fríggjadagur 13. september 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 168 — 13. september 1991
Lendi
Lendi
Atlantic, hesar 41 tímarnar, Maersk ikki lendi:
Danair leyg fyri ferðafólkunum
Flogfarið fór
til London
heldur enn
til Foroya
Ferðafólkini við Danair, beint fyri ólavsóku,
eru als ikki nøgd við svarið tey fingu frå
Danair og hava nú kært til ferðslumálaráðið
Ferðafólkini, sum høvdu
bílagt sær ferðaseðil við
Danair-flogfarinum til
Danmarkar fríggjadagin
26. juli, sluppu ikki í luft-
ina fyrr enn annan dagin
eftir tey skuldu. Tey
bíðaðu í Vágum í stívliga
41 tímar. Tað vóru tey alt
annað enn nøgd við.
I hesar 41 timarnar, Dan-
air flogfarið ikki lendi,
kom og fór flogfarið hjá
Atlantic Airways ikki færri
enn sjey ferðir. Tað lendi
fýra ferðir, og fór á flog
tríggjar ferðir.
Ferðafólkini mótmælti
beinanvegin hjá Danair, og
nakað seinri fingu tey svar.
Eitt svar, sum tey á ongan
hátt eru nøgd við.
Tey 44 ferðafólkini,
meginparturin danir, hava
nú sent danska ferðslu-
málaráðmnum kæru um
hendingina. Tey vilja mill-
um annað vera við, at
Danair flogfarið var ikki
oftari enn tríggjar ferðir
yvir vgllinum hóast Danair
vil vera við, at teir gjørdu
fýra miseydnaðar royndir
at lenda í Føroyum.
Eitt er tað, at tey ongan-
tíð fingu greiðar upplýs-
-
ingar frå flogfelagnum
medan tey bidadu, men at
Danair beinleidis skuldi
lúgva, halda ferðafólkini
vera ovboðið. Tey vísa á,
at leygardagin seinrapartin,
tá tey høvdu bíðað i stiv-
liga eitt samdøgur, fingu
tey at vita, at flogfarið stóð
í Keypmannahavn.
Tað passar ikki, siga
ferðafólkini, sum vilja vera
við, at tá var flogfarið í
London. Hetta siga tey seg
eisini hava fingið at vita
frá flogskiparanum.
I hesum sambandi vísa
tey á hvussu Danair misr-
økir Føroyarutuna, ti frå
um fimmtidina hendan
sama seinrapart og alt
kvøldid, var av besta veðri,
og væl lendandi i Vågum.
Tey visa eisini å, at um
Danair hevdi givid sær
stundir at bida eitt sindur
longri i Bergen eftir fyrstu
royndina at lenda i Før-
oyum, høvdu tey ikki verið
meira enn góðar fýra tímar
seinkaði,- og ikki 41 tímar.
Sum vera man gjørdu
ferðafólkini tað tey kundu
gera fyri at sleppa avstað
sum skjótast, og heittu tí á
Danair um at bíta ferða-
seðlarnar um til Atlantic.
Har var pláss fyri 30
ferðafólkum fríggjadagin
og 10 dagin eftir, men
Danair latst ikki um vón.
Tey spyrja tí ferðslumála-
ráðið um hetta ynski teirra
ikki var heilt rímiligt.
Ferðafólkini hava eisini
kært um tað viðferð tey
fingu í flogfarinum tá tey,
eftir at hava bíða í 41 tím-
ar, Sluppu avstað.
Vanliga eru fimm fólk
um ferðafólkini, men hesa-
ferð vóru bert trý. Ferða-
fólkini spyrja um hetta er í
trå við trygdarkrøvini. Tað
var heldur ikki so frægt, at
øll ferðafólkini fingu sínar
tollfríu vørur, tí nóg mikið
var ikki í flogfarinum til
øll, verður sagt.
Annað flogfar
Í kæru síni til ferðslu-
málaráðið spyrja ferða-
fókini eisini hvussu tað ber
til, at Atlantic kundi lenda
og fara avstað sjey ferðir
hesa tíðina Danair als ikki
kundi lenda.
-Um flogfarið hjá Danair
ikki er eins væl egnað til
Bls?
Ferðafólkini ynsktu at
bíta Danair-ferðas-
eðilin um við Atlantic,
men hetta bar ikki til. Í
mótmælisskrivinum til
Danair gjørdu tey
greitt, hvørjum flog-
felagi tey framyvir vilja
flúgva við. Tilvildarlig
mynd
Føroyarutuna sum tað hjá
Atlantic, eigur ferðslu-
málaráðið so ikki krevja av
Danair at fáa sær eitt betri
egnað flogfar sum treyt
fyri at hava loyvi at flúgva
til Føroya, spyrja ferða-
fólkini.
tór.-
BÓKABILURIN
Koyriætlan 1991/92
Galdandi frá 16. sept. 1991 til 13. mai 1992
MANADAG
(koyrt verður annanhvønn månadag. fyrstu ferð 16/9)
a Skælingi
í Leynum (í Leynatúni)
á Stykkinum (við húsið hjá Landsverktr )
í Kvivik (á busssteðgiplássinum)
TYSDAG
å Skipanesi
i Seidarfirði (vid vegamótið oman á Sand
í Norðragetu (við husini hja Øregaard
í Syðrugetu (niðan fyri Valhøll)
MIKUDAG
i Oyndarfirði (við skúlan)
á Hellunum
Skálafirði (við nyggja bustadarvegin
á Skála (við kirkjuna)
í Funningsfirði (við skúlan)
HÓSDAG
i Funningi
á Eiði (vid kirkjuna)
við Norðskála (við Feroya Banka
a Oyrarbakka (við Eydnuna
FRIGGJADAG
i Tjørnuvik
i Haldarsvik (oman fyri bryggjuna)
á Langasandi:
i Hósvík (hjá Joannes: Olsen
steðgað
verður
15.00-15.15
15.30-15.55
16.05-16.30
16.45-17.25
15.00-15.25
15.30-16.00
16.20-17.20
17.35-18.20
15.00-15.25
15. 5-15.55
16.25-16.50
17.00-17 45
18.10-18.40
1445-1515
16.05-17.05
17.25-17.55
18.05-18.20
15.00-15.20
15.30-15.50
16.00-16 15
16.35-17.30
Lyst verdur i utvarpinum ella á annan hátt, um ikki verður
koyrt fyri veður ella av oðrum grundum
Koyrt verður IKK! hesar dagar
1. november 1991
19. desember 1991-5. januar 1992
29. februar og 2. mars 1992
16. - 20. apríl 1992
FØROYA LANDSBOKASAVN
J. C. Svabosgøta 16 - Box 61
Tlf. 11626 - Teletax 18895
Opið: 10-18 Leygardag: 9-12