Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. september 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ari vóru ræsur. Tað kunnu vit bert vera teimum gomlu takksom fyri, tí nú sæst kirkjan frá ellum síðum og at kalla úr hverjum húsi í bygdini. Hon er ein mið- depil Og tað er ein góð steða hjá eini kirkju at hava, at vera mitt ímillum menniskj- uni. Higar hava skararnir leitað sær, utt- aneftir og innaneftir, omaneftir og niðan- eftir. Í kirkju mátti farast, tá gleðin var stór, og tað var gott at prísa Guði og syngja honum lovsang. Og í kirkju mátti farast, tá sorgin var tung og nívandi, og eingi onnur ráð vóru til at taka enn at tveita sínar byrðar á Harran. Kirkjan í miðjum fólkinum. Men eisini í dagliga lívinum. Fyri ársns og lívsins stóru hegtíðir skulu vit ikki gloyma allar teir vanligu sunnudagarnar, tá einki serligt var á vási, men klokkur- nar tó ringdu út um alla bygdina og kall- aðu í kirkju. Her var kirkjan sett, her gjørdi hon sin gerning. Hvør er tå hennara gerningur? Hvi byggja vit yvirhøvur kirkjur? Hesum spurningi svaradi longu Jørgen Falk Rønne, prestur, tå hann i 15. s. e. Trin. 1891 helt fyrstu prædiku í hesi nýggju kirkju og segði við tykkum: >Tú kanst ikki tæna bæði Guði og mammon - hvenn velur tú? Hetta Guðshúsið, sum vit hava vígt mitt í bygd tykkara, sjónligt fyri oll, ja so, at tit næstan dag- liga noyðast at síggja tað — hetta Guðs- húsið skal vera vitni móti tykkum, at tit ikki avnokta Guð tykkara«. Ja, kirkjan skal vitna um Guð. Hverja ferð, vit eru um at gloyma tað, skal hon aftur siga við okkum, at hann, sum gav okkum lívið, hann kennir sjálvur tey kor, sum tað ber við sær at liva. Hann feðir himmalsins fuglar. Teir sáa ikki, ei held- ur teir heysta og bera ei heldur saman í leður: Guð fødir teir. Hann klæðir grasið. liljurnar vaksa á markini, ikki tær ar- beiða, ei heldur tær spinna, men ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var skrýddur eins og ein teirra. Ja, men tað er tó munur á. Mannalívið er meira enn at vera ein lilja á markini, ein fuglur undir himlinum. Menniskjað er Guðs fremsti skapningur, skapað í hans- ara mynd, hevur etið av træi kunnleikans um gott og ilt. Hann hevur blást sín lívs- anda í okkara nasar, og tí kunnu vit elska og hata, gleðast og syrgja. Tí bera vit ótta og stúran. Avnokta vit hetta, so eru vit ikki menniskju longur. Hin sorleysa tilveran, hon varð meguliga givin liljum og fuglum — hon varð ikki givin okkum. Nei, men tað stendur heldur ikki í evangeliinum. Jesus sigur: Eru tit ikki mikið meira verdir enn fuglarrir? Er ikki lívið meiri enn maturin og likamið meiri enn klæðini? Halda vit hetta vera alt, so tæna vit mammon. Forfalla vit til tími- ligar sorgir, so enda vit í heiðinskapi. Minst til: Guð veit um mannalívið. »Himmalski faðir tykkara veit, at tykk- um tarvast alt slikt«. Latið morgindagin stúra fyri sínum egna — Guð hevur um- sorgan fyri okkum. Nr. 166 — 11. september 1991 Tað er eitt, kirkjan er sett at boða mill- um fólkið. Tað, sum vit hava Guðs orð uppá. Tað, sum Jesus vísti við sínum lívi, sínum deyða og síni uppreisn: