaliga synd í hondum. So
rætti hann seg upp, fetti sær á og segði hart:
»Men tingið,ig mær, hvat ger tingið?<
„Ja, tingið tingast. Tingið tingast um ting-
mannalønir, um bíðipengar, um nevndarstørv, um
samsýningar, um uttanlandsferðir, um at leggja
størri toll á luktilsi. . .«
»Men tingast tingið ikki um teir oyddu grunnar-
" nar og familjurnar, sum hava mist håsini?«
»Nei«.
Tróndur fór at gráta.
Eg royndi at ugga hann: »So, so, Tróndur. Enn
er ikki øll vón úti. Vit kunnu fara á seiðaberg, og
onkur dugir at seta niður eplir, og taran hava vit
jú í fjøruni. Og — ikki at gloyma — vit hava jú
Danmark!«
>Tegið vid tygum!« segði Tróndur og fekk næst-
an ikki orðið fram, »eg havi altíð verið sjålvstyris-
maður. Sjálvstýrismenn selja seg ikki«.
Hann reistist og fór spakuliga yvir móti hurðini,
sum enn stóð upp á glopp. Hann kagaði út um,
hugdi upp á luftina, risti við høvdinum, snerkti.
So vendi hann sær á og segði tungliga:
„Fyri túsund árum síðani hevdu vit eingi hol í
fjøllunum, men vit høvdu virðing fyri okkum
sjálvum. Hver svaraði hverjum sítt. Vit hevdu
ongan toll á luktilsi, men vit hevdu seið á seiða-
trænum. Vit hevdu ongar húsagangstrolarar við
krokodilluskinni í skiparakahúttini, sum jagstr-
aðu tann seinasta stertin, men vit hevdu góðar
bátar og nógvan fisk. Nei, hetta er annað fólk. Eg
vænti ikki, at eg komi aftur fyrr enn um hundrað
ár. Farvæl«.
So fór hann.
Eg skalv av kulda, tá ið eg vaknaði. Tað var al-
ljóst. Eg skundaði mær inn til ommusystur, sum
longu hevði sett ketilin út á. Hon hevur enn tann
svarta komfýrin, sum ger tað so hugnaligt í køkin-
um. >Skomm og last, hvar gongur tú og melur um
nåttina?« hartaði hon meg, »eg helt, at tú vart
vaksin frá sovorðnum. . .«
„Eg datt av«, segði eg lotur.
Beint á komu tíðindini í Útvarpinum: >Legting-
ið hevur samtykt at fara undir gerð av undir-
sjóvartunnli undir Vestmannasundi. Landsstýrið
hevur sett eina nevnd av holkønum serfreðingum
at kanna, hvat holið kemur at kosta, og hvussu
langa tíð tað fer at taka at rinda tað. Vit hava
spurt landsstýrisins serkena í roknskaparholum,
harra Knevil Multifidus, hvussu hann heldur tað
fara at gangast við at gjalda holið. Hann svarar:
>Tað er einki problem. Vit lata bara vera við at be-
tala rokningarnar. So koma teir við sakferara og
øllum ti roksinum. Og tað tekur jú sina tíð. So
gera vit undirsjóvartunnilin til eitt partafelag —
FF e
p/f Undir Kav — og so lata vit tað fara á heysin, og
so gera vit eitt nýtt partafelag — p/f Kava Undir
— og so fer tað fallitt og so víðari og so víðari. So
alt í alt kunnu vit meta, at tað fer at taka eini
hundrað ár, ha-ha-ha-ha (Knevil er um at kódna í
látri)<.
Vit siga takk fyri, og nú kemur morgunlestur-
in«.
Meðan ommusystir og eg fingu okkum kaffi, for-
taldi hon mær, at langommudóttirin, sum hon var
so góð við, hevði ringt dagin fyri. Hon hevði grátið
í telefonini. Hon og maðurin hevdu mist húsini.
Tey vóru bæði 22 ára gomul. Fyrst var hon blivin
arbeiðsleys, síðani maðurin. Har var einki at gera.
Og so hevði hon spurt, um hon og maðurin ikki
kundu koma at búgva hjá ommusystur eina tíð.
Tey høvdu ongastaðni at fara. »Tey kunnu fáa
stovuna og tað norðara kamarið<, segði ommu-
systir. > Vit skulu nokk klára tað. Nakað gomul eri
eg, men ikki avdeyda«.
Eg takkadi ommusystur fyri blíðskapin, fór út í
bilin og setti kós móti Havnini. Meðan eg koyrdi,
hevði eg varhugan av, at eg nærkaðist onkrum,
sum ikki var av hesari verð, onkrum ónáttúrlig-
um, onkrum, sum hevði mist vitið, onkrum
frankensteinskum, óstýriligum, ófrættakendum,
sum hótti við vanlukkum og ellum ringum. —
Hatta er bara hasin dreymurin, segði eg við meg
sjálvan og skrúvaði radio frá.
Egil Eyst