Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. september 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sunnudagin var stórur håtid- ardagur í Skálavík í sambandi við at kirkjan í bygdini í ár hevur 100 ár á baki. Undir há- tíðargudstænastuni talaði Hans Jákup Joensen, biskup- ur, og Jákup Reinert Hansen, sóknarprestur, prædikaði. Um kveldið varð altargudstæn- asta við Bergi Jacobsen, fyrr- verandi sóknarpresti í Sand- oynni. Nógv fólk hevði leitað sær í kirkjuna henda hátíðardagin. Vit prenta tær báðar prædik- urnar, sum hildnar vóru í Skálavíkar kirkju sunnudagin. Vit lurta ov lítið — Tað er ein óhugnaligur veruleiki, at vit lurta alt ov ktið eftir okkara meðmenniskjum — vit hoyra tey tosa, men, vit lurta ikki — og vit eru umgird av einsomum skapningum, sum ongantíð fáa orðið fyri seg. Og tá ið ástendur, tá fólk gerast óleki- liga sjúk, tá deyðin er í hondum, ella tá hann longu hevur vitjað, so ræð- ast vit tøgnina, og fara at vøsa um alt annað enn stoðuna, sum hon er — og eftir sita tey sjúku, tey doyggj- andi ella tey syrgjandi í storsta ein- semi, segði Bergur Jacobsen m.a. undir altargudstænastuni í Skála- vikar kirkju seinasta sunnudag. — Størsta uppgávan hjá kirkjuni og kristnum menniskjum í hesum døgum er tann, at lurta, segði hann i prædiku síni, sum vit prenta í heil- um kki: 100 ára dagur í Skálavík, 15. e. trin. 1991 (Lukas 10.30 og út) Hesa myndina, sum Lukas málar fyri okkum, um tá Jesus var og vitjaði inni hjá systrunum Martu og Mariu, hana kenna vit so sera væl — men, júst hvat Jesus hevur í huga, tá hann sigur: veitt er neyðugt< og at »Maria hevur valt hin góða lutin«, tað kunnu tey bibliukønu ikki semjast um. Men, kanska eiga vit her, sum altíð tå t lesa skriftina, at lita at heildini — at taka alla myndina hjå Lukasi vid og baktjaldid eisini — — ti so kann tad verða, at vit fáa eina hóming av, hvat ið Lukas vil siga okkum við hesi frásegn. Jesus er á veg niðan til Jerusalems — hetta er óivað seinasta ferð hansara til Halga staðin; og helst hevur hann kent á sær hvat ið var honum í vænti. Fjeldin strongdi á, og vildi hava hann upp í part við sær; myndugleikarnir hevdu ringt eyga á honum — og at tey, sum stóðu honum nærmast ikki skiltu hann, tað vita vit frá tí sum hendi seinastu náttina í lívi Jesusar, tá tey flestu av teimum rýmdu og goymdu seg í ræðslu og vón- loysi. Vilhjálmur Tindskarð, vanliga nevndur Vilhjálmur av Hamri, er ein av elstu núlivandi skálvíking- um. Her er hann á veg í kirkju í sínum meira enn 30 ára gamla Porse-traktori, sum hevur verið hon- um sera hentur ell hesi árini Jesus skuldi undir eitt stórverk — men, ein tílík byrða kann verða egilig; og tey, sum tora at berjast fyri tí tey trúgva á, sum eru til reiðar at offra alt fyri at fremja lívsverk sítt, tey gerast tíðum sera, sera einsamell — og ongin treingir sum júst hesi menniskjuni til vinir í neyðini. Og tað er helst eisini tí, at Jesus fór á gátt hjá teimum báðum systrunum, Martu og Mariu — hann var troyttur, einsamallur og bangin; og hann trongdi til hvílu eina letu. Nú eru vit menniskju so ymisk í ollum lutum — og Guð fái lov fyri tað, tí tað er brúk fyri øllum sløgum av fólki! Marta og Maria hava óivað verið so ymiskar, sum systrar og systkin nú einaferð kunnu vera. Onnur loypir upp at stákast, tí fremm- andur er komin í húsið — hin setur seg at práta við gestin. Bæði skulu til! Hverki kirkjan, ella gerandisdagurin í síni heild, hevði