fríggjadagur 13. september 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Postadressa: Postsmoge 76
110 Tórshavn
Telefax: 14720
ding
Útgevari: P/f Sosialurin
Uppseting: Pff Sosialurin
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Térfinn Smith
Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen
Abyrgdarbisdstjori: Jan Møller
Landsliðið og
tey yngru!
HÓAST tað kanska ikki kom so 6-
vart á okkum, so var úrslitið móti
Norðurírlandi eitt vónbrot. 5—0 er
kanska ikki nakað vánaligt úrslit, tá
hugsað verður um, at vit eru ama-
tørar og teir professionellir, vit eitt
pinkulítið land við 47.000 íbúgvum,
teir eitt stórt land við milliónum av
íbúgvum, við øðrum orðum: nógv
fleiri at taka av.
TAÐ er greitt, at føroyingar við fót-
bóltslandsliðnum hava fingið nakað
at standa saman um, vera felags
um, hava fingið nakað at trúgva
uppá í hesum annars so døpru tíð-
um. Her hava úrslitini hjá landslið-
num havt sera stóran psykologisk-
an týdning fyri mong av okkum.
Men vandin við at vit gera ov nógv
av, taka munnin ov fullan, lúrir eis-
ini. Ovfarakæti yvir eitt gott úrslit
kann gerast so stórt, at vit gerast
órealistisk, missa jørdforbindilsi og
rætt og slætt krevja alt ov nógv av
okkara góðu spælarum.
VIT verða noydd til at ásanna, at
slík sigursferð, sum vit byrjaðu á al-
tjóða fótbóltspallinum í fjør, kann
ikki halda fram út í tað óendaliga, ti
tað er ein sannroynd, at vit eru smá-
ir, vit eru amatørar. Tí eigur heldur
eingin at fella í fátt. nú vit hava fing-
ið trý »vånalig« úrslit á rað. Vit eiga
at gleðast um at vera við og longu
at hava fingið nøkur sera góð úrslit.
FÓTBÓLTSLANDSLIÐIÐ hevur
longu givið landi ckkara slíka re-
klamu, sum eingin annar hevur
megnað tað áður og neyvan fer at
gera tað langt inn í komandi øld.
Sum fíggjarmálaráðharrin sigur við
Sosialin í gjár, so hevur landgliðið
verið okkum ein sera góður og
týdningarmikil ambassadørur.
Hetta at vit sum lítil tjóð vid amatør-
spælarum hava megnað at- skora
stig móti teimum stóru, vandu og
vælløntu professionellu spælarun-
um hevur ekkóað langt út í øll heim-
sins heraðshorn. Føroyar, sum vóru
komnar í ringt orð av hetzlíknandi
herferð móti grindadrápinum,
vórðu bráddliga frammi aftur í al-
tjóða pressuni og fingu nú sera
positiva umtalu. Eingin ivi er um, at
okkara fótbóltslandslið hevur
megnað at byggja upp aftur tað álit,
sum grindaherferðin annars var við
at bróta niður.
AT okkara leiðandi menn eisini
hava notið gott av landsliðnum,
fingu vit váttan fyri í blaðnum í gjár,
har fyrrverandi løgmaður, Jógvan
Sundstein, vísti á, at fótbóltslands-
liðið í nógvum førum hevur virkað
sum katalysator í annars truplum
og álvarsomum samráðingum. Tað
var oftani landsliðið og úrslit tess,
sum líkasum fekk glið á samráðing-
arnar — sum loysti upp fyri einum
dialogi, segði hesin framstandadni
Prent: Pøt Pressan 1981
politikarin.
HVAT okkum enn dáma fótbólt og
enn halda um hetta, sum onkur vil
kalla „fótbóltshysteríiða, so skerst
ikki burtur, at føroyska luttøkan í
EM-kappingini í fótbólti hevur sett
síni spor á nærum eitt og alt í lítla
samfelag okkara. Neyvan nakrantíð
áður í søgu okkara, lutvíst við
undantaki av bragdinum hjá Ova
Joensen, sála, hava Føroyar fingið
so nógva og so positiva umtalu í al-
tjóða pressu sum nú. Vit eiga at
fegnast um hesa umrødu, tí hon
hevur gagnað okkum bæði so og
so.
