týsdagur 10. september 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
2. deild
-. -
SIF fylgir sandingum
Royn—SIF 2—3(1—0)
1—0: Herman Olsen
2—0: Oli Jensen (br.)
2—1: Torkil Nielsen
2—2: Torkil Nielsen
2—3: Ari Thomasen
Alt bendir å, at landslids-
spælararnir úr Sandavågi
eru væl fyri, nú landsliðið
er farið til Landskrona og
í morgin metir norður-
írum. Í hvussu er spældu
Torkil og Ari SIF ein
dýran sigur í hús, sum
kemur væl við, nú kapp-
ingin er farin at halla.
Royn var hinvegin í tí
steðu, at dysturin bæði
kundi og átti at verið
vunnin, men tað hjálpir so
lítið aftaná.
Samanumtikið var talan
um sera javnt spæl, og ein
javnleikur hevði óivað
eisini verið rættara mynd-
in av dystinum, men Royn
kasaði frá sær, og tapti so-
statt dystin.
Tað byrjaði annars væl
hjá hvalbingum, tá Her-
man Olsen eftir fríspæling
tvørturum gjørdist mál-
skjútti og legði Royn
framum 1-0, tá eitt korter
var farið.
Hetta skuldi eisini ger-
ast hálvleikssteðan, og
GÍ framvegis ongan
bæði liðini hevdu havt
meguleikar at fingið mál,
men so varð bara ikki.
Annar hálvleikur var
ungur, tá Herman Olsen
varð feldur, so Óli Jensen
kundi økja við brots-
sparki. Letu seinni hevði
Ingi Mortensen megu-
leika 3—0, men brendi, og
so kendu sandavágsmenn
sær hevi at venda gongd-
ini.
Fyrst varð tað tvær
ferðir Torkil Nielsen, og so
stóð 2—2. Fyrra úr spísk-
um, og við seinna málið
svav Royn-verjan so sett,
at lætt var hjá >the
Landskrona-striker« at
gera bart.
Sigursmálið kom, tá
bert tveir min. vóru eftir
at spæla í, og kom tað eft-
ir innkast úr vinstru síðu.
Meðan Royn-verjan enn
einaferð var alt ov passiv,
streyk Ari avstað við bólt-
inum og setti hann í málið
til endastøduna 3—2.
Harvið er SÍF komið
enn nærri B71, so klára
sandavágsmenn bert at
halda tern tað, sum eftir
er av kappingini, verða
tað teir, ið skulu fylgja
sandingum upp aftur í 1.
deild.
(hj.)
sigur á heimavelli
2. deild
GÍ—Streymur 2—2(2—2)
0—1: Jefrrei Joensen
1—1: Dånial Jarnskor
2—1: Samson Neså
2—2: Olavur Jacobsen
Eftir góða fyrra hálvu, har
teir lógu fjálgt í miðjuni,
hevur GÍ eftir summar-
steðgin bert greitt tveir
javnleikir, og nú mugu
teir finna seg í at vera
niðurflytingarkandidatar.
Eingin dystur er vunnin
í Serpisgerði, og í ljósinum
av hesum veruleika eiga
teir ikki at vera heilt
ónegdir við javnleikin
móti eisini niðurflytingar-
hótta Streymi. Pauli Jarn-
skor, sum hevur verið
skaddur, og Hans Leo í
Bartalsstovu, sum hevur
verið við í miseydnaðu
royndini at fáa 4. deild at
flyta upp, vóru á miðvell-
inum hesa ferð.
Øll fýra málini vóru
komin, tá 1. hálvleikur var
hálvrunnin. Vandamikli
Jeffrei Joensen legði í 8.
min. Streym fram um, tá
hann fór sjálvur eftir upp-
spæl í vinstru, men 5 min.
seinni stútaði Dánial
Jarnskor hornasparksbólt
úr hegru til javnleik.
Í 21. min. legði Samson
Nesá GÍ á odda, tá hann
stútaði longdan bólt eftir
innkast inn um Óla Kristi-
an. Hann stendur fram-
vegis væl á strikuni, men
málini, sum verða stútað
inn, bera boð um veikleika
í luftini.
Fagnaðurin hjá gøtu-!
fólki hevði neyvan lagt
seg, tá Ólavur Jacobsen
javnaði. Dánial vil hava
frið yvir spælið og leggur
aftur til málverjan, men
Ólavur hevur lúrt hann
av, og so er javnt.
Neyvan fáa getumenn
nakað við til hús úr
Hvalba og av Sandoynni.
Bjargingin stendur og fell-
ur í dystunum á heima-
velli móti LÍF og SÍ.
Streymur skal til Klaks-
víkar og Skála, og Royn
og ÍF vitja í Sundalag-
num.
(-nn-)
B/1 sigursrødin steðga
2. deild
LIF—B71 0—0
13 kappingarumfør megn-
aðu sandoyingar at vinna.
I Leirvík var heimaliðið so
lítið gestablitt, at teir ikki
lótu vandamilku B7I
koma fram at málinum, og
skuldi nakar vinnari verið,
so hevði ikki verið for-
gjørt, um tað var heima-
liðið.
Fyrsta korterið og ser-
liga seinastu 20 min.
høvdu teir størri trýst, i
serligan mun myndað av
evnaríka og nærlagda
miðvellinum, har Árni
vísir fram úr arbeiðsevni,
væl hjálptur av Arna,
Berg og Kristian. Men
nærri enn stólpaskoti og
upp um úr litlari fjarstødu
komu teir ikki.
