Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. september 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Ítróttur 8—2 spøkti í Gøtu — men hóast aftanfyri 4—1, vendi HB dystinum móti GÍ til 4—3, so »nemesis« varð ikki hesaferð GI—HB 4—3 (4—1) 1—0: Rúni Justinussen 2—0: Simun Petur Justinussen 3—0: Rúni Justinussen 3—1: Gunnar Mohr 4—1: Magni Jarnskor 4—2: Uni Arge 4—3: Jan Dam (br.) Tad var ikki sørt, at øll tekin í sól og mána spáddu HB somu lagnu, sum havnarliðið hevði giv- ið grannunum úr B36 við 8—2 sigri, tå HB leygar- dagin var á vitjan í Getu. Ikki kann sigast annað, enn at vertirnir stóðu í durunum og tóku ímóti, so tað sangt eftir í. Eftir fýra og einum hálvum min. hevði GÍ lagt seg á odda 3—0, eftir at HB verjan fleiri ferðir á rað hevði blottað seg full- komuliga. Fyrsta teknið um, at GÍ ætlaði sær okkurt burt- urúr, kom longu í fyrsta GÍ-álopinum, tá Símun Petur Justinussen varð fríspældur, og bert við eitt lítið sindur av meiri hepni hevði lagt vertirnar fram um 1—0. Men hann mátti bíða til eitt korter seinni við at skjóta mál, og tá enntá við hælinum! Og minuttin frammanundan hevði bróðurin Rúni gjert tað til 1—0 við einum perfektum stúti, ið sendi bóltin í meskarnar við handaru stong. Nr. 165 — 10. september 1991 Niels Poulsen og Per Dalheim i hornatøkum. Per vann, tå saman um kom. HB misti brotsspark Bert triggjar min. eftir, var tad aftur Runi, sum eftir samanspæl við Magna Jarnskor gjørdi triðja málið, ið fyribils sá út til at punktera HB. Men so skuldi ikki vera. Hóast HB-verjan steðugt blottaði seg og legði fyri dsagin stórar trupulleikar á aftastu plássunum, nú Niels Pauli ikki var við, stóð álopið og partvís eis- ini miðjan fyri tí kreativa partinum, ið skapti fleiri kjansir til HB, hóast mót- gongdina. Soeliðis varð tað fyrst Gunnar Mohr, sum sera kvikur slapp ímillum eina veika afturlegging frá Anton Skoradal, sum Trygvi bæði varð ov seinur og ov bangin at fara eftir. Tí vann Gunnar bóltin av honum og kundi senda hann í tóma málið. Beint áðrenn varð HB snýtt fyri brotsspark, tá ein GÍ-spælari varð høgra hond málverjans, uttan at dómarin Kim Eidesgaard læt við seg koma, hóast eingin sum helst ivi var um, at bólturin miðvíst varð steðgaður við brúki av hondini frammanfyri málinum. Ársins fluktari Ein minutt eftir HB-málið sóu getufólk, tey vitjandi úr Havn og ell hini, sum í góða veðrinum hevdu leit- að sær til Getu, hvussu ein klokkureinur fluktari eigur at verða gjerdur. Poul Enok vann ein bólt miðskeiðis millum miðj- una og HB-brotsteigin, og eftir at hava rundað einar tveir HB-arar, spældi hann bóltin tverturum til Magna Jarnskor, sum ikki læt bóltin nertað jorð, men langaði til — beint í netið, uttan at Kaj Leo Jo- hannesen hevði nakran livandi kjans at bjarga, og so stóð 4—1 til GÍ. HB kundi havt fingið eitt mál afturat, tá ein skotroynd frá Jan Dam via GÍ-arm rakti stongina og fór út. Var eingin arm- ur fyri, hevði bólturin sitið. Men so skuldi íkki verða, og tá dómarin floyt- aði fyri hálvleiki, kundu Gl-leikararnir fara væl- negdir til steðgin, meðan HB-ararnir rættiliga trongdu til tankaboks, nú teir so ruddiliga vóru hongdir afturúr. Men í hvussu er hevdu ell upplivað ein hálvleik við álopsspæli í báðum endum, so tað hevði verið ein sonn frøi at síggja. HB fekk yvirtakið Tá seinni hálveikur var komin í gongd, sást bein- anvegin, at her var broyt- ing komin í. Nú legði HB beinanvegin hart út, og hetta kom so dátt á GÍ, at gøtumenn lítið og einki spæl høvdu fyrsta kor- terið av seinna hálvleiki — nú var tað HB, ið segði, hvar skápið skuldi standa! Men HB dugdi ikki eins væl at fáa nakað burturúr, so tí gekk meginparturin av einum korteri, áðrenn tað eydnaðist at fáa hol á og minka um munin. Hetta hendi, tá Uni Arge brádliga gjerdist einsa- mallur við GÍ-málverjan- um, ið als ikki var nóg av- gjørdur, og tí eisini varð yvirrendur av Arge-mann- inum, ið visti, hvat hann vildi, og so var 4—2. Tá so getumenn nú bráddliga funnu útav, hvat var í ferð við at henda, fóru teir eisini at spíla seg meira út, og nú gekk meira javnt á. Meðan HB framvegis hevði mesta partin av spælinum, sum stórt sæð gekk móti GÍ-málinum, vóru tað kontrameguleik- arnir, sum GÍ fekk, ið mangan vóru teir vanda- miklaru. Men mál fekk GÍ einki. Tað gjørdi GÍ hinvegin, tá dómarin demdi brots- spark í 86. min. Janus Rasmussen koyrdi Gunn- ar Mohr um koll mið- skeiðis fyri málinum, og so kundi Jan Dam við ein- um tryggum skoti minka um munin til 4—3. Og tað gjørdist eisini úr- slitið. At GÍ vann, kann væl einki vera at finnast at, hóast nær var við, at úrslitið frå í fjør skuldi endurtaka seg. Tá var GÍ á odda 3—0 í hálvleikin- um, men dysturin endaði javnur 3—3. Tað hendi kortini ikki, og við sjey málum kundu áskoðararnir fara væl- negdir til húsa, hóast seinni hálvleikur kundi verið áhugaverdari, sum fyrri avgjert legði upp til. hj. RYGGURIN ! Kennir tú aftur onkrar av hesum trupulleikum gev so tær sjálvum % tíma um dagin a“ It í rygginum It í lendunum Ischias Beinkrampa Diskusprolaps tú eisini hvussu ringt hetta kanr men SUPRAMED HITA- & MASSASJU infrareyða hitanum hevur hjålpt itt betri og pinuleysar: liv SUPRAMED HITA & MASSASJUPUTAN við eyða hitanum er snegt sagt besta hjálpin n brekum sum móti Ger sjáivur okkurt munagott við pín una NU! SUPRAMED HITA. & MASSASJUPÚTAN 10 ár leiðslu trygd Í S.C. SKIPAN, Box 1297 Í 110 Tórshavn - Tlf. 18659