SPURNINGURIN er so, hvat vit
kunnu vænta okkum av hesum
okkara góða fótbóltslandsliði i
framtíðini! Nú vit hava sagt a, verða
vit eisini noydd at siga b, osfr. Tvs.
at vit nú eigz at brúka royndirnar til
at gera okkum enn betur út til at
meta okkara métstødulidum í kom-
andi kappingum. Enn hava vit so
eisini tað til góðar: at kunna spæla
heimadystir í Føroyum móti kend.
um og góðum fótbóltstjóðum. Vón-
andi kunnu hesir heimadystir verða
við til at figgja luttøku okkara í al-
tjóða kappingum. Og vónandi
kunnu teir vera við til at eggja okk-
ara unga ítróttarfólki. Men vit mugu
ansa eftir ikki at leggja alla okkara
orku í landsliðið aleina, at annað í-
tróttararbeiði, eitt nú millum tey
ungu, verður við skerdan lut. Hesi
tingini mugu fylgjast at, nevniliga
hetta at okkara ungu og komandi
fótbóltsspælarar hava nakað at
síggja fram til og upp til — tvs., at
vit hava eitt landslið, sum luttekur i
altjóða fótbólti — og at tað um
somu tíð verða skaptar teimum
ungu góðar umstødur at íðka ítrótt
longu frá ungum aldri av.
HVOR av ødrum liva må. Tað kann
so eisini sigast um hetta vid teim-
um ungu og landsliðnum. Vit mugu
og skulu til at vísa báðum eins stór-
an áhuga og hvørgin kann vera hin
fyriuttan. Stóri áhugin fyri landslið-
num má ikki minka um áhugan, vilj-
an og orkuna fyri teimum yngru í-
tróttarfólkunum. Tað eru so hesi,
sum einaferð skulu til at manna
komandi landslið. Vit hava brúk fyri
báðum.
Dimma og
framtíðin
Í oddagrein í Dimmalætt-
ing í gjá" umreður blaðið
spurningin: >Framtíðin og
vit«. Blaðið nemur við tær
handilsligu broytingar,
sum nú standa fyri
framman í okkara parti av
heiminum, og hverja á-
virkan hesar fáa fyri okk-
um. Blaðið skrivar m.a.
>Herheima á landi fingu
vit fyribils trupulleikar
av, at fyrst Frihandils-
marknaðurin íkom mill-
um summi av teimum
londum, vit hava hildið
saman við og EFTA
íbirtist. Síðani kom
europeiski marknaðarfe-
lagsskapurin EF í lag,
sum fevndi um onnur
handilslig stórlond, og
sum er munandi størri
og sterkari. Vit í Feroy-
um eru uppi í hvergum
au hesum felagsskapum,
sum tykjast hava torført
við at taka saman. Óvist
er hvussu kemur at royn-
ast, venda vit báðum
bakið, ella um samskifti
okkara við bæði kann
vera ein viss handils-
trygd.
Ganga vit eftir teim-
um hendilstolum, sum í
ag liggja fyri til hvønn
av hesum handilsligu fe-
lagsskapum, kemst ikki
undan, at til EF selja vit
mest. Men handilsliga er
trupulleikin kortini
tann, at framleiðslu-
treytirnar eru happaðar
av, at vit eru ikki limir í
hesum felagsskapi, um
somu tíð sum heimliga
kappingarførid er skert
av hegum framleiðslu-
kostnað, orsakað av m.a.
SEV-prisunum. Mink-
andi føroyskt kappingar-
feri er ein forðan fyri út-
flutningi, hverja leið vit
enn ganga, annaðhvert
- til.tey keyparalond, sum
í løtuni eru best fyri, ella
til onnur.
