mikudagur 11. september 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 166 — 11. september 1991
Tummas Arabo, landsstýrismaður:
Vit eiga at royna ar-
heiðsloysis virksemi
-men lat okkum fyrst fáa arbeiðsávísingina at virka
Í greinini, undir liðini á
hesari, mælir Tróndur
Leivsson, landsskógar-
vørdur til, at Skógarróktin
fær tillutaðan pening so til
ber, at seta nakað av ar-
beiðsloysis virksemi í
gongd. Hetta kann geva
fleiri fólkum, bæði í Havn
og á bygd, arbeiði, sigur
hann.
Sambært eini kanning,
sum arbeiðsbólkurin, sum
ger uppskot til eina ar-
beiðsloysisskipan, hevur
gjørt, eru umleið 1400 før-
oyingar arbeidsleysir i dag.
Vit hava spurt Tummas
Arabo, landsstyrismann,
um hvat hann sum lands-
stýrismaður sigur til at seta
ávís tiltøk í verk, so ar-
beiðsleys kunnu koma í
vinnu eftir eini meira ella
minni serligari skipan.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at spurningurin er ikki
fremmandur, men hann
heldur, at vit fyrst eiga at
fáa eina arbeiðsávísingar-
skipan at virka.
Eftir øllum at dóma kann
ein tilik skipan virka 1.
januar komandi.
Tummas Arabo heldur,
at tankin hjá landsskógar-
vørdinum er åhugaverdur,
og eigur at roynast. Møgu-
liga kann tilikt virksemi
eisini takast upp å ødrum
økjum. Eitt nå innan åvis
arbeiðsgki hjá Landsverk-
frødinginum.
-Eg eri avgjørt positivur
fyri einhvørjum tanka sum
kann seta arbeiðsleys í ar-
beiði, sigur Tummas Ara-
Vit eiga at leggja alla
orku í at menna
grundleggjandi fram-
leiðsluvinnuna, men
kunnu vit somuleiðis fáa
nøkur fólk í arbeiði eftir
eini serligari skipan fyri
arbeiðsleys, eigur eisini
tað at verða roynt, sigur
Tummas Arabo, lands-
stýrismaður
bo sum heldur, at tílíkar
skipanir fara ikki at kosta
landsstýrinum nakað sum
helst.
Landsstýrismaðurin
leggur aftrat, at hóast
nøkur fólk kunnu koma í
vinnu á hendan hátt, má
ikki slakast í royndunum at
fáa grundleggjandi fram-
leiðsluvinnuna at menna
seg. Her hugsar hann í
fyrsta lagi um góðsking av
fiskavgrum bæði til
heimamarknaðin og til út-
flutnings.
-Tað verður framvegis
mín størsta uppgåva sum
landsstýrismaður í ídnaðar-
málum, sigur Tummas
Arabo.
tór.-
Danska útvarnið
ferðslusending
úr Feroyum
Danska Útvarpið fer
fríggjadagin 27. september
at hava beinleiðis ferðslu-
sending úr Føroyum.
Danska Útvarpið hevur
havt ferðslusendingar sein-
astu 23 árini við millum
ødrum spurningum frá
lurtarum, góðum ráðum til
ferðandi, og við tíðindum
+ um. ferdslu.og ferðafólka-
vidurskiftum.
I samband vid sending-
ina í Føroyum heitir
Danska Útvarpið á føroy-
ingar um at koma við
spurningum til pallborðið,
har umboð fyri FDM,
Falck, Tryggingarkunning-
ina, Ferðslutrygd, politiid,
Danair, AtlanticAirways
og Maersk Air, sita.. Har-
aftrat fara nakrir føroyskir
serfrødingar í ferðsluvið-
urskiftum eisini at luttaka.
Tey, sum hava onkran
spurning, kunnu senda
hann til Utvarp Føroya,
box 328, og merkja
brævbjálvan "Trafikradio".
Lutakast verður millum gll
tey, sum senda inn spur-
ningar. Tey fimm, sum
verða drigin, fáa hvør sína
ferðsluradiotasku.
Beinleiðis sendingin fer
Fríggjadagin 27. sep-
tember sendir Danska
Utvarpið beinleiðis úr
SMS
fram í SMS frá kl. 15.10 til
17.00, har øll hava at-
gongd. Føroyska útvarpið
hjálpir til við tí tekniska
partinum av sendingini.
Tað eru teir báðir, Lars E.
Christiansen og Jørgen
Kirkholm frå DR, sum
leggja sendingina til rættis.
tór.-
Tróndur Leivsson, landsskógarvørður heldur, at
Skógarróktin hevur nógvar samfelagsgagnligar ar-
beiðsuppgávur, bæði í Havn og á bygd, sum erui
vælegnaðar í samband við arbeiðsloysis virksemi
Mynd: Kalmar
Tey arheiðsleysu
kundu fingið
nógv at gjørt
-men treytin er, at Skógar-
røktin fær betri figgjar-
umstóður so tað ber til at
umsita og útinna arbeiðs-
loysis virksemi å ein for-
svarligan hátt, sigur Trónd-
ur Leivsson, landsskógar-
vórður
Skógarrgktin hevur nógvar samfelagsgagnligar
uppgávur, bæði í Havn og á bygd, sum eru sera væl
egnaðar at útinna í samband við arbeiðsloysis
virksemi, sigur Tróndur Leivsson, landsskógar-
vørður, men hann leggur dent á, at fortreytin fyri, at
Sk6garrøktin kann vera við í tilikum tiltøkum er, at
hon fær betri figgjarumstødur og umstødur annars at
arbeiða undir, so til ber, at umsita og åtinna arbeids-
loysis virksemi á ein forsvarligan hátt.
Hetta sigur landsskógarvgrðurin millum annað í
samband vid fíggjarlógaruppskotið, har hann somu-
leiðis ger vart vid, at Skógarrókun fær ov lítið av
pengum fyri at røkja sína uppgávu til lítar.
Heldur ikki ber til at gera iløgur í nýlendi, og líka
lítið at gera granskingararbeiði sum millum annað
hevur altjóða áhuga. Tróndur Leivsson leggur aftrat,
at fekk Skógarrgkuin nakað av pengum aftrat bar til,
at plantuala í enn stórri mun, sum eisini hevði givið
stovninum munandi meirinntøkur. Landsskógarvørð-
urin heldur, at hóskandi hevði verið, at latið Skógar-
røktini 3,5 milliónir at gera iløgur fyri.
Men sum skilst verður hetta av ongum. Lands-
stýrið hevur bert avsett hálvaaðru millión á fíggjar-
lógina, sum ætlað er til rakstur fyri Sk6garrøktina
næsta ár, sum er tað sama sum í ár.
tør.-