týsdagur 10. september 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 165 — 10. september 1991
Hjartaveik onga atgongd
KÍ var um at kollsigla, men hevði tað hepnið við sær, sum
——
saknaðist móti HB
1. deild. KI—TB 2—1 (1—1)
1—0: Kurt Mørkøre
(32. min.)
1—1: Kåri Niclassen
(45. min.)
2—1: Allan Mørkøre
(85. min.)
Atgongubann átti at verið
sett til fótbóltsdystir í
Klaksvík. Ikki fyri bern,
men heldur fyri tey, ið
hava veikt hjarta. KÍ hev-
ur vunnið fimm dystir á
heimavelli, allar við einum
máli, og felags fyri teir
flestu hevur verið, at av-
gerðin er fallin langt inn í
2. hálvleik.
Hesa ferð stóðu tverá-
menn fyri skotum. Teir
vóru sendir í gólvið bert
seks min. fyri leiklok: 16
ára gamli John Hansen,
sum eina letu framman-
undan hevði avloyst Olgar,
potar millum beinini á
verjuleikara og sendir úr
vinstra horni hegt móti
málinum. Rolf, sum hevði
staðið væl, ger einasta mis-
takið í dystinum. Í staðin
fyri at trýsta nærgangandi
innleggið til horna, slettir
hann út frá málinum, og so
er lag á manni hjá Allani at
stúta í tóma kassan.
Væl skiljandi, at KÍ leik-
ararnir stórfegnaðust. Teir
hevdu fyrsta hálva tíman
av 2. hálvleiki verið undir
egiligum trýsti. TB javn-
aði í síðstu sekundunum
fyri hálvleik, tá Jákup
gleið, soleiðis at Kári
Niclassen ótarnaður kundi
stúta frísparksbólt úr 47
metra fjarstødu í opna
málið.
Tá hevði TB funnið út
av, at KÍ miðvellurin var
til at hava við at gera. Mál-
skjúttin varð tikin út í
steðginum, og meira kon-
struktivi Tórður Holm
kom inn. TR yvirtakið var
týðuligt. Torfinn og Mofi
á vongverjanum og Óli,
Tórður og Bent á miðvell-
inum, væl hjálptir av kon-
struktivu forstopparun-
um, yvirspældu KÍ mið-
vellin, sum vegna skaðar
tyktist viknaður, og vóru í
fleiri fórum um reppið at
koma í skotsteður inni í
brotsteiginum, men har
ofradu teir triggir, Kurt,
Petur Ove og Sámal Eyð-
finn seg í stórum stíli.
Serliga Henrik Thomsen
var frálíkur í álopinum.
Ótrúligt sum hann sneiddi
verjuleikarar av í tættum
steðum.
KÍ miðvellurin
styrktur
KÍ venjarin royndi við tak-
tiskum broytingum at fáa
KÍ liðið at fóta sær. Stig, ið
fyrsta hálva tíman hevði
arbeitt væl á miðvellinum,
bleiv fluttur á vinstra
vongverja, og Harley, sum
við stórum sjálvsáliti
hevði leikti álopshugaður
vongverji, kom á miðvell-
in, og tað hjálpti.
Harley var stutt sagt
besti klaksvíkingurin.
Vann nærdystirnar, trekti
væl igjøgnum og avlever-
adi vid umhugsni. Prikk-
urin yvir inum mundi
komið tvær ferðir. Fyrst tå
næstan endurteka frá
miálinum móti NSÍ endaði
í nettakinum, og síðani tá
eitt tvey samanspæl við
Síða 11
Jan Joensen (vísti klókt
defensivt miðvallarspæl)
endaði við skotroynd, sum
Rolf bjargaði.
Kendu ikki
vitjunartidina
KÍ átti fyrsta partin av
dystinum at sekta TB
dyggari enn 1—0 málið,
sum Kurt stútaði við ótrú-
ligum avsetti og góðari
timing eftir horna úr
vinstru. Útgangsuppstill-
ingin hjá TB boðaði frá
vónum um javnleik ella
tepran sigur upp á mál,
skorað upp á snarálop í
ellum KÍ trýstinum. Kon-
struktivir leikarar sum
Tórður og Gullok sótu utt-
anfyri og í staðin var m.a.
verjukendi Kári Niclassen
tikin við fyri fyrstu ferð í
ár.
Hesa letuna blómaði KÍ.
Sjáldan sæst slíkt ágrýtni,
trúgv upp á at tað skal
eydnast, skjótleiki, neyv-
leiki og ikki minst hugflog.
Serliga var tað smáskaddi
Todi. Hann hevði stórt
rásarúm, men vísti eisini í
trongdum steðum, at einki
pláss skel til at fáa sjálvt
torførastu bóltarnar undir
kontroll. Hann leikti fan-
tastiskt hesa letuna, fór
sjálvur, legði langar neyv-
ar bóltar í tómrúmini, og
var við tveimum lang-
skotsroyndum um reppið
at fáa mál. Hin seinna
brast í tvertræið — eftir
skot úr 52 metra fjarstødu!
Málið hjá Kurt bar í sær,
at TB noyddist fram, og
KÍ tyktist sárbært. Ikki
minst var ófatuligt, at
Allan, sum 1. hálvleik við
myndugleika hevði víst
landsliðsúttskuna upp á
sítt pláss, 2. hálvleik var
taktiskt alt ov lítið mið-
vísur og ofta beinleiðis
misrekti verjuskyldurnar.
Eisini órutinerað, at áleyp-
ararnir í stóra TB trýstin-
um móti dystarenda stóðu
og hugdu at, meðan John
Redgaard á miðvellinum
gjørdist leysur maður. Tað
átti at talt meira at varð-
veitt 2—1, enn kanska at
ekt upp á kontra, tí TB
verjan var tunn.
Klaksvíkingar vóru
hepnir 2. hálvleik. Men tað
telur eisini. Teir fingu
eydnukvotuna aftur, sum
varð mist í Gundadali, og
megna teir at koma heil-
skapaðir burtur úr torfera
dystinum á Svangaskarði
og móti niðurflutta Sumba
í Klaksvík, so er lagt upp
til tað heilt stóra, tá B36
kemur norður.
-nn-