Víst eru lond, bæði
innan- og uttan fyri EF, í
løtuni plågad av figgjar-
ligum trupulleikum, her-
undir arbeidsloysi. Vid
at koma sær upp í ein-
hvønn av handilsmarkn-
aðunum, sum eru tkomn-
ir, verður so hvert bett
um hetta. Vit, sum siga
nei bæði til EFTA og
EF, eiga enn ikki mogu-
leikarnar sum hini, ið eru
uppi í samtøkunum mill-
um londini.
Orsekin til heimligu
handilstrupulleikarnar
her á landi er so statt
minni at finna í sam-
gongufelagsskapum
uttaneftir, men liggur
hjá okkum sjálvum, sum
tykjast hugað at standa
einsamell, meðan onnur
lond taka seg saman um
at sleppa undan heimlig-
um trupulleikum«, skriv-
ar Dimma.
So einfaldur er hasin
spurningurin ikki, góða
Dimma. Sum um trupul-
leikar okkara vóru loystir
einaferð med alla, bara vit
vóru limir í EFTA ella
EF! Feroyingar hava
gjørt eina avtalu við EF,
sum eftir hvat skilst er ein
góð avtala. Hví Dimma-
lætting og sambands-
menn sum heild eru
ónegdir við hesa avtalu,
skilja vit ikki, og vit skilja
heldur ikki, hví Dimma so
fegin sær Føroyar sum lim
í EF. Latið okkum royna
hesa avtaluna og so fáa at
síggja. Fara umsteður og
viðurskifti at krevja av
okkum, at vit endurskoða
okkara steðu til eitt nú
EF, so latið tíðina avgera
tað. Vit hava ongan
skund.
Vinnumoguleikar
Stóra føroyska ferða-
lagið, sum vitjaði í
Skotlandi herfyri, er
komið heimaftur. Við
sær hava tey umleið
60 fólkini hugskot og
innblástur til nýggj
arbeiðspláss, nýggjar
vinnuvegir o.m.a. Nið-
urstødan av hesi fjøl-
mentu kanningarferð
var tann, at føroying-
ar kunnu útbúgva seg
og fáa arbeiði innan
oljuvinnuna í okkara
grannalondum. Spurn-
ingurin er bara at
koma í gongd, at
síggja og troyta
meguleikarnar, at
taka av avbjóðingini.
Feroysk sjófólk kunnu
sleppa á skúlar í Skot-
landi at útbúgva seg
at arbeiða í oljuvinn-
uni. Hetta fingu okk-
ara skúlafólk og fak-
felagsfólk, sum vóru
við á ferðini, burturúr.
Landsskúlafyrisitingin
hevur ikki ligið á lætu
síðuni, men hevur
longu lýst í blødunum,
at meguleiki er hjá
føroyskum yvirmonn-
um at fara til Skot-
lands á skeið, sum
skulu geva arbeiði í
oljuvinnuni. Við heim-
aftur hava fólk eisini
hugskot til, hvussu
verandi arbeiðspláss í
Feroyum kunnu vera
við í oljuvinnuni í
grannalondunum. Nú
hava vit lyndi til at
vera ov bjartskygd
eftir slíka ferð, at taka
munnin ov fullan.
Sjálvandi eiga vit at
fara hóvliga fram og
kanna møguleikarnar
væl og virðiliga. Men
her er so heldur eingin
orsøk til ikki at fara í
gongd alt fyri eitt, um
veruligir meguleikar
eru hjá feroyingum
bæði at útbúgva seg
og fáa arbeiði í øårum
londum. Hetta kann
so aftur koma okkum
væl við, um vit iålvi
einaferð skulu í gongd
við oljuvinnu. Tann
Spurningurin var
eisini viðgjerdur á
ferðini í Skotlandi, og
har eru allir partar á
einum máli um, at her
mugu vit ikki leypa
framav, men taka stig
fyri stig og fyrireika
okkum væl. Men fyrr
enn undirgrundin er
komin upp á pláss,
verður so einki íteki-
ligt stig tikið til tess
at byrja eina olju-
vinnu í Feroyum. Um
vit skulu hava slíka
ella ikki, er so eitt,
men uttan mun til tað
so vilja vit heita á
fólkini, ið samráðast
um undirgrundina, at
fáa gongd á og av-
greiða hetta málið
sum skjótast.