leygardagur 7. september 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
4
Her á verksmiðjuni hjá AWI-boats skulu teir 40 glastrevjabátarnir til Alaska verða
gjørdir. Snellur, spæl og annað verður gjørt hjá J. K. Joensen og Soni í Miðvági.
Alaska-nrosjektið
gerst veruleiki
Nú sær út til, at fyrireik-
ingarnar av framleiðsluni
av teimum 40 glastrevja-
bátunum, sum skulu gerast
til fiskiskap í Alaska, fer
at gerast veruleiki.
I løtuni verður roynt at
útvega kapital, so farast
kann í gongd.
Ætlanin er at gera teir 40
glastrevjabåtarnar á verk-
smiðjuni hjá AWI-Boats í
Runavík, og verða teir av
slagnum AWI 33. Snellur,
spæl og hvat annars skal
brúkast, verður gjørt á
verkstaðnum hjá J. K. Jo-
ensen á Soni í Miðvági.
90 arbeiðspláss
Sambært »Degi og viku«
héskvøldid verður roknað
við, at Alaska-prosjektið
fer at geva 90 fólkum arb-
eiði í Føroyum, umframt
at føroyingar eisini vera
viðbátunum yvir í Alaska,
har teir skulu avreiða til
fýra sokallað framleiðslu-
Skip.
Ikki er óhugsandi, at
nakað av fiskinum verður
virkað í Føroyum.
Einki alment uppii
Ætlanin er, at fýra parta-
feløg skulu eiga tey fýra
framleiðsluskipini og teir
40 útróðrarbátarnar.
Føroyingar eiga meiri-
lutan av partapeninginum i
hesum feløgum.
Albert Mortensen, ið er
ein av stigtakarunum til
prosjektið, nevndi fyri
>Degi og viku«, at menn-
inir við hampuligari fiski-
eydnu skuldu kunnað for-
vunnið 4.-500.000 krónur
um árið.
Eingi almenn veðhald
ella stuðulslán eru við í
prosjektinum, men báta-
framleiðslan fær seks pro-
sent í útflutningsstudningi.
Bátarnir kosta umleið
eina millión hvgr, so sam-
anlagt fyri teir 40 bátarnar
fer hesin studningurin at
liggja um hålvatridju mill-
lón.
hj.
Prentarin á Dagb
Blaðið kemur
ut manada
Nr. 164 — 7. september 1991
blaðnum settur aftur i starv:
Føroya Prentarafelag hevur sett blokaduna móti
prenting av Dagblaðnum úr gildi, nú uppsagdi
prentarin er settur aftur í starv og Dagblaðið
skal gerast limur í Føroya Prentsmiðjufelag
Blokadan móti prenting av
Dagblaðnum vardi ikki so
leingi, at nøkur blaðútgáva
kom at liggja ímillum.
Seint hóskvgldið fekk
uppsagdi prentari á Dag-
blaðnum at vita, at hann
kundi koma til arbeiðis
aftur.
Samstundis hevur for-
maðurin i Føroya Prent-
smiðjufelag, Kristoffur
Laksá, váttað at Dagblaðið
verður upptikið sum limur.
Enn ikki limur
Tað síðsta Sosialurin tó
frætti í gjár, var at Dag-
blaðið í hvussu er ikki tå
enn var farið uppí felagið.
Hóast fleiri royndir allan
fyrrapartin og seinnapartin
við, bar ikki til at fáa fatur
á nýggja blaðstjóranum á
Dagblaðnum, Óla Jákupi
Rólantsson, sum skifti í-
millum at sita á fundi og at
vera úti í gðrum grindum.
Men tey viðurskiftini
mugu so í gllum fórum
fara at koma í rættlag inn-
an seinnapartin í morgin,
tá mánadagsútgáva Dag-
blaðsins verður prentað.
Kravdi prentara
settan í starv
Orsgkin til blokaduna,
sum Føroya Prentarafelag
setti í verk í vikuni, var at
nýggja Dagblaðið íkki
setti prentara í starv, tá
blaðið gjørdi seg út til at
byrja útgávuna aftur av
nýggjum.
Utgåvan av Dagblaðnum
verður gjørd við nútímans
útgerð, ið sambært sátt-
málanum millum Føroya
Prentarafelag krevur, at
útbúgvin prentari, ið er
limur í Føroya Prentarafel-
ag arbeiðir við henni.
Men tá Dagblaðið eftir
øllum at dóma hevði i
hyggju at geva blaðið út,
uttan at hava prentara í
starvi, og uttan at hava
limaskap i Føroya Prent-
smidjufelag, gjørdi Føroya
Prentarafelag bart og setti
blokaduna í verk á báðum
teimum prentsmiðjunum í
landinum, ið kunnu prenta
Dagblaðið.
hj.
Misti allar avtalurnar
Annar av teimum báðum
Linie 3-skemtarunum,
sum eru í Føroyum i
hesum døgum, gjørdist
heitur um skallan, tå hann
kom aftur i bilin, eftir at
hava verið eitt lítið ørindi.
Ein rútur var knústur í
bilinum hjá Thomas Eje,
og tað vísti seg, at avtalu-
kalendari hansara stolin.
Hann hevur í donskum
b'ødum heitt á tjóvin um
a. koma aftur við kalend-
aranum, tí tað, sum í
honum var, kann bert
koma Thomas Eje sjálvum
til góða.
Men hóast hetta, so hev-
ur hann ikki gloymt før-
oysku avtaluna, hann og
Anders Borkow hava
gjørt, og í kvøld vera teir
báðir at síggja og hoyra í
Itréttarhøllini í Runavík.
hj.
Fuglfirðingur
vann lyklabilin
Tí var ikki farið í Sandoynna í gjár og til
Suðurovar í dag við bilinum. Ið var at vinna
Eftir at fleiri hundrað fólk
til fánýtis høvdu roynt
eydnuna og vita, um teirra
lykil passaði í formin,
sum kundi geva teimum
ein spildurnyggjan Ford
Fiesta bil, varð vinnarin
funnin fyrrapartin i gjår.
Ragna Petersen ur
Fuglafirdi hevdi sum so
mangur annar keypt sær
ein lykil, men lukkadist
ikki at fara at royna hann
mikudagin, tá bilurin varð
sýndur fram í Eystur-
oynni.
Ti fór hon sjálv til Leir-
vikar fyrapartin i gjår vid
lykli sinum, fyri har at
vita, um hann mundi passa
í formin.
Og tað gjørdi hann, og
løtu seinni var hon tann
hepni vinnarin av spildur-
nýggja akfarinum.
Sum skilst, varð ikki av-
gjørt í gjár, nær bilurin
verður handaður, men tað
verður so ein av fyrstu
døgunum.
Tilsamans vórðu allir
teir 2.500 gjørdu lyklarnir
seldir, so ikki kann sigast
annað, enn at hetta nýggja
hugskotið fyri Heima-
missiónina hevur verið
eitt rættiliga gott íkast til
raksturin.
Lyklarnir vórðu seldir
fyri 100 krónur stykkið,
og tá bilurin er verdur
130.000 krónur, hevur tal-
an verið um meira enn
100.000 krónur í avlopi.
hj.