kunnað hildið fram, utt- an tey vælsignaðu menniskjuni, sum ikki smæðast fyri at taka eina hond í, og at fara til verka. Nú er tað soleiðis í veruleikanum, at tey flestu av okkum hava onki val, vit noyðast at stákast hvenn dag fyri at yvirliva — og hjá summum gerst ger- andisstrevið eitt endamál í sær sjálvum. Vit hava umgirt okkum við so mongum og dýrum lutum, og vit krevja so nógv, at vit skjótt ikki hava stundir at liva, um vit skulu náa alt tað, vit ynskja og gjalda hverjum sítt. Tað at stákast bæði inni og úti, er gott, men tað kann eisini vera ein flýggj- an undan gerandisdegnum og undan lív- sins veruleikum og gátum — tað eru so ótrúliga nógv fólk, sum ræðast friðin, kvirruna og tað at hvíla seg. Og hetta sæst aftur í tí andaliga lívinum hjá okk um. Nr. 166 — 11. september 1991 Nr. 166 — 11. september 1991 Tá id vit hugsa um tað andaliga lívið og um uppgávuna hjá kirkjuni, so taka vit tað sum eina sjálvfylgju, at hin munnligi vitnisburðurin og prædikan er hin mest týðandi tátturin í andaliga lív- inum og lívinum hjá kirkjuni. Sjálvandi skulu vit prædika, og sjálv- andi eiga tey, ið ynskja tað, at fáa loyvi til at bera fram ein munnligan vitnis- burð um trúarroyndir sínar! Sjálvandi! Men, samstundis, so er tað ein veru- leiki, at ein av hevuðsuppgávunum hjá kirkjuni og kristnum menniskjum, er tað at lurta — at lurta eftir meðmenn- iskjunum, og at lurta eftir Guði. Treytin fyri at vit kunnu siga nakað við menniskju, er hon, at vit fyrst lurta eftir teimum — at vit lurta eftir hvat ið liggur teimum á hjarta, hvat ið rerist innan í teimum. Lurta vit ikki fyrst eftir menniskjum, so hava vit heldur onki at siga við tey — kenna vit ikki steðu og tørv teirra, so kunnu vit heldur ikki hjálpa teimum. Tað er ein óhugnaligur veruleiki, at vit lurta alt ov lítið eftir okkara meðmenn- iskjum — vit hoyra tey tosa, men, vit lurta ikki — og vit eru umgird av ein- somum skapningum, sum ongantíð fáa orðið fyri seg. Og tá ið á stendur, tá fólk gerast ólekiliga sjúk, tá deyðin er í hond- um, ella tá hann longu hevur vitjað, so ræðast vit tegnina, og fara at vesa um alt annað enn støduna, sum hon er — og eftir sita tey sjúku, tey doyggjandi ella tey syrgjandi í stersta einsemi. Vit hitta hvenn dag bangin menniskju — menniskju, sum hava mist lívsdirvið, og sum onga vón ella kós hava her í lív- inum — men vit lurta ikki eftir teimum, vit geva okkum ikki stundir til teirra, og tí fylla tey seg við tablettum og rúseitri av ymiskum slagi. Vit hava vanliga sagt, at høvudsupp- gávan hjá kirkjuni og kristnum menn- iskjum, tað er at boða hin heilaga boð- skapin; tað er at prædika og bera vitnis- burð. Men, sum longu nevnt, fortreytin fyri at vit kunnu siga nakað av týdningi við menniskju, tað er at vit fyrst seta okk- um niður og lurta eftir teimum og virða tey, sum heilar skapningar — og eg fari enntá at siga, at júst í hesum degum er stersta uppgávan hjá kirkjuni og kristn- um menniskjum tann, at lurta. Jesus kom móður og troyttur inn til tær báðar systrarnar — onnur fór upp at stákast, hin setti seg at lurta — bæði skulu til. Latum okkum ikki gloyma at geva okkum stundir til at taka okkum av meðmenniskjunum og at lurta eftir teimum, uttan steðugt at leggja teimum orð í munnin. Tað er okkara uppgáva at boða sannleikan í Jesusi, men, tað er ikki okkara uppgåva at døma og at for- døma. Men, tað er nú ikki einans meðmenn- iskjunum, vit eiga at lurta eftir — vit eiga eisini