Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. september 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 165 — 10. september 1991 —— 3. deild: HB er flutt UDD å A skrivibordinum ber til at rokna seg fram til ur- slit, sum bera i sær, at HB ikki flytur upp i 2. deild, men i praksis eru teir upp- fluttir. Seks stig eru til 3. plássið, hini bæði liðini, ið hava meguleikan, hittast innanhýsis, og málúrtekan er munandi betri, enn hoin er hjá EB og B36. Oddaliðið bankaði lítla beiggja í Havnini, niður- flutta Fram, við tennisúr- slitinum 6—0. Fýra tey fyrstu málini fingu teir síðstu 25 minuttirnar av 1. hálvleiki. Miðvallarin Eyðun Jensen smekkaði úr 16 metra fjarstødu tað fyrsta í stólpan og inn, vinstri vongverji Annfinn Askildsen skoraði tey bæði næstu eftir horna- sparkssteður — annað við høvdinum — og hin vong- verjin, Regin Joensen, ekti til 4—0. So tók toppskorarin Iwan Weihe yvir. Eftir at hava totast við málverjan fekk hann fyrst stútað ret- urbólt frá stólpanum í netið, og staðfestingin av 6—0 sigrinum bleiv prik- að, soleiðis sum typiskir framherjar plaga at gera! Um 2. deildar fótbóltur skal verða í Gundadali annan hvenn ella hvenn leygardag komandi ár er nógv tengt at, hvussu B36 klárar seg á Eiði leygardagin. Bæði liðini greiddu sína skyldu hesa ferð. Eiðismenn við 2—0 sigri á B68, sum tapti fyrstu ferð síðani summ- arsteðgin. Bæði málini vórðu skotin í 1. hálvleiki. Fyrst var tað Jógvan Sól- sker, sum eftir innlegg úr vinstru legði seg á odda á Hornaspark kom hegt innfyri, og úr allari rúgv- uni smeyg Jan Allan sær upp um hinar og gav bólt- inum dundrandi kós móti málinum. Og bólturin hevði so sanniliga eisini farið í málið, hevði ikki Jóan Petur Langgaard hondina á lofti og steðgaði honum. Sjálvsagt brotsspark, og harafturat eitt reytt kort, sum kom gestunum sera illa við. Brotssparkið setti Jan Allan sjálvur trygt í málið, meðan út- vísingin noyddi Bobby Bolton at taka Jack úr álopinum aftur á miðjuna, so Sverri. einsamallur skjúttaralistanum, og stutt fyri hálvleik ekti Bergur Johannesen eftir klumpspæl í brotsteigin- um. Regin Arge fekk møgu- leikan í 1. deild hjá B36. Hann tók av, so Bergur Magnussen kom ikki inn og kundi tískil hjálpa 3. deild móti ÍF. Og hann gjørdi skjótt av. Bert tveir minuttir vóru leiktir, tá hann eftir skjótt inn- kast varð púra leysur, og so býður ikki betur. Dysturin var tó á ongan hátt avgjørdur, og ikki fyrrenn umleið 10 min. fyri leiklok varð sigurin staðfestur. Fuglafjarðar- verjan roynir at seta rang- steðufellu, men avlever- ingin fellur í rettu letuni, Bergur verður púra leys- ur, og slíkan meguleika misnýtir hann ongantíð. Kalt lyftir hann upp um málverjan, tá hesin loypur út. Til toppdystin á Mølini verður B36 skert. Tveir úr betra endanum — annar teirra verður helst Bergur — skulu vera eykamenn í 1. deild, og tað fer at kenn- ast aftur, men soleiðis eru treytirnar, tá talan er um næstbesta liðið. NSÍ vann 2—1 á AB á Argjum. Jón Johannesen legði útiliðið fram um í 1. hálvleiki, men stutt inni í 2. hálvleiki javnaðu argja- menn, tá NSÍ gjørdi sjålv- mál. Runavíkingar fótaðu sær kortini aftur beinan- vegin, tí tað gingu bert triggir min., so hevði ung- lingaleikarin John Jakob- sen skorað sigursmálið. KÍ heldur á at vinna, sjálvt um báðir álops- leikararnir frå seinast, sveittaði sum álopsspæl- ari restina av dystinum — uttan at fáa nakað burtur- úr, men tað var nú heldur ikki so legið, verður hugs- aðu um arbeiðsumsteður- nar við 10 móti 11. Undan útvísingini hevði VB sent langar bóltar beina leið fram í álopið, men nú tunnligari var hjá mótpartinum, kom bóltur- in niður á jørdina og varð spældur. Bæði liðini sýndu gott fótbóltsspæl, og var mun- urin bert tann áðurnevndi, at VB hevði effektivari álop, og harvið eisini fekk mál burtur úr tí. Jåkup Oluf á Lakjuni og Jåkup Mikkelsen, vøru fluttir upp i 2. deild. Tvøråmenn møttu bert við 10 monnum. Triggir, sum høvdu fingið boð, vóru ikki mettir, tå Smyril fór frá har suðuri! Serliga Kristian Suni Høgnesen gjørdi um seg. Miðskeiðis i 1. hálvleiki drønadi hann brotsspark i kassan, og stutt fyri steðgin = stútaði hann hornasparksbólt til 2—0. Nakað inn í 2. hálvleik ekti Jón K. Frederiksen úr 14 metra fjarstødu, Pætur við Keldu smekkaði lang- skot inn til 4—0, og Kristi- an Sune Hegnesen var móti dystarenda aftur upp á spæl við pannuni eftir hornaspark. Hver vítt TB skal verða hangandi tykist vera tengt at, hvussu gongur móti Fram á Sevmýri næsta vikuskifti og móti AB á Argjum um tvær vikur. Verða hesir dystir- nir vunnir, og AB tapir sínar torferu dystir, so fylgjast havnarmenn og argjamenn í 4. deild, men TB skal ansa sær og taka uppgåvuna í nógv sterri álvara, enn teir hava víst síðani summarsteðgin. Málúrtekan er væl verri enn tann hjá AB. -nn- Martin Brekká úr Hvalvík vann Hetta og seinasta viku- skiftið fór árliga kapping- in um íslandssúluna fram. Eins og undanfarin ár varð telvt i hølum Havnar Telvingarfelags. Sæd var vid spenningi fram til kappingina hesaferð; leik- aratalið var størri enn vanligt og summir av okk- ara frægastu telvarum vóru við. Beinleiðis favo- rittur var helst eingin, men væntast kundi at Jóan Hendrikk, Martin og Willie mundu fara at royn- ast drúgvastir. Tó kom tað helst óvæntað á flest oll, at teir ungu menninir í Gott uppspæl Tá einir 20 min. vóru spældir av seinna hálv- leiki, kom sigursmálið, ið mestsum tók síðstu vón- ina frá NSÍ. Jan Allan og ein annar av VB-spælarunum spældu seg igjøgnum NSÍ-verjuna, til Jan Allan kom at baklinjuni og sendi bóltin flatt innfyri til Egill, sum var á blettin- um og setti bóltin í netið til 2—0. Hetta málið var sera væl spælt, og eydnaðist VB at útnytta veikleikar- nar í verjuni hjá gestun- um. Tað sama hevði gjert kappingini als ikki hevdu trupulleikar at dystast móti teimum. Her verður hugsaðum teir Flóvin og — serliga — John Arna. At Martin Brekká skuldi gerast vinnari var einki legið; hann hevði snegt sagt ongar trupul- leikar við at basa sínum torførastu mótsteðu- monnum og gjerdist greiður vinnari. Heyvði bert trupla steðu í einum talvi. Stigatalvan er eisini greið tala; 7 av 8 man helst vera tað mesta nak- ar hevur fingið áður. Einasti, sum veruliga kundi hótta hann, var — heldur óvæntað — ungi skopuningurin John Arni Nilssen. John Arni hevur seinasta árið tikið seg fram við stórum fetum. Unglingaferoyameistari gjørdist hann á páskum og nú royndist hann javn- líki við fleiri av okkara allrabestu telvarum. Ó- ført. Hvør annars kom å 3. plåss var heldur tilvildar- ligt. Teir triggir Wille, Joan Hendrikk og Flóvin endaðu javnir vid 5.5 stig- um. Tá mótsteðustigini vórðu roknað út, gjørdist steðan henda: 3. Wille Olsen (32) 4 Jóan Hendrikk Andreasen (31,5) og 5. Flóvin Tør Næs (28). Nr. 1 Martin Brekkå úr Hvalvík, nr. 2 John Arni Nilssen, Skopun. H.O. Teir bestu (stig) . Martin Brekkå 7,0 . John A. Nilssen 6,0 . Wille Olsen 5,5 . J.H. Andreasen 5,5 . Flóvin T. Næs 55 Ur da (0 19 ————wwweWecs seg galdandi fleiri ferðir í fyrra hálvleiki, har ov lítið avgjert spæl í NSÍ-verjuni kundi havt givið VB okk- urt málið. Men annars eydnaðist NSÍ-verjuni at spæla seg burtur úr trupulleikunum, við Eyð- uni Gaardbo sum mynd- ugum og dugnaligum stýrimanni. Sama kann ikki sigast um VB. VB hevði nevni- liga ikki trupulleikar av hesum slag, takkað verið tannleysa og undirmann- aða NSÍ-álopinum. Dømingin minni g68 Royndu liðini hvert i sín- um lagi at skapa ein góð- an dyst á Vágseiði leygar- dagin, so er tað í hvussu er ikki dómara og linju- verjum fyri at takka. Linjuverjarnir vóru ov seinir í fleiri forum, har rangsteður sluppu at upp- standa, uttan minsta vink frá linjuverjunum. Í onkrum ferum so týði- lig demi, at dómarin Nemus Napoleon Djur- huus átti at havt sæð við sínum beru eygum, men gakk! Kortini fekk dysturin tað úrslit, spælið fordi við sær, uttan at vanlukkur vóru atvoldin til tess. VB dugdi at útnytta kontra- kjansirnar, og við einum effektivum álopi varð ein uppiborin sigur koydur heim. NSÍ má hinvegin smyrja seg við, at gott og flótandi spæl ikki er tað sama sum spæl, ið gevur úrslit, og noyðist uppflyt- araliðið at bíða enn eitt vikuskifti eftir tí næsta sigrinum — um hann yvir- hevur skal roknast vissur móti MB, ið tapti stórt á B36. (hj.)