At Guð hevur umsorgan fyri okkum. At vit trygt kunnu leggja alt í hansara hendur. At vit kunnu bera allar lutir og alla trá fram fyri Guð í ben. At vit kunnu líta á hann. Ein sorgleys tilvera, rei, tað er neyvan rætta orðið. Men eitt lív í trúgv á tann Guð, sum er okkara himmalski faðir, hann, sum hevur alt vald, og sum í sínum kærleika heldur ellum uppi. Í trúgv á tann Guð, sum er okkara frelsari, sonurin Jesus Kristus, sum í kærleika setti lívið til fyri okkum. Í trúgv á tann Guð, sum við sínum heilaga anda altíð er okkum nær, og í kirkjuni — við orði og sakra- mentum — savLar okkum. Hver í sínum lagi hava vit so nógvar sorgin, so nógv at stúra fyri. Saman vilja vit fylgjast á veg- num til Guðs, til tað trygga álitið og hvíl- una í honum. „Sekið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt«. So stórt er kallið, so rík er fyrijáttanin. Tí vilja vit eisini í dag taka okkum tíð til at takka. Takka fyri tey hundrað árini, henda kirkja hevur fingið loyvi at standa mitt í Skálvíks bygd og gera sín gerning; vitna um Guð, at vit ikki skulu gloyma hann. Takka fyri, at hóast henda kirkjan kanska ikki telist millum tær sterstu í landinum, at hóast her kanska ikki er so vítt til veggja og so hegt upp undir loftið = sum onkra aðrastaðni, so hava vit tó sannað, at eisini her var eki og andarúm í kirkjuni. Her mátti alt tað víkja, sum kundi tyngja og treingja og innibyrgja og keva og stjala ljós og megi. Víkja fyri hinum sæla orðinum um Guðs ríki, um Guðs kærleika og umsorgan og náði. Og vit vilja taka okkum tíð til at biðja fyri teimum degum og árum og meguliga eldum, ið koma skulu. Eingin av okkum veit, hvussu nógvir morgnar skulu upp- renna yvir hesa kirkju, áðrenn Harrans dagur kemur. Men líka til tann dag vilja vit biðja um, at kirkjufólkið í Skálavík í kirkju síni og hennara boðskapi má eiga eitt stað at savnast, ein miðdepil í lívin- um, har Guð er sjálvur nær. Lat kirkjulið títt trivna í góðum kristnum sid, lat stirdar sálir livna, gev sundurbrotnum grid! Og til titt halga hus lat fjølment okkum leita í trúnni glad og fús. XEROX XEROX XEROX XEROX XEROX ! Aftur i år J Mikudagin 1 Ó Ð | N G XEROX XEROX XEROX XEROX XEROX hesar dagar: bjóða P/f Petersen & Guttesen og Rank Xerox A/S i tygum á framsýning í hólum okkara í Stidjagøtu 11 í Tórshavn „, hósdagin 12. og fríggjadagin 13. september frá kl. 9.00 til 18.00 og leygardagin tann 14. september frå kl. 9.00 til 14.00 Á framsýningini verða fleiri av nyggjastu skrivstovutólunum frá Rank Xerox at síggja. IT. | bi | R Tað vildi frøtt okkum at sæð tygum og/ella umboð fyri virkið /stovn tygara á framsýningini. SE ES. | Atlas Copco Kompressarar Borivognar Borimaskinur Brekkarar Borir Meitlar Slangur 0.a. Eykalutir og tænasta =. Kaj Andreasen Akranesgeta 5 00 Tlf. 15600 ÆÐI 5 TILL. El-trukkar 1-4 tons Diesel trukkar El-stáplarar Lyftivognar Utgerð, eykalutir og tænasta =. Kaj Andreasen Akranesgeta 5 #0. Tlf. 15600 | Útleigu- amboð Cobra motor- borimaskinur Kompressarar Borihamarar Brekkarar Borir/meitlar Vibratorar Hátrýstreinsarar „. Kaj Andreasen Akranesgeta 5 ke Tlf. 15600