at lurta eftir Guði, og tað er vissuliga ongin sjálvfylgja. Tí eins og vit leggja meðmenniskjunum orð í munnin, tá vit lurta eftir teimum, somu- leiðis leggja vit Guði orð í munnin! Tá vit fara at leita í skriftini. so er tað aloftast fyri at finna prógv fyri okkara egnu hugsanum og fordómum — tað eru bert tey allar fægstu, ið geva sær stund- ir til veruliga at lurta eftir Guði í skrift- ini, í gudstænastuni ella í tervi með- menniskjans. Tá ið vit til domis hugsa um bøn, so hugsa vit vanliga um biddaragongd hjá Guði — og onki ónt um tað, sjálvandi eiga og kunnu vit ikki krógva nakað fyri Skaparanum og okkara innastu lund, og hvaðar skulu vit venda okkum, tá á stendur, uttan til Alfaðirin — men, ben eigur ikki bert at vera bidd:ragongd, og ei heldur bert lovsongur. Ein hin mest týðandi tátturin í benini, og í kristinlív- inum, sum heild, er at lurta eftir Guði, at geva sær stundir til tær kvirru leturnar, tá vit leggja allan menniskjaligan stolt- leika og allar fordómar frá okkum, og lata okkum upp, og lova hinum tríeiniga Guði inn í sál og gerandisdag okkara. Tað finnst eitt ótal av menniskjum, ið kalla seg kristin, men sum aldrin geva == Skálavíkar kirk 'a 100 ár Kirkjan í miðjum folkinum — Tað er ein góð støda hjá eini kirkju at hava, at vera mitt ímillum menn- iskjuni. Í kirkju mátti farast tá gleð- in var stær og tá sorgin var tung og nivandi og ongi onnur ráð vóru til at taka enn at tveita sínar byrðar á Harran. Kirkjan í miðjum fólkinum, segði Jákup Reinert Hansen m.a. í prædiku síni í Skálavíkar kirkju sunnudagin. Vit prenta prædikuna í heilum kíki: Síða 9 sær stundir til at lurta eftir Guði ella menniskjum og tað eru hesi, sum beina fyri kristindóminum! „Bíða í kvirru, sål mir, Gudi«, sigur skaldið í sálina 62,6 — tað at lurta eftir Guði, Jesusi, andanum og medmenniskj- anum, tað er ein lívsháttur. Og sonn ben, hon umfatar jú alt lív okkara, og ikki bert benarstundirnar. Tað at lurta eftir Guði, tað er eitt liv livað i eyðmýkt, har vit ikki bert hugsa um okkara egna terv og dýrka okkara egnu meiningar — men tað er eitt lív livað í sterstu virðing fyri Guði og ellum tí, sum hann hevur skapað Bergur Jacobsen, fyrrverandi søkn arprestur í Sandoynni, var sera væl dámdur sum prestur í oynni í síni tíð. Tað eru tí eisini altið boð eftir honum, tá okkurt serligt er á vási sum eitt nú hátíðarhald sum hetta. Her heilsar Bergur uppá nekur av kirkjufólkunum 100 ára dagur í Skálavík, 15. s.e. Trin., 1. rød Matt. 6,24—23 »Har liggur so bygdin, rúmsátt og víð- opin í degnum. Fjellini uttanum eru eing- in stongsil nakrar vegir, men bert ein varligur vellgarður, ið avmarkar lækkan, sum bygdin liggur í. Beurin breiðir seg yvir alt tað rúma slættlendið í dalinum og langt niðan í hallarnar fyri norðan og sunnan. Út um henda víða bein liggja so tey hálvthundrað húsini slødd, nøkur fá saman í býlingum, og langt ímillum. Ein stór á, ið ferir alt vatnið úr hesum víða dalinum til sjóvar, rennur miðskeiðis gjegnum lágan. Her er eki og andarúm í bygdini«. Soleiðis skrivar Hans Jacob í Stovuni, uttan fyri bøgardarnar betur kendur und- ir navninum Heðin Brú, í vekru og bein- raknu lýsing síni av Skálavík. Her er eki og andarúm. Og kemur tú so til bygdar og spyrt eftir kirkjuni, nýtist tær ikki at leita leingi. Tá nýggj kirkja skuldi byggj- ast fyri hundrað árum síðani, varð gjert av at flyta úr gamla kirkjugarðinum niðri á Mel og niðan í miðja bygdina, har rúm- >