Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. september 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 166 — 11. september 1991 —— tidindabladid Landskrona-búgvar hava gott mót: Tit megna tað einaferð enn Landskrona. Tá Feroyar nú einaferð hava fingið Landskrona sum heima- vøll, er fólkið í Lands- krona samstundis sera hugað at stuðla føroyska landsliðnum í kveld. Allastaðni ein kemur, vita fólk, at landsliðið er komið, og at dystur skal spælast í kveld móti Norð- urírlandi. »Eg var og hugdi, tá tit bankaðu Eysturríki í fjør«, sigur hýruvogns- førarin Bengt Gøransson. „Tað úrslitið var fult uppi- borið, og eg haldi ikki, at eg nakrantíð havi verið so spentur til ein landsdyst við okkara egna landsliði, sum eg var tað kvøldid«. Rættiliga bilsin gjørdist hann, tá blaðmaðurin for- taldi hionum, at Feroyar síðani tá hava spælt javnt móti Norðurírlandi í Bel- fast, og at ein vinardystur í juli móti Turkalandi eisini endaði við javnleiki. »So må eg heldur royna at fáa beiggjarnar hjá mær við í kveld, so tit enn eina- ferð kunnu fáa tvey stig á okkara heimavelli. Nú hevur gingið so illa við okkara egna liði, Lands- krona Boys, at eg vóni, at nógv fólk koma at hyggja at tykkara liði, so tað kann fáa allan tann upp- bakning, ið skal tila. Ikki ómeguligt >Tað verður torfert hjá tykkara monnum at vinna á norðurírum, men tað er sjálvandi ikki ómeguligt, tá tit kláraðu at spæla javnleik móti teimum í Belfast<, sigur stjórin á Hotel Chaplin, Gustav Zachhau. »Eg sá hin dyst- in, sum tit vunnu her í fjør, og eg má siga, at slíkan stríðsvilja havi eg hverki sæð fyrr ella síð- ani«. Hotel Chaplin skal vera karmur um SåPo, tå EM- endaspælið skal spælast í Svøriki komandi summar. »Her skulu búgva 38 menn frá SáPo (svenska trygdarløgreglan, blm.), og í ovastu hæddini á ho- tellinum skulu teir hava miðsteð, tá dystir verða spældir í Malmø,< sigur Zachhau. >Spell, at Fer- oyar ikki kunnu vera við tá, tí nú vit her í Skáne vilja hava sjálvstýri, kundu vit gjøgnum tykkara lið havt okkara egna landslið við tå«. Sjálvandi at hyggja Á ferðamannaskrivstov- uni í Landskrona ivast tær tríggjar skrivstovu- kvinnurnar ikki í, hvat tær skulu gera í kveld. „Sjálvandi fara vit í kveld at hyggja at dystinum millum Feroyar og Norð- urirland«, siga tær. >Og vit skulu heldur enn fegn- ar rópa okkum hásar, um tað kann hjálpa tykkum at vinna«. Bert ein teirra var og hugdi, tá Feroyar 12. sep- tember í fjør vunnu á Eysturríki. Hon hevði ikki verið við til nakað líkn- andi: >Ég fór bert at hyggja, tí mær dámar væl fótbólt, og tí eg hevði hoyrt, at eysturríkararnir vóru góðir, men áðrenn eg visti av, sat eg á fremstu rød og skrálaði við einum foroyskum flaggi í hond- ini og einum hvítum, reyð- um og bláum turriklæði um hálsin. Tað var bara heilt fantastiskt<, sigur hon. Í fjør vóru bert 1.265 áskoðarar og hugdu, men hesaferð verður ikki so tómligt á Landskrona Sportsplass, ti roknað verður við, at einir 3.000 áskoðarar koma. Upptaktin hevur eisini verið í lagi, tí bæði síðsta mikukveld og aftur í gjár- kveldið var dysturin Fer- oyar-Eysturríki frá í fjør á skránni í lokala sjón- varpinum. So ikki kann sigast annað, enn at skán- ingarnir vilja gera alt, fyri at feroyingarnir veruliga skulu kenna seg heima á heimavelli i Lands- krona. . hj. Målid, sum Kåri Reyn- heim skoraði í Belfast, gav Føroyum javnleik og annad stigid. Før- oyska liðið satsar upp á eitt úrslit, ið ikki er lakari, meðan norður- írski venjarin Billy Bingham ikki verður nøgdur við minni enn tvey stig Mynd: hj Síða 11 Gunnar Mohr. Verður tann skjóti HB-leikarin ess'ið, sum Páll Guð- laugsson tekur úr erm- um í dystinun ímóti Norðurírlandi? Mynd: hj Steypakappingin í hondbólti Úrslitið av lutakastinum til fyrsta umfar í steypakappingini hetta: Menn: Neistin b V—Neistin c V EB IV —Stjernan I VÍF IHI—H71 I Kyndil Í —Neistin I Neistin II—LÍF V KÍF I—StÍF I VÍF 11—SIF II TB/VB I—IF IV Kyndil I11—MB XY StIF V—Kyndil II] GI II—NSI II Neistin a Y—Kyndil b ÍV Kyndil V [ Kyndil a ÍV Kvinnur Neistin a I11—VIF II Seljan I —VB I Neistin b I11—GI II Beinleidis til annad um- far: Neistin I, Neistin a II, Neistin b II, Kyndil II, Stjørnan I, Kyndil I, TB I, ÍF III, NSÍ I, Skála I, Kyndil III, EB II og KIF III. Umførini verða leikt so- leidis: 1. umfar i seinasta lagi 9. oktober 1991 2. umfar i seinasta lagi 20. november 1991 3. umfar i seinasta lagi 18. desember 1991 Semifinalur 15. januar 1992 1991/92 i handbólti er Finala 1. februar 1992. Annars eru treytirnar fyri steypakappingini tær somu sum undanfarnu kappingarár isi hjálagda avrit). Viðmerkjast skal at felegini lómarar til á sjálv útvega Steypakappingin ir dGskappi í Fu ; ruKa € he hoskandi ig dagur ið dur hvert leikumfarid, skal skiljast sum avgjørt sein asti dagur, id leikast kann Feløgini verða biðin um at boða kappingarnevnd og démaranevnd frå í góðari tíð, tá ið leikdagur er funn- in. Dómaraseðil frá hesi kapping skal merkjast steypadystur Fyrst nevnda liðið hevur heima- vell. Rómverjatelini siga, hverjari deild, liðið er úr Heimaliðið hevur skyldu til at fáa dystin leiktan. Er hetta ikki gjert innan ásetta dagin, tapir heima- liðið dystin.