B71 saknaði skjóta og
málsókna Eli Hentze í
álopinum. Hann sat utt-
anfyri eftir reytt kort
seinast. Róin Clementsen
var við aftur eftir at hava
sitið skaddur uttanfyri í
trý umfer. Hann leikti á
miðvellinum í staðin fyri
Páll á Reynatúgvu, sum
aftur er farin av landinum
í utbågvingarørindum.
Niclas og Ib hevdu
meira at takast við í mið-
verjuni, enn nakran annan
dystin í ár, men saman við
Wielsaw í málinum megn-
aðu teir at halda tætt, væl
hjálptir av yvirspentum
og í avgerðandi stødunum
ov lítið neyvum leirvíking-
um.
(-nn-)
Nr. 165 —
10. september 1991
Eyðfinn útvístur
2. deild
SÍ—ÍF 2—1 (1—1)
0—1: Margar Hansen
1—1: Herning Simonsen
2—1: Jónsvein Olsen
Við sigrinum á ÍF stað-
festu sørvingar, at teir
ætla at leika 2. deilar fót-
bólt komandi ár, og fugl-
firðingar mugu finna seg í
somu lagnu. Gloppið til
oddin er vorðið ov stórt til
at hugsingur skal vera um
uppflyting.
ÍF kom betur frá byrj-
an, og eftir 5 min. komu
teir á odda. SÍ verjan fær
ikki bóltin burtur eftir
álop, Margar sleppur leys-
ur eitt sindur spískt í
høgru og annað vikuskift-
ið upp í slag skorar hann
fyrsta málið í dystinum.
SÍ svaraði aftur bert
tríggjar min. seinni. Hesa
ferð kostaði ósketni í ÍF
verjuni, vit nevndu sein-
ast: við bóltinum ætlar
Bogi sær sum aftasti mað-
ur fram við Herningi, men
tað miseydnast. Eingin
bakkar upp, Herning
gerst leysur vid Runa
Abrahamsen, sum hesa
ferð vardi ÍF málið, og so
er 1—I1.
Talan var ikki um ser-
liga væl skipaðan leik, og
tað kundi fara báðar vegir
tað, ið eftir var av 1. hálv-
leiki. Servingar fingu sig-
ursmálið 8. min. inn í 2.
hálvleik. Aftur er ÍF
verjan ov flet, og skjóti
Jónsvein Olsen ger sær
dælt av hesum við at reka
Aqualuk av í vinstru og
seta beina kós móti málin-
um.
Eyðfinn Davidsen
nýtist ikki flúgva heim
komandi fríggjakveld.
Bert 3 min. eftir sigurs-
málið varð hann rikin av
velli. Eyðfinn sparkaði
Margar í dyntilin sum
hevnisøku eftir frispark,
og reyða kortið var bein-
anvegin á lofti.
Hetta bar í sær stødugt
ÍF trýst við nógvum skot-
royndum. Servingar
vardu allir, og hóast hart
kroystir, so vóru teir í
snarálopum nærri ektari
leiðslu enn ÍF var útjavn-
ing.
(-nn-)
KÍ hongur í
2. deild
KÍ—Skála 2—0 (2—0)
1—0: Jákup Mikkelsen
2—0: Svend Jacobsen
Klaksvíkingar hava leingi
verið afturlanterna í 2.
deild, men teir vilja ikki
við sínum góða vilja
leggja kongin.
Tað fekk Skála, eitt
miðal hama lið í 2. deild,
at kenna, tá teir vitjaðu í
Klaksvík, nakað skerdir,
tí málskjúttin frá seinastu
dystunum, Arthur Johan-
sen, sat skaddur uttan-
fyri, og Magnus Jacobsen
kundi ikki vera við vegna
tvinni gul kort.
Vit hevdu rætt, tá vit
seinast mettu, at 3. deild-
arálopið átti at verðið 2.
deildarliðnum hjá KÍ at
gagni. Jákup Mikkelsen
og Jákup Oluf á Lakjuni
vóru við frá fyrsta bríksli,
og Jákup fekk góða byrj-
an: Bert tríggir min. vóru
leiktir, tá hann eftir verju-
misskiljing millum Paula
og Hera gjørdist leysur
við Pola. Í slíkum umstød-
um hava ungu álopsleikar-
arnir ofta misnýtt, men
ein snúðin royndur revur
sum Jákup misnýtir ikki
slíkan. meguleika. Mál-
verjin verður rendur ann-
an vegin, og so verður kalt
plaserað hin vegin.
Tveir minuttir fyri hálv-
leik ekti KÍ: Aksel Jo-
hannesen strýkur igjøgn-
um í høgru, leggur innfyri,
og har er liðformaðurin,
Svend Jacobsen, fyrstur
og potar fram við Pola.
2. hálvleikur gjerdist
allur sum hann var stórt
trýst á klaksvíksmálið.
Stutt inn í hálvleikin varð
brotsspark demt, tá Jan
Hejgaard varð feldur,
men John Petersen mis-
nýtti stóra meguleikan
við at raka stólpan.
Tíðin arbeiddi fyri KÍ,
fólkið bleiv tikið aftur á
egna hálvu, Jákup í álop-
inum fór út og verjuleikar-
in Andrew Hansen varð
settur inn, og soleiðis riðu
teir stormin av.
Bjargingin kom nærri,
men langt er á mál. Botn-
liðini Streymur og LÍF
skulu til Klaksvíkar, og
har krevst einki minni enn
sigrar, skal KÍ verða
hangandi. Á útivelli móti
SÍF og B71 kunnu teir
ikki rokna við nøkrum.
(-nn-)