fríggjadagur 13. september 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 168 —
13. september 1991
på
an
Iryggjað vid
livstrygging
Sjóvinnubankin bjóðar nú eisini lån vid fyrsta
veðrætti til sethús. Samstundis verður lívstrygg-
ing knýtt at øllum sethúsalánum
Nú eru tað ikki bara Føroya
Banki og sparikassin, ið
kunnu bjóða fólki lán við
fyrsta veðrætti til 9,25%
rentu. Sjóvinnubankin
bjóðar í dag tað sama.
" Alt á einum stað" eru
loysunarorðini hjá Sjó-
vinnubankanum. Hetta
merkir, at tú kann fara inn í
Sjóvinnubankan og biðja
um alla fíggingina útyvir
tað, sum Húsalánsgrunn-
urin letur.
Hetta er sama tilboðið
sum Føroya Banki hevur.
Men Sjóvinnubankin er
farin eitt stig longri. Nú
verður lívstrygging knýtt
aftrat øllum sethúsalánum,
bæði verandi og komandi
sethúsalánum.
OKEYPIS
Lívstryggingin kostar einki
fyri lántakaran, um tryg-
gingin bert fevnir um
endurgjald við deyða. Tað
rindar bankin. Tað ber til at
tryggja seg og fáa endur-
gjald við Garbeidsføri, og
hjúnarfelagin ella sam-
búgvarin kann eisini
tryggjast. Men tá má lán-
takarin gjalda ein part av
trygginginargjaldinum, ið
fer at liggja umleið 4000
krónur um árið, um bæði
eru tryggjað við deyða og
6arbeidsføri.
Livstrygging kann
teknast fyri upp ul 450.000
krónur, um bæði 1. og 2.
veðrættarlán er í húsunum.
FLEIRI FYRIMUNIR
Sjóvinnubankin vísir á, at
allir partar hava fyrimunir
av slíkari trygging. Lán-
takarin á tann hátt, at
familjan ikki missir húsini
orsakað av deyða ella óar-
beidsføri og harvið minni
inntøku. Sjóvinnubankin
fær trygd fyri, at húsini
verða goldin og sleppur
undan at krevja hús sels á
tvingsilssølu. Og fyri tað
almenna má tað vera betri,
at fólk klára seg í sínum
húsum uttan almenna hjálp.
FLEIRI VIDSKIFTAFOLK
I Sjóvinnubankanum dylja
tey ikki, at tilboðið um at
veita 1. veðrættarlán snýr
seg um at fáa fleiri við-
skiftafólk og ikki missa
viðskiftafólk til aðrar pen-
ingastovnar. Fáa fólk set-
húsafígging í bankanum, er
tað vanliga kravið, at tey
eisini hava sína lønarkonto í
sama banka.
Sjóvinnubankin minnir
annars á, at hann í framtíð-
ini fer at leggja stórri dent á
at ráðgeva fólki fíggjarliga.
Og tað merkir m.a. at fáa
fólk at útvega sær meira eg-
inpening, ið lættir um, tá
byggjast skal. Og tað merk-
ir aftur at fáa tey at spara og
seta pengar inn. Tað finst
ein serliga sethúsasaman-
sparing, sum gevur hægstu
rentu, í løtuni 7,25% og
aftrat ti letur landskassin
3% í rentustuðuli.
Aftur til lívstryggingina í
sambani við sethúsalánini.
Iløtuni hevur Sethúsabank-
in hjá Sjóvinnubankanum
umleið 2000 sethúsalán.
300 mió. krónur standa í
sethúsalánum. Tryggingar-
gjaldið hjá bankanum verð-
ur 0,33% at gjalda til Før-
oya Livstrygging.
FAA BRÆV
Øll, sum hava sethúsalán
hjá hjá Sjóvinnubankanum
fáa nú bræv um, at lív-
strygging verða teknað í
sambandi við teirra lán. Eru
lánhavararndi ikki arbeiðs-
førir, skulu teir boða Føroya
Livstrygging frá, ti tað
verður Lívstryggingin, sum
tekur stóðu til, hvor lúkar
treytimar fyri at tekna
lívstrygging.
Sjóvinnubankin vil ikki
standa aftanfyri hinar
peningastovnarnar. Nú
bjóðar bankin sethúsa-
lán við lágari rentu og
sum nakað nýtt við
livstrygging
Nú verður lítið bygt av
húsum, og rí verða fá
sethúsalán stovnað.
Sjóvinnubankin vil fegin
hava sín part av lánun-
um, ið verða stovnað
Longu í dag ber til at fara í
Sjóvinnubankan og biðja
um lán við fyrsta veðrætti.
Tryggingarnar skulu koma í
gildi 1. oktober.
randi
SKANSIN
rr
or
Få #6
Bleyt song, við morgur
mati:
1 fólk 285,- 2fólk385,-
Síðani matgera tit sjálvi
ella eta úti — sum hugur
In er.
Sjónvarp og keliskáp
hverjum kamari!
TELEFON 12242
TELEFAX 10657
JEKARAGOTA 8
FR-110 TÓRSHAVN
Tilfarsleiðari
Sekt verður eftir tilfarsleiðara til høv-
uðsgoymslu Telefonverksins á Hálsi,
Tórshavn.
Tilfarsleiðarin skal m.a. hava til upp-
gåvu:
— at halda goymsluna ajour
— at tillaga arbeiðsgongdina innan
goymslur verksins
— at uppbyggja neyðuga goymsluskip-
an í samstarvi við fyrisitingina
vera við til at leggja fíggjarætlan fyri
deildina
Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert,
men krevjandi leiðarastarv.
Lønin verður ásett sambært sáttmála
millum Feroya Landsstýri og Starvs-
mannafelagið ella avvarðandi yrkisfelag.
Skrivlig umsókn við avriti av skjølum
skal vera okkum í hendi innan 25. sep-
tember 1991.
Nærri fæst at vita um starvið við at
venda sær til Arant Olsen, tlf. 11433
lok. 332.
Telefonverk Føroya Løgtings
Postsmoga 27
110 Tórshavn